Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 14 Fólk eru bjartskygd um framtíðina Góðir lánsmøguleikar, lágt arbeiðsloysi, økt virksemi og stór tilflyting gera, at sethúsaprísirnir í Havnini ongantíð hava verið hægri. Vert er tó at hava í huga, at rentan kann hækka aftur, sigur Ester Hansen, búskaparfrøðingur TEMA TEMA Sethúsaprísir DANJAL AV RANA E isini Búskaparráðið hev­ ur lagt høgu set­húsa­ prís­irnar til merkis. Í vár­ frágreiðing síni skrivar Búskaparráðið, at prísirnir nú eru á sama støði, sum teir vóru und­an fíggjarkreppuni í 2007. Búskaparráðið viðmerkir, at prísurin hevur verið vaksandi síð­ ani 2012 og eru nú farnir upp um støðið í 2007. Serstakliga í høv­ uðsstaðnum hevur vøksturin verið stórur. Búskaparráðið viðmerkir eisini, at prísmunurin millum Havn­ina og restina av Føroyum, sum hevur ligið um eina millión fram til 2016, nú er vaksin upp í hálva­aðru millión. Harumframt er prísurin á íbúðum vaksin nógv meiri enn á sethúsum. Búskaparráðið sigur, at prís­ vøksturin kemur av lágari rentu og stærri eftirspurningi, serliga eftir bústøðum í Havn. – Vandi er fyri at ein fokusering upp á stutta siktið saman við ein­um konjunkturviðgangandi almennum íløgupolitikki kann leiða til meira hækkandi prísir á fastognamarknaðinum í høvuðs­ staðarøkinum komandi árini, skrivar Búskaparráðið. Tað er ikki tað, at vit vænta, at ein kreppa er á veg, sum støðan var í 2007, men vit halda kortini tað er vert at nevna, at prísurin nú er komin upp á sama støði, sigur Ester Hansen, búskaparfrøðingur, og limur í Búskaparráðnum. Í fíggjarkreppuni í 2007 sást ein bústaðarbløðra, sum varð blást upp fram til 2007 og sum brast fram til 2009. Bløðran sást serstakliga í húsaprísunum í Havn, men var ikki so stór sum í Danmark. – Tað, sum vit síggja nú, letur ikki til at vera ein bløðra á sama hátt. Tað er lítið sum bendir á, at eitt krakk stendur fyri framman, men tá prísurin er vorðin so høgur, so er rætt at siga frá, sigur Ester Hansen. Hon sigur, at tað eru fleiri or­ søkir til, at sethúsaprísirnir eru so høgir í løtuni. – Eitt er at rentan er sera lág í løtuni og tí eru lánstreytirnar góðar. Fólk hava lætt við at fáa lán, tá tey í flestu førum hava trygg størv. Hetta ger, at tað eru nógvir keyparar, og tað trýstir vanliga prísun upp, sigur Ester Hansen. Stóra tilflytingin til Havnar er eisini ein faktorur. Tøl frá Hag­ stovuni vísa, at nærum helvtin av øllum sum flyta antin innanlands í Føroyum ella til Føroya, flyta til Havnar. – Í høvuðsstaðnum eru tey flestu arbeiðsplássini. Tí leita fólk til Havnar, bæði úr útlandinum og aðrastaðni úr Føroyum. Sam­ stundis er útboðið av bústøðum lágt. Hálvonnur millión, sum mun­ urin er nú, er øgiliga nógvir pengar, sigur hon. Nógva virksemi í byggivinnuni trýstir eisini prísin upp. – Tað gongur væl í samfelagnum, og tað er super. Nógvar íleggingar verða gjørdar, bæði alment og privat. Tær privatu fáa vit ikki gjørt nógv við, men trupulleikin er, at tá tað almenna samstundis er sera virkið, trýstir tað prísirnar upp. Tá tað almenna velur at byggja Glasir, leggja teir hald á ein stóran part av handverkarunum í Føroyum. Teir fara eisini avstað við øgiliga nógvum tilfari. Úrstlitið er, at vanligi borgarin má bíða eftir bæði tilfari og handverkarum, eins og at tað verður dýrari at fáa fólk at gera arbeiðið fyri seg, sigur Ester Hansen. – Av tí at tað gongur so væl í samfelagnum í løtuni, eru fólk eisini bjartskygd um framtíðina. Tí velja tey at gera íløgur í nýggj hús, at umvæla egin hús ella at keypa hús fyri at leiga út. Rentan er sum sagt søguliga lág, men spurningurin er, hvussu leingi tað verður, sigur hon. Hon vísir á, at onkur tekin eru, sum benda á, at rentan fer at hækka í næstum. – Amerikanski tjóðbankin hevur hækkað rentuna, og tá plagar evropiski miðbankin at gera tað sama. Evropa er tó í eini serstøðu. Fleiri lond í Evropa, sum Grikkaland og Spania, eru ikki komin fyri seg eftir fíggjarkreppuna í 2007. Tí eru evropisku bankarnir neyvan áhugaðir í at hækka rentuna og gera korini hjá kundum sínum í hes­um londum enn verri, sigur Ester Hansen. Skuldi Evropiski miðbankin kortini hækka rentuna, so er tað bara ein spurningur um tíð, til rentan í Føroyum eisini hækkar. – Føroysku bankarnir fylgja í stóran mun lánirentuni hjá donsku bankunum. Danski tjóð­ bank­in er bundin at evropiska mið­bankanum, orsaka av felags fíggjar­politikkinum hjá ES. Hækkar evropiski miðbankin rentuna, má danski tjóðbankin eisini hækka sína rentu, sigur Ester Hansen. Júst rentan kann gerast ein avbjóðing hjá føroysku húsar­hald­ unum, skuldi hon hækka. Ester Hansen heldur, at tað tí liggur ein stór ábyrgd á kundaráðgevunum hjá føroysku bankunum. – Tey flestu hava variabla rentu, so hvat hendir, um rentan hækkar? Hvat hendir, um annar missir starvið? Trupulleikin kemur, tá tú av onkrari orsøk má selja húsini, sum tú júst hevur keypt. Tá er stórur vandi fyri, at tú selur við tapi og ger tað kanska fíggjarstøðuna uppaftur verri, sigur hon. – Høgi prísurin og høgu mán­ aðir­ligu útreiðslurnar, sum stand­ ast av einum høgum láni, vera ikki neyðturviliga ein trupulleiki, so leingi sum tað gongur væl í sam­felagnum. Rentan kann tó broytast. Tí er tað kanska ikki so smart at lána heilt upp undir loftið, sigur Ester Hansen. Ester Hansen: Ester Hansen, búskaparfrøðingur, og limur í Búskaparráðnum