Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 13 HÆGSTU SETHÚSA­ PRÍSIR NAKRANTÍÐ Grafurin vísir gongdina í sethúsaprísunum síðani 1. ársfjórðing 2001. 4. ársfjórðing 2016 fór prísurin fyri eini sethús í Havn upp á tað hægsta nakrantíð KELDA: EIK BANKI Talvan vísir miðalprísin fyri eini sethús hvønn ársfjórðing og fyri árið sum heild síðani 2010. Prísurin hækkar allastaðni, men er nógv størri í Havn enn restini av landinum KELDA: EIK BANKI Bæði í Havn og í størru bygdunum er húsaprísurin nú á sama støðið sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2007. Miðalprísurin í Havn er í løtuni 2,7 milliónir krónur, í størru bygdunum 1,1 millión DANJAL AV RANA H úsaprísurin í Havn hevur ongantíð verið hægri enn í løtuni. Miðalprísurin fjórða ársfjórðing 2016 var, sambært yvirlitið frá Eik Banka, 2,7 milliónir krónur fyri eini sethús í Havn. Miðalprísurin hækkaði stútt gjøgnum alt árið, úr 2,2 milliónum fyrsta ársfjórðing. Samanborið við fjórða árs­ fjórðing 2015, er príshækkingin heili 600 túsund krónur. Miðalprísurin fyri árið vaks úr 2,1 millión krónum í 2015 til 2,5 milliónir krónur í 2016. Hyggja vit at yvirlitinum frá Eik Banka síggja vit, at ein støðug príshækkinghevur verið síðani 2012, tá miðal húsaprísurin lá beint undir tvær milliónir fyri eini hús í Havn. Samstundis sum prísurin er hækkaður, er talið á seldum ognum eisini hækkað. Í 2010 til 2012 lá talið á seldum sethúsum í høvuðsstaðnum úr 63 upp í 76 sethús, men í 2015 var talið heili 149. Í 2016 lækkaði tað eitt vet aftur, niður í 117 sethús. Grafurin vísir týðiliga, at miðal­ prísurin á einum sethúsum í Havn er hækkaður síðani 2014. Fyrst í hesi øldini lá prísurin beint undir hálva aðru millión krónur. Frá 2005 fram til fíggjarkreppuna í 2007 vaks sethúsaprísurin sera nógv, heilt upp í 2,5 milliónir krónur, men fall so brádliga niður á 2,2 milliónir í 2008. Síðani fall hann spakuliga fram móti 2012, tá hann rakti botnin við 1,8 milliónum krónum annan ársfjórðing í 2012. Eisini uttan fyri Havnina er sethúsaprísurin hækkaður sein­astu tíðina. Í 2013 kostaðu eini sethús í størru bygdunum og býunum 900.000 krónur í miðal, men í 2016 var prísurin komin uppá 1,1 millión krónur. Hetta er nærum tað sama, sum áðrenn fíggjarkreppuna í 2007. Eins og í høvuðsstaðnum fall sethúsaprísurin nógv næstu árini, men onkrar ársfjórðingar hevur ein toppur verið, sæst á grafinum. Talið á sethúsum, sum verða seld er eisini hækkað nógv, úr 47 sethúsum í 2010 til 123 sethús í 2016. Í smæstu bygdunum er støðan eitt sindur øðrvísi. Eisini har eru prísirnir farnir upp seinastu árini, úr 800.000 krónum í 2013 til 900.000 krónur í 2016. Men árini 2007 til 2009 var prísurin væl hægri enn í dag. Í smæstu bygdunum kom toppurin ikki fyrr enn í 2008, men síðani er prísurin støðugt fallin fram til 2013.