hósdagur 9. mars 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
12
TEMA
Kára á Dunga:
Higar
flyta
fólk
Sambært Hagstovuni
eru flest fólk flutt til
høvuðsstaðin. Heili
44 prosent av teimum
sum flyta til Føroya
ella innanlands í
Føroyum flyta til
Havnar. Síðani
smærru býirnir og
størru bygdirnar
Tórshavn
1825
44,4%
Klaksvík
269
6,5%
Tvøroyri
113
2,7%
Fuglafjørður
112
2,7%
Vágur
92
2,2%
Strendur
90
2,2%
Miðvágur
83
2,0%
Saltangará
82
2,0%
Vestmanna
68
1,7%
Sørvágur
64
1,6%
Leirvík
60
1,5%
Skála
54
1,3%
Toftir
53
1,3%
Norðragøta
46
1,1%
Hósvík
46
1,1%
Kollafjørður
44
1,1%
Runavík
41
1,0%
Sandavágur
41
1,0%
Syðrugøta
39
0,9%
Nes, Eysturoy 39
0,9%
Glyvrar
39
0,9%
Søldarfjørður 39
0,9%
Skopun
39
0,9%
Sandur
38
0,9%
Eiði
37
0,9%
Kvívík
37
0,9%
Rituvík
36
0,9%
Trongisvágur 36
0,9%
Norðskáli
33
0,8%
Sumba
26
0,6%
ALT LANDIÐ 4111
Talið á tilfluttum úr
útlandinum og øðrum
bygdum/býum í Føroyum í
2016. Kelda: Hagstova Føroya
TEMA Sethúsaprísir
DANJAL AV RANA
S
ethúsaprísirnir hava ong
antíð verið so høgir sum
nú. Miðalprísurin hækkar,
samstundis sum sølutíðin
styttist. Í meklarafyritøkuni INNI
hava tey nógv at gera.
– Í februar seldu vit 23 ognir,
tað vil siga nærum eina um dagin.
Keyparar standa og bíða eftir
húsum, serliga í høvuðsstaðnum,
men eisini aðrastaðni í landinum,
sigur Kára á Dunga, stjóri í INNI.
– Seinastu tíðina hava vit havt
størri eftirspurning runt Skála
fjørðin og norðanfyri. Nýggi tunn
ilin er helst ein orsøk, og prísurin
hækkar eisini í teimum økjunum
sambært hagtølunum, tó ikki í
sama mun sum í høvuðsstaðnum.
Pílarnir venda framvegis móti
høvuðsstaðnum, sigur hon.
– Tá Vágatunnilin varð gjørdur,
sást sama gongd. Beint áðrenn
tunnilin varð boraður og fyrstu
tíðina aftaná hækkaði prísurin,
tí fólk valdu at flyta. Ja, ein heilt
nýggjur býlingur kom tá í Sanda
vági.
– Prísurin hevur so lagað seg
aftur til nýggja veruleikan, at nú
er koyrandi. Vit vita ikki, hvør
gongdin verður á Skálafjørðinum
og norðanfyri, men enn er tað í
størri mun høvuðsstaðurin, sum
dregur fólk til sín, sigur Kára á
Dunga.
Hetta er enn ein orsøk til stóra
prísvøksturin í høvuðsstaðnum.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at ein av
fýra, sum fluttu til Føroya í 2016,
fluttu til høvuðsstaðin. Er tað ikki
3 av 4?
– Tilflytingin er stór. Fólk
hava fingið sær útbúgving og
flyta heim aftur, helst tí tey hava
fingið starv, og flestu størvini eru
í høvuðsstaðnum. Bankarnir hava
seinastu tíðina bjóðað lagaligar
møguleikar at lána, og rentan er
lág, so mong hava fingið fígging
til bústað. Men útboðið er sera
avmarkað, og eftirspurningurin er
sera stórur, tí lítið verður bygt til
privata bústaðarmarknaðin. Allar
hesar orsøkirnar hava prísvøkstur
við sær, sigur stjórin í INNI.
Eftirspurningin eftir sethúsum
er eisini stórur, tí tað er dýrt at
byggja. Grundstykkjaprísurin er
lutfalsliga høgur og ikki er lætt at
fáa góð tilboð frá handverkarum
at byggja hús.
– Vit selja nógv grundstykki,
men vit síggja eisini, at fólk heldur
vilja keypa. Taka vit Havnina, so
kostar eitt privat grundstykki í
løtuni við útgrevstri, byggibúning
og planering upp ímóti hálvaaðru
millión krónur, áðrenn formarnir
kunnu setast á. So í løtuni er í
nógvum førum bíligari at keypa
enn at byggja, sigur hon.
Hagtølini frá Eik skulu takast
við tí fyrivarni, at íbúðir og raðhús
ikki eru við í yvirlitinum, og heldur
ikki sethús, sum standa á smáum
ella stórum ognum. Kára á Dunga
sigur tó, at gongdin er tann sama
í hesum bústaðarbólkum. Rað
hús og íbúðir selja sera væl,
og miðalprísurin er hækkaður
seinasta árið, samstundis sum
sølutíðin er stytt. Í løtuni er
fermetraprísurin á raðhúsum
og íbúðum væl hægri enn á
sethúsum.
– Fyrr søgdu vit, at sølutíðin fyri
eini sethús var uml. 120 dagar, men
í 2016 var sølutíðin einans 55 dagar.
Fyri íbúðir og raðhús er sølutíðin
enn styttri. Eftirspurningurin er
so stórur, at keyparar standa og
bíða eftir húsum og íbúðum. Vit
síggja eisini, at um eini góð hús
ella íbúð verða sett til sølu, bjóða
fólk listaprísin beinanvegin,
hetta tí tey vóna at sleppa undan
kappbjóðing, sigur hon.
Hóast sethúsaprísurin er so
høgur sum ongantíð fyrr, so er
prísurin á grundstykkjum ikki
heilt komin upp á sama støðið,
sum áðrenn fíggjarkreppuna á
heysti í 2008.
– Tá seldu vit grundstykki t.d.
á Velbastað fyri 700.000 krónur.
Eftir fíggjarkreppuna svann
marknaðurin t.d. á Velbastað og
lutvíst á Norðasta Horni eisini,
men nú er røringur komin í aftur.
Nýggja brúgvin út á Argir og
nýggju skúlarnir í Vesturbýnum
hava við sær, at fólk aftur eru
áhugað í at flyta hagar, sigur Kára
á Dunga at enda.
Hóast ein ávísur øktur eftirspurningur er eftir sethúsum aðrastaðni í
landinum, so vilja flestu fólk framvegis helst búgva í høvuðsstaðnum
Kára á Dunga, stjóri í INNI
HAVNIN
DREGUR
FÓLK TIL SÍN