hósdagur 9. mars 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
11
ongan áhuga í at skapa stressaðar
mammur og pápar, sum ikki fáa
tað at hanga saman fíggjarliga.
Tí royna vit at halda okkum til
krøvini og taka neyðugu atlitini. Tí
eru tað fleiri, sum ikki fáa so stórt
lán, sum tey kanska kundu hugsað
sær sjálvi. Okkara royndir vísa tó,
at tá ið vit greiða kundunum frá,
hví lánsupphæddin ikki kann vera
størri enn eitt ávíst, so eru teir
glaðir fyri ráðgevingina sigur hon.
– Tað er vert at nevna, at tað
eru ungir kundar, sum júst hava
fingið fyrsta starvið, og sum tí
enn ikki hava so stóra inntøku og
samansparing. Tey hava sannlíkt
nógv góð ár á arbeiðsmarknaðinum
fyri framman, og hesum taka vit
sjálvandi hædd fyri í ráðgevingini.
Tað er eisini týdningarmikið hjá
fólki at vita, at eitt nei í dag merkir
ikki neyðturviliga eitt nei í morgin.
Spyr heldur bankan, hvussu tú
best kann leggja umstøðurnar til
rættis til at fáa eitt nóg stórt lán
í framtíðini ella bið um hjálp til
at finna aðrar møguleikar, sigur
Sóleyð Hansen.
Mugu kanska leiga eina tíð
Ein møguleiki, sum ofta verður
nevndur, tá fólk klaga um høgu
prísirnar í høvuðsstaðnum, er at
leita út um bøgarðarnar, at hyggja
norður um Hórisgøtu.
– Tað er eingin ivi um, at tað er
ein góður møguleiki hjá summum,
men sum banki leggja vit ikki trýst
á nakran. Hvar fólk ynskja at
búgva er teirra søk. Tað er tó givið,
at prísmunurin millum Havnina
og størru bygdirnar er rættuliga
stórur, , og tí kann tað vera lættari
hjá summum at fáa lán til eini
sethús á bygd enn í Havn. Vilja tey
kortini búgva í Havn, so mugu tey
kanska leiga, meðan tey t.d leggja
pening til eginfígging til síðis, sigur
hon.
Kortini er tað ikki heilt so
einfalt. Virðið á húsum er lægri
uttan fyri Havnina, eftirspurn
ingur er minni, og tí er váðin hjá
bankunum og kundunum lut
falsliga hægri.
– Vit eru sjálvandi áhugað í at
hjálpa fólki at seta búgv á bygd,
men har er talan um ein annan
sethúsamarknað. Tískil er tað
umráðandi, at kundin helst hevur
eginfígging. Vandin fyri at sita
eftir við einum tapi er væl størri,
um lántakarin verður noyddur at
selja húsini. Okkara ráðgeving snýr
seg m.a. um at tryggja, at kundin
kemur sum best úr eini slíkari
støðu, sigur Sóleyð Hansen.
– At byggja eini hús er ein
stór íløga, og afturat sjálvum
húsunum kemur kostnaðurin
fyri grundstykki og planering. So
samlaði prísurin er ofta minst 2,5
milliónir krónur. Um miðalprísurin
fyri sethús í økinum so er væl
undir tvær milliónir, kann vandi
vera fyri, at ein ikki fær íløguna
aftur, um neyðugt verður at selja
húsini fyrstu tíðina, sigur hon.
– Nú sethúsaprísirnir eru so
høgir, eru krøvini til tiltøkupening
og eginfígging eisini herd, eins og
vit vísa á møguleikan fyri at velja
fasta rentu. Rentan er sera lág í
løtuni, men hetta kann broytast,
og skuldi tað hent, so er gott at
hava tann tryggleikan, at rentan
ikki verður hægri enn eitt vist,
sigur hon.
Av tí at tað kann vera trupult at
sleppa upp í part á sethúsamarkn
aðinum í dag, verða fólk í summum
førum noydd at búgva til leigu í
longri tíð, meðan tey spara nakað
av eginfígging saman.
Hevur húskið t.d. eina árliga
inntøku á kr. 650.000, so ber til at
læna uml. 2,2 mió. og eitt sindur
hægri, um tú hevur eginfígging.
Við dagsins sethúsaprísum er tað
eyðsæð, at møguleikarnir fyri at
keypa tískil eru eitt sindur av
markaðir – í øllum førum í høvuðs
staðnum, sigur Sóleyð Hansen.