Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 10 Sóleyð Hansen: 10 DANJAL AV RANA S um talvan og grafurin aðrastaðni í blaðnum vísa, so eru sethúsaprísirnir í Føroyum øktir nógv seinastu árini. Men hvat skal til fyri at fáa eitt lán til eini sethús, sum kosta 2,7 milliónir krónur? – Peningastovnarnir hava trý atlit at taka, tá fólk biðja um lán. Fyrsti tummilfingurregulin er, at skuldin helst ikki skal vera meira enn tríggjar ferðir hægri enn bruttoinntøkan hjá húsar­ haldinum. Orsøkin er, at tað vísir seg, at um skuldin er nógv hægri enn hetta, so verður skuldarbyrðan hjá einum húsarhaldi ov stór yvir tíð, sigur Sóleyð Hansen. – Næsta atlitið er krav um egin­fígging. Har siga vit, at fólk helst skulu hava minst 5 prosent í eginfígging, sigur hon. – Triðja kravið er til tiltøku­ pening. Tað vil siga, at fólk mugu hava eina nøktandi upphædd at liva fyri, eftir at føstu útreiðsl­ ur­nar eru goldnar, tað vil siga sethúsalán, SEV, trygging, onnur lán og so framvegis. Vanliga siga vit, at ein familja við tveimum børnum skal hava áleið 15.000 krónur eftir í tiltøkupeningi, sigur kundaráðgevin. Hava lítla uppsparing Sóleyð Hansen sigur, at um tú t.d. ynskir at keypa eitt hús fyri 2,7 milliónir krónur og onga egin­fígging hevur, skal árliga bruttoinntøkan hjá húskinum helst vera uml. 900.000 krónur. Hevur tú nakað av eginfígging, so er kravið til inntøku nakað lægri. – Tosa vit so um eina familju, sum júst er liðug at lesa, so er tað rættiliga vanligt, at tey lítla ella onga samansparing hava. Summi hava kanska keypt og selt íbúð í uttanlands og hava tí uppsparing við sær, og onnur fáa kanska hjálp frá familjuni. Hon sigur, at nógv av teimum, sum nú leita eftir húsum, eru fólk við góðari inntøku, sum eru flutt til Føroya. Tey hava lisið uttanlands og hava nú fingið starv í Føroyum. Fleiri hava leigað eina lítla íbúð undir lesnaðinum , og nú ynskja tey at seta føtur undir egið borð. Sóleyð Hansen sigur, at bank­in leggur stóran dent á, at ráð­gev­ingin altíð tekur støði í ein­staka kundanum og fíggjar­ viður­skiftunum hjá viðkomandi, soleiðis at kundin ikki tekur eitt ov stórt lán, sum kann føra til fíggjarligt óføri. Í so fall verður eingin vinnari. – Kemur ein familja í rasshaft av einum ov stórum láni, so kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri, og húsadreymurin kann ístaðin gerast ein marra. Vit hava Miðalprísurin fyri eini sethús í Havn er í løtuni 2,7 milliónir krónur. Fyri at keypa hesi húsini krevst ein bruttoinntøka á einar 900.000 krónur fyri húskið; tó eru krøvini nakað lægri, um tú hevur eginfígging. Hetta ber við sær, at tað ikki eru øll, sum fáa verið við. Vit hava tosað við Sóleyð Hansen, kundaráðgeva í BankNordik HÚS Í HAVN ERU BARA FYRI TEY MÚGVANDI TEMA Sethúsaprísir Sóleyð Hansen, kundaráðgevi