hósdagur 9. mars 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
24
Tíðargrein
Hans Pauli Strøm
fyrrv. landsstýrismaður 2004-09
H
etta vil eg fegin taka
sum tekin um, at
umsíðir várar aftur í
føroyskum heilsupoli
tikki aftaná 5-6 ár, har tað hevur
verið øskukalt. Tað er í síðstu løtu,
at við menningarætlanini verður
møguleiki fyri at lyfta sjúkrahús
verkið – t.v.s. Landssjúkrahúsið – úr
vandanum fyri eini niðurbræðing,
sum hevur hótt í nøkur ár.
Tó liggur avgjørda fyritreytin
fyri, at møguleikin kann gerast til
veruleika í hesum báðum lutum:
1. At fíggjarligu karmarnir fyri at
fremja ætlanina verða fingnir
til vega. Tað snýr seg um - sum
tey sjálvi siga – einar 30-40 mió.
kr. eftir 4-5 árum. Hetta eigur
at verða ásett longu í fíggjar
karmunum fyri 2018-22, ið verða
framlagdir um fáar vikur. Ann
ars hevur alt tosið onga meining
– fyri hetta landsstýrið í hvussu
er.
2. At landsstýriskvinnnan sum
skjótast kemur við eini ítøki
ligari tíðarfestari arbeiðsskrá
fyri, hvussu hvør einstakur
lutur í hesi menningarætlan
skal setast í verk. Høsnast er
nóg longi yvir hesum, og minn
ast skal til, at í heyst er longu
helvtin av valskeiðnum gingin
– uttan at nakað er fingið frá
hondini.
Politiskar fyritreytir tykjast at
verða til staðar. Burtursæð frá
nøkrum fáum kroniskum and
støðingum norðanfyri er yvirhøv
ur undirtøka fyri ætlanini. Leiðsl
urnar á sjúkrahúsunum, eisini
teimum smáu, spæla við. Og sjálvt
Norðlýsið hevur slept dómadags
profetiunum.
Fegin var eg um samrøðu í Norð
lýsinum við fyrrv. læknastjóran
við Klaksvíkar Sjúkrahús, Jákup
Petersen, ið var sera positivur
fyri menningarætlanini og vísti á
tørvin fyri dygdarbetri og tryggari
sjúkrahúsverki við bert einari yv
irskipaðari leiðslu og miðsavning
av ressursunum til kravmiklastu
uppgávurnar á Landssjúkrahúsun
um, og útluting av minni krevjandi
planløgdum viðgerðum umframt
vanligari endurvenjing á smærri
sjúkrahúsunum.
Høvuðstættirnir í
menningarætlanini
Soleiðis sum eg skilji meiningina
við menningarætlanini, eru høv
uðstættirnir hesir:
• At nøkta tørvin á serlæknaøkin
um og skipa eina effektiva rekr
uttering av heilsustarvsfólkum,
og at hetta er høvuðsavbjóðingin
fram um allar.
• At fáa sjúkrahúsverkið at virka
sum eina organisatoriska eind,
t.v.s.:
• Ein yvirskipað sjúkrahússtjórn
yvir teim trimum sjúkrahúsun
um og teirra lokalu leiðslum.
• Ein felags starvsfólkadeild, har
tænastuskyldan ikki er staðsett
lokalt men í øllum sjúkrahús
verkinum.
• Ein sentral visitatión, so sjúkl
ingar verða vístir til heilsufak
liga røttu og skjótastu viðgerð,
antin tað er í Havn, í Klaksvík
ella á Tvøroyri.
• Serlæknafrøðilig toymi skipast
fyri øll høvuðssjúkuøki, við høv
uðssæti á Landssjúkrahúsinum,
men við tænastuskyldu fyri alt
sjúkrahúsverkið.
• Arbeiðsbýti við miðsavning av
krevjandi serlæknafrøðiligum
uppgávum á Landssjúkrahús
inum, og útdelegering til smáu
sjúkrahúsini av eftirviðgerð um
framt minni kravmiklum, plan
løgdum uppgávum.
• Fíggjarlig uppraðfesting til tess
at fremja høvuðsmálini í menn
ingarætlanini.
Fegin um
menningarætlanina
Sum fyrrverandi landsstýrismaður
í heilsumálum 2004-09 eri eg hjart
ans fegin um menningarætlanina
– ikki fyri tað tunnliga skjalið men
fyri politisku ambitiónirnar. Tó tað
er ein fagnaður við treytum:
• Høvuðsavbjóðingin, serlækna
tørvurin, skal síggjast aftur í
fíggjarkørmunum tey næstu
4-5 árini,
• Alt arbeiðsbýti millum Lands
sjúkrahúsið og hinubæði smáu
sjúkrahúsini skal vera fakliga
grundað í samstarvi við Lækna
felagið – uttan lokalpolitiskar
rossahandlar,
• Forstjórin fyri sjúkrahúsverkin
um skal vera ein heilsufakligur
autoritetur við neyðugari fyri
sitingarligari orku og yvirvalds
rætti yvir deildarleiðarunum
í Havn, Klaksvík og Tvøroyri.
Annars er talan bert um eina
tátu.
Tunnligt skjal um
menningarætlanina
Tá eg setti meg til at lesa hesa
góðu menningarætlan, væntaði
eg ikki at tað bleiv so skjótt eftir
seg. Men síðurnar eru fáar og her
er ikki so nógv av nýggjum. Lands
stýriskvinnan sigur, at “fleiri enn
50 fakfólk hava luttikið” í arb
eiðnum við menningarætlanini.
Alment hevur hon sagt, at hetta er
ein serlig dygd í mun til øll onnur
álit um evnið, tí hetta kemur frá
fakfólkunum sjálvum í mun til
øll hini álitini. Her eri eg tó ikki
samdur, tí samanborið við onn
ur heilsupolitisk álit, m.a. tey eg
sjálvur var við til í míni tíð sum
landsstýrismaður, er hetta fakliga
fátæksligt, óvanliga tunnligt og
lítið undirbygt.
Tá alt við skrá, inngangsbønum,
myndum og talvum er tikið frá,
eru einar 30-40 síður í fríteksti við
veruligum tankum og ætlanum um
sjúkrahúsverkið. Tá er ikki nógv í
part hjá teimum fimti.
Hvørji eru fakfólkini?
Hvørji eru so fakfólkini í hesum
álitinum um sjúkrahúsverkið? Her
kann tað undra, at av øllum hesum
“fleiri enn 50 fakfólkunum” eru
bert 5 av teimum, sum fram um øll
onnur eru serfrøðingar við bestu
vitan um sjúkrahúsverkið, nevn
liga sjúkrahúslæknarnir.
Eg undrist eisini á, tá man sær
hvør hevur skrivað menningarætl
anina, at har er onki umboð fyri
føroysku ekspertisuna í Læknafe
lagnum sloppin framat. Har hava
bara sitið tveir serkønir útlending
ar í ávikavist íslendskum og norsk
um heilsuviðurskiftum, umframt
trý ikki-heilsufaklig embætisfólk
í Heilsumálaráðnum.
Fá av til tilmælunum í menning
arætlanini eru original. Tey flestu
hava sín uppruna í øðrum álitum,
m.a. frá mínari tíð um framtíðar
sjúkrahúsverk og um endurvenj
ing, har gjølligar útgreiningar vóru
heilt niður í smálutir.
Sjálvsagt byggir man á arbeiði,
sum er gjørt frammanundan, men
undrist á, hví ongin tilvísing er til
tey nógv meira fakliga sterku og
útgreinandi álitini, so sum: Fram
tíðar Heilsuverk, 2007, Endurvenj
ing fyri fólk við førleikatarni, 2007,
Fólkaheilsuætlan føroyinga 2006-
09, Krabbameinsætlanin 2009 o.o.
Men enn einaferð: tað er ikki
tað skrivaða orðið, ið er avger
andi. Tað er politiska ambitiónin
og engagementið hjá landsstýris
kvinnuni og hennara samgongu at
fremja hesa alneyðugu ætlan.
“Ynskilisti” til
landsstýriskvinnuna
Gleði meg til, at henda menningar
ætlan verður sett í verk og síðani
nýskipanin av kommunulækna
økinum. Men havi hug at nevna
Løgtingið viðger nýggja menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Sama
dag fara fyrstu kvinnurnar til mammografiscreening í nýggjum
heilsupolitiskum átaki. Seinni sama dag boðar kommunulæknafelagið
frá, at teirra skipan stendur fyri hóttafalli. Landsstýriskvinnan svarar,
at nú ætlanin fyri sjúkrahúsini er løgd, verður beinanvegin farið undir at
fyrireika eina nýggja heilsuskipan fyri alt kommunulæknaøkið.
Várar umsíðir aftur
fyri føroyskum
heilsupolitikki?