Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 25 nøk­ur fá onnur heilsupolitisk mál, sum eg vildi ynskt at lands­stýr­is­ kvinn­an og sam­gongan fara at taka upp og fremja. Nýggj sjúkrahúslóg Í 2005 gjørdu vit nýggja sjúkra­hús­ lóg, har høv­uðs­broytingarnar vóru, at tey lokalu politisku sjúkra­hús­ stýrini vórðu tikin av og eitt sjúkl­ ingaráð sett í staðin, so at áhuga­ mál sjúklingsins skuldu vera tey stýr­andi. Við nýggju lógini varð eis­ini læknalig visitiónsnevnd sett fyri sjúklingaviðgerðir uttanlands, og professionell tilbúgving við sjúkra­flutningstænastuni skipað. Nú krevst nýggj sjúkrahúslóg, ið skipar sjúkrahúsverkið sum eina org­ani­satoriska eind við eini felags yv­ir­skipaðari leiðslu. Nýggj Fólkaheilsuætlan Í 2005-06 gjørdu vit “Fólka­heilsu­ ætl­an fyri Føroyar 2006-09”, tann fyrsta og higartil einasta. • Ímyndin var fólka­heilsu­renn­ ing­arnar, ið landsstýrismaðurin tók stig til og sum fingu fólk í tús­undatali út á vegir og gøtur at røra seg. • Tubbakslógin varð herd í teimum før­um til bann varð sett í 2008 fyri allari royking í almenna rúm­inum. Ein óvæntað avleiðing var allar uttandurakaféirnar, ið stungu seg upp. • Kampanjur vóru í skúlum og stovn­um um alt landið fyri at seta heilsubetri kost yvir ósunn­ari sodavatns-, sukur- og fiti­vøru­mentan. Vatnkølarar vórðu settir upp og stuðul givin til frukt og grønmetisskipanir, sam­stundis sum hægri avgjald varð lagt á tubbakk og ósunnar søti- og fitivørur. • Fakligt ferðalið fór við kann­ing­ ar­bussi kring alt landið og bjóð­ aði fólki til persónligar heilsu­ støðu­kanningar. • SSP, t.v.s. skipað samstarv mill­ um lokalar sosial-, heilsu-og skúlamyndugleikar og løg­ reglu, varð sett á stovn at verja umhvørvið millum børn og ung móti harðskapi, rús­evn­is­mis­ nýtslu o.ø. • Eitt av málunum í fólka­heilsu­ætl­ an­ini var stríðið móti diabetes. Her var rørslupolitikkurin eitt fyribyrgingaramboð, eins og diabetesambulatorium vórðu skipað á øllum trimum sjúkra­ hús­unum. • Eitt annað var stríðið móti krabba­meini. Her varð Krabba­ meins­ætlanin gjørd og byrjað at arb­eiða eftir henni í 2009. Fólkaheilsuætlanin var ein ítøki­lig virk­is­skrá fyri árini 2006-09. Men síðstu 7 árini hevur hon ongan góð­an átt í politisku skip­an­ini. Tí er alt meira átrokandi við nýggjari og dagførdari fólka­heilsu­ætlan. Eg vóni at hetta lands­stýr­ið kann taka tráðin upp og end­ur­nýggja lívs­neyðuga arbeiðið fyri fólka­ heils­uni. Hvar er Fólkaheilsu­ stovnurin? Vit skipaðu Fólkaheilsuráðið at standa fyri ítøkiligu íverk­set­ing­ini av einstøku lutunum í Fólka­heilsu­ ætlanini. Meiningin var, at fá­ menta – og fyri tað mesta ólønta – virk­semið hjá Fólkaheilsuráðnum skuldi uppraðfestast í ein fakliga pro­fessionellan fólkaheilsustovn. Fyri 2-3 árum síðani fekk táverandi lands­stýrismaðurin eitt fakligt til­ mæli og eitt lógaruppskot. Hann gjørdi onki við tað. Eg vóni at núverandi landsstýriskvinna tek­ ur málið uppaftur og fremur hesa ætl­anina. Sjúklinganøgd­ semiskanning Í 2007 gjørdu vit fyri fyrstu ferð eina sjúk­linganøgdsemiskanning fyri øll trý sjúkrahúsini, har sjúkl­ ing­ar góvu sína meining til kenn­ ar um øll við­ur­skifti á sjúkra­hús­ unum – ein kann­ing bein­leiðis sam­anberilig við líkn­andi norð­ ur­lendskar kann­ing­ar. Hetta varð end­urtikið trý ár seinni. Nú eru 7 ár ging­in, og tað er uppá tíðina at taka gradu­stokkin framaftur og máta, hvat sjúklingarnir siga um standin á teimum trimum sjúkrahúsunum, ser­liga nú ein menningarætlan skal set­ast í verk. Kollveltandi tøkniligar heilsuskipanir Árini 2004-09 vórðu nýggjar koll­veltandi tøkniligar skipanir sett­ar í verk. Laboratoriu- og rønt­gen­skipanin fyri alt heilsu­ verk­ið varð digitaliserað og tól­ini nútímansgjørd. Størsta bragd­ið var at seta Talgildu Heilsu­skip­ an­ina í verk, so Føroyar blivu fyrsta og enn eru einasta land í heim­inum, har tað er eydnast at fáa allar eindir í heilsuverkinum, sjúkra­hús, kommunulæknar og apo­tek, knýtt saman í eina og somu tal­gildu informatiónsskipan um sjúkl­ingsins viðurskifti. Ætlanin var, at eisini heilsu­ skip­anin fyri børn og ung, Gigni, heima­røktin og eldrarøktin ann­ars skuldu knýtast uppí THS. Hetta er ikki hent. Vóni at lands­stýr­is­kvinn­ an eisini setir hetta mál á skrá fyri til frama fyri heilsu­trygd­ina hjá teim yngstu og teim elstu. Samhaldsfast gjald fyri Heilsutrygd Árini 2005-08 arbeiddu vit við at avtaka gomlu sjálvsognar sjúkra­ kass­arnar og seta eina nýmótans sjúka­trygging ístaðin. Úrslitið var Heilsutrygd í 2009. Meiningin var, at heilsutrygd skuldi fíggjast sam­haldsfast yvir skattin og ikki við einstaklingagjaldið. Hetta er ikki hent enn, men vóni at lands­ stýriskvinnan fær hetta í lag við fíggjarmálaráðið, áðrenn sam­ gongu­skeiðið er runnið. AT ENDA vil eg ynski lands­stýr­ is­kvinn­uni og øllum virk­andi í heilsu­verkinum bestu eydnu í arb­ eið­num við stóru avbjóðingunum, ið eru fyri framman, til gagns fyri okk­um øll. Vestmanna, kvinnudagin 8. mars 2017 Hans Pauli Strøm, fyrrv. landsstýrismaður 2004-09