Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 26 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE S unnudagin verður fyrsta um­far í Effo-deildini 2017. Tal­an er um fult umfar, har allir dystirnir byrja klokk­ an 15. Mangan eru dystirnir í fyrstu um­førunum spældir í næstan ótol­ andi umstøðum. Vit sóu eisini, at spæl­ararnir hvødu trupult við at standa á vøllinum á Tórsvølli, tá stór­steypadysturin var. Sambært verðurforsøgnini hjá norsku verðurstovuni, so verður veðr­ið gott til fótbólt sunnudagin. Tað verður um sjey hitastig og vind­ur­in kemur ikki upp um átta metr­ar um sekundi. Longu í fyrsta um­fari eru dystir, sum kunnu geva eina ábending um hvørja støðu ym­ isku feløgini eru í. FM vinnarar møtast í Sarpugerði VÍKINGUR-B36: ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 15.00 Tað eru tveir ymiskir spæliháttir, sum møtast í Sarpigerði, tá Vík­ing­ ur tekur móti B36. Heimaliðið hev­ ur útmerkað seg við góðum kontra­ spæl­ið, meðan B36 leggur nógv fyri í álopsspælinum. Bæði liðini hava flestu menninar klárar. Fyri Víking ljóðar uppgávan upp á, at ikki leypa framav. – Fyrsti dysturin er altíð týdn­ ing­ar­mikil, og tað snýr seg um at koma væl frá byrjan. B36 er eitt gott lið á bóltinum, og tú mást ikki leypa fram­av. Teir hava góðar spælarar á øll­um plássum. Eitt gott lið, sum eg vænti mær nógv av, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Víkingur er uttan Erling Jac­ob­ sen og Jákup Vatnhamar Olsen, sum báðir sita uttanfyri. Enn er møgu­leiki fyri, at Andreas Lava Ol­sen verður tøkur til dystin. Í B36 er nýggjur venjari við róðr­ ið. Jákup á Borg hevur boðað frá, at lið­ið hjá honum skal tora at spæla fót­bólt og undirhalda. Hann leggur tó dent á, at liðið ikki skal spæla beint í uppleggið hjá Víkingi. – Vit hava tað altíð trupult við Víkingi. Serliga nú teir hava heima­ vøll. Sjálvt um vit hava dominera dyst­ir móti teimum – eitt nú í fjør – so vinna teir. Tað hava vit í huganum, men vit halda fram við okk­ara stíli, tó uttan at verða blá­ oygd­ir, sigur Jákup á Borg. Um spælistílin sigur venjarin hjá Víkingi, at orsøkin til verju­ kenda útgangsstøðið er, at tað pass­ar best til manningina, sum hann hevur nú. – Tað er nakað vit koma at arb­ eiða við í leypi av kapp­ing­ar­árinum og byggja uppá, sigur Sámal Erik Hentze. Í B36 verður spælt fyri at vinna dyst­in, hóast umstøðurnar eru tor­ før­ar. –Sjálvandi kunnu vit liva við ein­um javnleiki í hesum førinum, men vit spæla fyri at vinna, sigur Jákup á Borg, sum skal standa á odda fyri B36 fyri fyrstu ferð sum venjari. – Eg eri spentur, men klárur. Eg havi tað sum eg hevði tað fyrstu árini sum spælari, tá eg bleiv spent­ ur fleiri dagar undan dyst­ar­byrjan, sig­ur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Sosialurin tippar: 2-1 Nú er KÍ millum favorittarnar KÍ-SKÁLA: RÚNI GAARDBO Sunnudagin klokkan 15.00 Tey vóru ikki mong, sum væntaðu sær tað heilt stóra av KÍ farna kapp­ingarár, men í ár er søgan ein onn­ur. Eftir gull í steypakappingini og silvur í landskappingini, so er KÍ nú at finna millum favorittarnar. Tí er KÍ eisini favorittur at vinna á Skála í fyrsta umfari, men Skála hevur somuleiðis lagt eitt gott kappingarár afturum seg. Við fleiri spæl­araskiftum, so eru vón­ir­nar held­ur ikki ongar til teir app­il­sin­ gulu av Skála í ár. KÍ hevur at kalla allar mans tøkar. Ivamálið er Ísak Simonsen, sum spælir á vinstra bakki og vinstra vongbakki, tá tað er brúk fyri tíð. KÍ hevði trupult við at finna ein avloysara í stór­steypa­ dyst­inum, har menn sum Atli Dani­elsen, Jákup B. Andreasen og Tór­ur Justesen allir spældu eina løtu, men ongin sannførdi. Hørður Ask­ham sat uttanfyri leygardagin, men er meldaður tøkur til dystin móti Skála. KÍ hevur eina sterka stammu á lið­num, sum ger tað torført at skora Ikki við: Alex Mellemgaard (vøddaskaði, 2 mánaðir), Fróði Pætursson og Magnus Holm Jacobsen (við U17 landsliðnum) Ikki við: Levi Hanssen (fipur) Andrew av Fløtum (forstrekking) Ivasamur: Tróndur Jensen (forstrekking) Ikki við: Sjúrður Jacobsen (liðband, 6-8 vikur) Tóki av Lofti (fótskaði, 1-2 vikur) Ivasamur: Árni G. Olsen (knæskaði) LIÐ TÍÐINDI B36 HB EB/Streymur Ivasamur: Ísak Simonsen Allir mans tøkir KÍ ÍF FÓTBÓLTUR Sunnudagin rullar bólturin aftur í føroysku landskappingini. Longu i fyrsta umfari er dystur, sum á papírinum sær spennandi út. Tað eru FM vinnararnir úr Leirvík og Gøtu, sum taka móti FM vinnarunum frá bæði 2014 og 2015 – B36 Upptakt FM SAMAN- BRESTUR Í SARPUGERÐI