hósdagur 9. mars 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017
SOSIALURIN 30
27
móti teimum. Helst kemur Skála at
merkja tað í fyrsta dystinum í ár.
Sosialurin tippar: 2-0
NSÍ stendur á fleiri beinum
NSÍ-EB/STREYMUR: KÁRI Á
HØVDANUM
Sunnudagin klokkan 15.00
Tilgongdin av Bárði J. Hansen, Jan
Ellingsgaard og Karl Løkin hevur
givið NSÍ fleiri bein at standa á,
meðan fleiri av yngru spælarunum
av álvara bjóða seg fram. So hóast
NSÍ millum annað í ár verður uttan
Nikolaj Køhlert, so tykist liðið
hava fingið fleiri bein at standa
á. Mangan hevur alt hvílt á Árna
Frederiksberg og Klæminti A.
Olsen.
EB/Streymur kom í fjør upp úr
1.deild í stórum stíli, men liðið tyk
ist ikki verða so nógv sterkari enn
tá teir fóru hinvegin í 2015.
NSÍ er risa favorittur at vinna
dystin, men tað er fyrr sæð, at
uppflytarar vísa seg fram í fyrstu
umførunum. Hugurin er í topp og
liðini eru væl skipaði, meðan bólt
førleikin ikki er tann besti. Tað
kann koma felagsliðnum úr Sunda
lagnum til góðar.
Fyri NSÍ kemur tað illa við, at
Pól Jóhannus Justinussen situr
uttanfyri við skaða í fótinum, men
EB/Streymur hevur eisini fleiri
skaðar. Har í millum royndi mið
vallarin Sjúrður Jacobsen.
Sosialurin tippar: 3-1
“Elly” og Bergvold spæla
HB-07 VESTUR: PETUR REINERT
Sunnudagin klokkan 15.00
Tvey lið, sum vit ikki ordiliga kenna
styrkina á, eru HB og 07 Vestur.
Nógv er nýtt á liðnum hjá HB, með
an 07 Vestur hevur styrkt seg við
spennandi spælarum. Tað er einki
at siga til, at HB er favorittur undan
dystinum, meðan 07 Vestur kann
leggja seg aftur at spæla kontra.
Sigfríður S. Clementsen, venjari
hjá HB, væntar tó ikki, at talan
verður um nakran lættan og væl
spældan dyst.
– Tað er tíðliga í kappingini, tá er
sjáldan talan um góðan poleraðan
fótbólt. Mangan er tað liðið, sum
vil tað mest, ið vinnur. Málini koma
upp á feilir og deyðbóltar, so tað
er týdningaarmikið hjá okkum, at
verða til reiðar og vilja gera tað arb
eiðið, sum skal til, sigur Sigfríður S.
Clementsen.
Í HB er stórur spenningur um
navnframi Martin Bergvold byrjar
inni. Somuleiðis hevur málsøkni
danin, Daniel “Elly” Pedersen sitið
uttanfyri í eina tíð. Nógv bendir tó
á, at teir spæla sunnudagin.
– Eg kann siga so mikið sum, at
vit hava ikki tikið Martin Bergvold
og Daniel “Elly” Pedersen inn fyri at
sita á bonkinum, sigur Sigfríður S.
Clementsen, eitt sindur gátuførur
á málinum.
Liðið hjá HB er ikki væl sam
anspælt, so tað er hugsandi at tað
verður torført at trilla 07 Vestur
umkoll. Uppflytarnir hava sterkar
spælarar á fremstu plássunum, har
serliga navnframi Ken Fagerberg
kann gera um seg.
Sosialurin tippar: 1-0
Tveir ókendir faktorar
TB/FSC/ROYN-ÍF: EILER RASMUSSEN
Sunnudagin klokkan 15.00
Nýggja felagsliðið í suðuroynni
skrivar sunnudagin søgu, tá liðið
spælir sín fyrsta almenna dyst.
Nýggjur venjari er fyrrverandi
skotski landsliðsspælarin, Mau
rice Ross. Hann er ungur í venjara
umhvørvinum, so tað er torført at
meta um hansara dygdir.
Somuleiðis er tað torført at spáa
um styrkina hjá samanlagda lið
num í suðuroynni. Fleiri spælarar
eru vekk, meðan fleiri ókendir fakt
orar eru. Millum annað útlendsku
spælararnir og lyklaspælarar sum
Poul Ingason, Jón Krosslá Poulsen
og Rógvi Joensen. Allir hava verið
skaddir og óstøðugur í sínum av
rikum í fjør.
ÍF hevur eisini eitt umskiftiligt
lið í løtuni. Tó eru fleiri kendir
faktorar á liðnum, har allir mans
eru tøkir. Spurningurin er hvussu
Jákup Mikkelsen blandar kortini.
Stóri trupulleikin hevur verið mið
verjan, men sum skilst so verða tað
Ndende Adama og Fritleif í Lamb
anum, sum skulu taka um endan.
Sosialurin tippar: 1-1
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Ikki við:
Erling Jacobsen (fóturin, 3 vikur)
Jákup V. Olsen (knæið, 2 vikur)
Ivasamir:
Sorin Anghel (smáskaðar)
Andeas Lava Olsen (fótliður)
Ivasamir: Jón Krosslá Poulsen
(vøddaskaði) og Dánjal Godtfred
(spark á beinið)
Ikki við: Rógvi Joensen (skaða í
høvdinum)
Allir mans tøkir
Ikki við: André Olsen skaddur
(Vøddaskaði, 4 vikur)
Ivasamur: Ólavur Mikkelsen
(Vøddaskaði)
VÍKINGUR
Ivasamur: Pól Jóhannus
Justinussen (fótskaði)
NSÍ
TB/FSC/Royn
07 VESTUR
SKÁLA
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Víkingur-B36
KÍ-Skála
NSÍ-EB/Streymur
HB-07 Vestur
TB/FSC/Royn-ÍF
SOSIALURIN TIPPAR