Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mars 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MARS 2017 SOSIALURIN 30 28 Óli Jacobsen Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen 1.partur T að hava verið fleiri, sum hava roynt at upp­ finna ymsar háttir av telegrafi. Men tele­graf­ ur­in, sum hann var kendur, varð upp­funnin í 1837 av Samuel Morse. Hann kom eisini at leggja navn til mors­ing alfabetið, m.a. við tí kenda SOS.Tað var skjótt, at telegrafurin koll­velti samskiftismøguleikarnar í stórum parti av heiminum. Tað var eisini skjótt, at Føroyar blivu ein partur í eini ætlan at leggja telegrafkaðal millum Am­ er­ika og Europa. Hann skuldi leggj­ast umvegis Grønland, Ís­land og Føroyar til europeiska meg­in­ landið. Tað var ein amerikanskur ob­ erst­ur, Shaffner, sum fekk hetta hug­skotið, og longu í 1853 fekk hann loyvi frá danska statinum til hesa verkætlan at leggja kápulin um hesi trý londini í danska rík­ in­um. Men hetta loyvið var kortini tíð­ar­av­markað ­og skuldi falla burt­ur um verkætlanin ikki var bliv­in veruleiki innan 10 ár. Men gjørd­ist hon veruleiki skuldu rættind­ini standa við í 100 ár. Hóast Shaffner fekk longt hesa freist­ina, og hóast hann nýtti eina ómeta­ligu orku fyri at fáa hana gjørda til veruleika kom kortini einki burtur úr henni. Tað vóru fleiri orsøkir til tess. Ein var, at hann kappaðist við onn­ ur fíggjarlig áhugamál, sum vildu leggja kápulin so beinleiðis, sum tað kundi vera millum Ongland og USA. Henda fyrsta royndin varð lið­ug í 1857 og var kápulin lagdur um New Foundland og Írland til Bret­land. Hetta var sjálvsagt ein stór­hend­ing, og tað var eisini sjálv bretska drotningin, Victoria, sum sendi fyrsta fjarritið millum heims­part­arnar. Í USA var fagnaðurin so stórur, at hetta skuldi haldast við einum stór­um fýrverkari í New York. Hetta endaði tó ikki væl, tí fest var í ráð­húsið í New York, sum brendi í grund. Men gleðin vardi ikki leingi. Káp­ul­in slitnaði ferð eftir ferð, og aft­aná eitt ár var hildið uppat at um­væla hann. Hetta stuðlaði Shaffner í síni ætl­an, har káplarnir skuldu vera fleiri og styttri. Hetta vildi eisini bøta um dygdina av sambandinum. Ì fyrsta umfari var tað tí hepp­ ið hjá Shaffner, at tað sum sagt gekk ikki væl við at leggja tann bein­leiðis kaðalin millum Eur­opa og Amerika, og hann var sann­førd­ ur um, at hansara loysn var tann besta og tryggasta. Tað var tó ein bági í hesi verk­ætl­ an. Hon var, at í danska loyvinum varð ásett, at øll fjarrit skuldu ganga um Keypmannahavn. Hetta gjørdi tað truplari hjá Shaffner at fáa pening til hesa íløgu úr Bret­ landi og Amerika. Men tá tað í 1866 endiliga eydn­ að­ist at leggja kaðalin um Ísland, var grundarlagið burtur undan ætl­an­ini hjá Shaffner. Hetta merkti sam­stund­is, at Føroyar ikki fingu tele­graf­sam­band fyrr enn 40 ár seinni. Men kortini stendur eftir tann ferða­frá­søgn, sum er til skjals frá teirri kanningarferð til Føroya, Ís­lands og Grønlands, sum varð gjørd av Shaffner í 1860-61. Hon er eis­ini áhugaverd, tí hon gevur eina huga­liga lýsing av føroyingum fyri 150 árum síðani. Endamálið við hesi ferðini var at kanna umstøðurnar fyri at leggja hendan kápul, og aftaná varð útgivin ein frágreiðing við mynd­um og kort­um. Hon kallaðist “Fox Eks­pe­di­ti­onen i Aaret 1860 over Fær­øerne, Island og Grønland med op­lys­nin­ger om Muligheden af et nordatlantisk Telegraf-An­ læg.” Til hesa uppgávu var fingið til vegað kanningarskipið Fox, sum var riggað sum ein topp­segl­skonn­ art við hjálpi­mot­ori. Við á ferðini var eisini “krigsdamperen” Bulldog, sum bretska stjórnin sendi fyri at kanna dýpdarviðskiftini. Farið varð úr London tann 20. juni 1860. Siglt varð framvið Peter­ head í Skotlandi á morgni tann 29, og teir komu á Havnina tann 3. august eftir at hava gjørt yms­ar mátingar í havinum millum Skot­ land og Føroyar. Við á ferðini var eisini “Premi­ er­løjtant Zeilau”. Hann var dani og hann skrivaði frágreiðingina frá ferðini. Hon var drúgv og við fleiri myndum, serliga úr Íslandi og Grønlandi. Her verður bert nak­að stytt tikin tann partur av frágreiðingini, sum viðvíkir steðg­ in í Føroyum. Frágreiðingin er fyri ein stóran part um hús, teir hava vitjað á Streym­oynni, og um fólk, teir hava hitt. Inn í millum hesar verða settar frá­greiðingar um hesi fólk og teirra ættir, har fleiri teirra hava havt ein stóran týdning í okkara sam­felagi. Danska málið í hesi frásøgn er 150 ára gamalt, men tað er kortini ógvu­liga lítið broytt og tí væl les­ andi . Fox: Koma til Føroyar Eftir at hava greitt frá ferðini úr Lon­don og um tá ið teir nærkast Før­oy­um verður hildið fram: Den 3De August styrede vi ende­lig ind mellem Færøerne, sø­gen­de Thorshavn nord om Naalsø, og nu bgyndte Fox sin del af Ex­pedi­tionens Arbeide, nem­lig Un­der­søgelserne af Lan­dings­ ste­derne og Landrouten for den nord­at­lantiske Telegraf. I en Afstand af 2 ½ Mil fra Ha­ vet til Nordpynten af Naalsø gik Lod­det hele Tiden og gav 35 til 26 Favne Vand med blød Bund af Skal­ler og Leer. Op ad Dagen blev Vei­ret smukt, og vi glædede os ret ved Synet af Færøernes stejle, dris­ tige Klippevægge, som stolt hæ­ve­ de sig fra Havet, paa sine Steder fra 2.000 Fods Højde. Kl 10 ¾ Formiddag faldt vort An­ker ved Thorshavn, efter at vi hav­de været 14 Dage underveis. Hildu klippfisk vera skjúrtur Langs Kysten opdagede vi en mæng­de Fruentimmere, til­sy­ne­ la­den­de i færd med at tage Stor­ vas­ken hjem, som havde ligget paa Ble­gen. He­le Terrainet syntes Over­saa­et med hvide Skjorter og an­det Linned. Dette gjorde et over­ maa­de be­ha­geligt Indtryk paa os, da vi an­kom med helt andre For­ ud­sæ­t­nin­ger, navnlig da vi dans­ke, som havde hørt og læst saa meget om Færingens mindre Om­hyg­ge­ lig­hed i Retning af Reen­lig­hed. Da vi imidlertid rettede Kikker­ ten paa den utallige masser Skjor­ ter, som forekom os at afgive rent linned for Thorshavns 900 ind­byg­ ge­re i det mindste for en halv Som­ mer, opdagede vi stor Skuf­fel­se: Tað eru fleiri áhugaverdar gamlar ferðafrásagnir úr Føroyum aftur í 1800-talið. Ein áhugaverd frásøgn er frá Fox-ferðini í 1860 Fox í illveðri Á veg norður eftir Streymoynni kom kanningarnevndin fyri til Kaldbaksfjørð FOX KANNINGARFERÐ