Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo tíðindi síða 6 Teistin komin og farin ítróttur síða 16 Kyndil hóttir í FM stríðnum Tá politiskar avtalur verða gjørd­ar, so skulu tær haldast. Tað er sjálv­ andi tað minsta, vit kunnu krevja av okk­ara politikarum. Men tá politiskar avtalur verða gjørd­ar, so mugu tey, sum gera av­ tal­ur­nar eisini vita av tí, og tað, sum av­tal­að er, eigur at verða skjalfest. Rokið um gjaldið fyri at koyra í Vága­tunli­num er greitt dømi um pol­itiskt arbeiði, sum er av handa­ hógvi merkt. Onkur pástendur, at avtala er gjørd um, at tað lánið er útgoldið, skal vera ókeypis at koyra, með­an onnur halda uppá, at parta­pen­ing­ ur­in hjá landskassan, sum er 395 mill­ión­ir krón­ur, eisini skal vera aft­ur­gold­in, meðan uppaftur onnur als ikki kenna til nakra avtalu. Nú hevur Sambandsflokkurin lagt upp­skot fyri Løgtingið um, at tað skal vera ókeypis at koyra. Sami flokk­ur, sum sat við valdið, tá lánini vórðu útgoldin, og hvørs løgmaður stað­festi, at partapeningurin til lands­kass­an eisini skal gjaldast aft­ur, áðrenn ókeypis koyring kann koma upp á tal. Hetta er sama niðurstøða, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, er komin til. Tí kunnu vit í øllum førum stað­ festa, at her fyriliggur eingin greið av­tala. At so Sambandsflokkurin broyt­ir støðu, tí at formaðurin hev­ur lisið okkurt í viðmerkinum til broyt­ing í mvg-lógini í 2002, sum sann­førir hann um, at ein av­tala fyriliggur, tykist eitt sindur opp­ ort­unt. Tað er tó valla hugsandi, at eitt slíkt upp­skot verður sam­tykt av sam­gong­uni – ser­liga við stað­fest­ ing­ini hjá Løg­mans­skriv­stov­uni í huga. ­Tí hetta merkir í veruleikanum eina útreiðslu upp á 395 milliónir krón­ur. Pengar, sum sam­bært tulkingunum hjá Løg­mans­skriv­ stov­uni skulu aftur í landskassan, áðr­enn tað verður ókeypis at koyra. Tað er tó nógv, sum bendir á, at tað verður ikki ókeypis at koyra. Men tað hevur tó týdning, at tað ikki verður gjørdur mis­mun­ur á økjunum í landinum. Lands­stýr­is­ mað­ur­in hevur tosað um ein sam­ halds­fasta skipan – og tað hava onn­ur við. Avbjóðingin er so, um tað ber til at gera eina samhaldsfasta skip­ an fyri bæði skip og tunlar, sum javnsetir allar føroyingar, sum skulu ferðast millum økini í Før­ oy­um. Tað krevst tó, at ein slík ætlan verð­ur meira sannførandi, enn mál­ ið um gjaldið fyri Vágatunnilin. sannførandi avtalur Hóast samgongan millum Javn­að­ar­flokkin, Tjóðveldi og Fram­sókn formelt varð skipað 15. sep­tember 2015, tá Aksel V. Johannesen varð valdur til løgmann, so hevur Ed­mund Joensen síðani tá kall­að samgonguna fyri »14. sep­tember-samgongan« – utt­an iva við tilsiping til fólka­at­kvøð­una um loysing, sum var 14. sep­tem­ber í 1946. Men um ein samgonga, sum er skip­að 15. september skal kall­ast 14. september- sam­gonga, so eigur Ed­mund Joensen sjálvur ta fyrstu 14-sepetmber-sam­gongu­na. Tí tá samgonga – eft­ir lang­ar og drúgvar og slitn­að­ ar sam­ráð­ing­ar – varð skip­að eft­ir løg­tings­val­ið 7. juli 1994, var hon júst skip­að 15. sep­ tember. Ed­mund Jo­en­sen varð vald­ur til løg­mann og løg­ ting­ið valdi lands­stýr­is­ fólk­ini. Tað var sein­astu ferð, at løgtingið valdi øll landsstýrisfólkini. Eftir valið í 1998 var tað løg­mað­ur, sum eftir nýggju stýr­is­skip­an­ar­ lóg­ini tilnevndi lands­stýr­is­ fólk­ini. Edmund eigur fyrstu 14. september-samgonguna Avtalan um Vágatunnilin er ikki serliga sannførandi Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Vaktarskifti var í Tinganesi 15. september í 1994, tá Marita Petersen fór frá sum løgmaður, og Edmund Joensen tók við sum løgmaður Á tingfundinum í morgin fer Løgtingið undir fyrstu við­ gerð av málinum um at seta á stovn filmshús. Tað er Poul Michelsen, lands­stýr­is­mað­ur í vinnu- og utt­an­rík­is­mál­um, sum hevur lagt upp­skotið fram. Ein høvuðsuppgáva hjá Films­hús­inum er at tryggja fram­hald í films­vinn­uni, sum í síni nátt­úru er eyðkend av ó­trygg­leika og skiftandi ar­ beiðs­um­støð­um. Films­hús­ ið skal savna og miðla vitan um film, films­vinn­una og filmsførleikar í Før­oy­um, so at bæði før­oysk­ar og út­ lendsk­ar films­fram­leiðsl­ur kunnu verða settar í verk. Filmshúsið skal vera savn­ing­ar­staður fyri før­ oyska films­um­hvørv­ið, mið­støð fyri vitan um film, films­fak­li­g­ar førleikar og út­ gerð. Filmshúsið skal menna al­tjóða netverk og virka fyri, at føroyskir filmar verða sýnd­ir uttanlands, og Films­ hús­ið skal eisini vera við til at samskipa og stíla fyri skeið­um og undirvísing í films­gerð. Í byrjanini er hølis­tørv­ ur­in hjá Films­húsi­num ikki stór­ur. Nóg mik­ið er við ein­ ari skrivs­tovu til leið­ar­an um­framt at­gongd til fund­ ar­høli. Meira um­ráðandi er tað, at Films­hús­ið er í einum kveikjandi um­hvørvi, har films­fólk og onn­ur skapandi fólk hava hug til at koma saman. Arbeitt verður tí fram í­ móti, at virk­sem­ið hjá Films­ hús­i­num verð­ur sam­an við films­verk­stað­num Klipp­ fisk, so at films­fólk hava eitt felags fysiskt um­hvørvi. Tætt samstarv verð­ur somu­leið­is við aðr­ar skip­an­ir og stovn­ar, sum ar­beiða við og stuðla ment­an og films­ fram­leiðslu, m. a. Hug­skot­i­ num hjá Tórs­havn­ar komm­ unu, Í­verk­set­ar­a­hús­i­num, Ment­a­mála­ráð­n­um, Kring­ varp­i­num, Søvn­um Lands­ ins, Fróð­skap­ar­setri­num og Norð­ur­landa­húsinum. Filmshús á løg­ tingsfundi í morgin Úr filminum »Tunnan« hjá Jón­finn Stenberg og Jó­ann­ es Lamhauge Nágreining av yvirskrift í Vikuskiftis Sosialinum Á forsíðuni á Sosialinum fríggjadagin var ein yvirskrift við heitinum "Dóttir mín gjørd­ ist ør av teldli". Vit vilja við hesum útdýpa, at talan í hesum førinum er um, at unga gent­an gjørdist sera ávirkað av at nýta teldilin ov nógv. Millum annað við, at hon fekk svøvn­trup­ul­leikar og gjørdist frá sær sjálvari í løtum. Gentan var sostatt bert ávirkað av hesum, meðan ov nógv teldlanýtsla stóð uppá.