mánadagur 13. mars 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
SAKARMÁL
LANDSRÆTTURIN
VIÐGER NÚ MÁL MÓT
FISKIMÁLARÁÐNUM
Árni Gregersen
Líraberg fekk ikki viðhald,
tá ið felagið stevndi fiski
málaráðnum í sambandi við,
at felagið Sjófeli ikki fekk
makrelkvotu í 2012.
Føroya rættur segði tá,
at Líraberg fekk loyvi at
fiska 300 tons av makreli
og tað var teirra partur av
tí kvotuni, sum útróðrarbát
arnir fingu.
Føroya rættur gav ikki
Lírabergi og Óla Jacobsen
viðhald í, at útróðrarflotin í
felag skuldi havt fingið loyvi
til saman at veiða makrel
kvotuna – møguliga við
einum skipi, leigað til enda
málið.
Í stevningini segði felagið
Líraberg annars, at eftir
teirra hugsan, so átti ongin
uppá forhond rættin til at
veiða makrel á føroyska
landgrunninum, men at tað
er natúrligt, at feløg sum
vara av bátum í bólki 4 og 5
fáa hendan rætt, tí tað eru
hesir bátar, sum síðan lógin
um
vinnuligan
fiskiskap
kom í gildi, hava veitt á land
grunninum eftir hesi lóg.
Nýggja tilfeingið í økin
um eiga hesir bátar, so part
av.
Óli Jacobsen, sum er stjóri
í felagnum Líraberg, tapti
málið í Føroya rætti,, men
hann gavst ikki so.
Í morgin skal Eystari
landsrættur viðgera málið
og nógv bendir á, at dómur
fellur longu hósdagin.
Óli Jacobsen og hansara
sakførari hava arbeitt leingi
við fyrireikingum til málið,
sum í veruleikanum er nógv
breiðari enn spurningurin
um eina makrelkvotu í 2012.
Í øllum fyrireikingunum
til málið í Føroya rætti og
uppaftur meira nú, málið
kemur fyri í Landsrættin
um, er teir farnir djúpari
inn í málið og siga í veru
leikanum,at fiskimálaráðið
hevur umsitið lógina um
vinnuligan fiskiskap skeivt.
Teir vísa á, at skeivar
paragraffir eru brúktar at
geva loyvir eftir og at lands
stýrismaðurin
við
kunn
gerðum er farin út um sínar
heimildir.
Umsiting og
politiskar avgerðir
Líraberg tapti sakarmálið í
Føroya rætti, men tá ið dóm
urin var fallin, var so at siga
ongin ivi um, at farið var víð
ari við málinum.
Tað sum ætlanin er at fáa
staðfest er, at fiskivinnan
undir Føroyum í fleiri før
um, er fyrisitin eftir lógar
greinum, sum Óli Jacobsen
og onnur halda er skeivt.
Eitt annað, sum fyllir
rættuliga nógv í málinum,
er, at eftir teirra fatan, so eru
kvoturnar til makrelin í før
oyskum sjógvi ikki býttar,
soleiðis, sum lógin ásetir.
Víst verður á, at tað er
heimaflotin, sum síðan lógin
um vinnu,ligan fiskiskap
kom í níti-árunum, sum hev
ur fiskað undir skipaðum
viðurskiftum undir Føroy
um.
Fiskiveiðan hevur verið
ómetaliga nógv stýrd eftir
lógini og tað er gjørt ið fiski
døgum.
Tí halda teir, at tey sum
hava fiskað undir Føroyum,
eiga minst líka stóran part í
makrelinum, sum hevur flutt
seg inn í føroyskan sjógv,
sum uppsjóvarflotin hevur.
Stórur
dentur
verður
eisini lagur á, at heimaflotin
hevur livað av at fiska tosk
og hýsu, men havstovan
mælti til í ráðgevingini fyri
2010, at hvørki toskur ella
hýsa átti at verði fiskað, tí
stovnarnir vóru søguliga illa
fyri.
Tí eldur felagið Líraberg,
attað var ein skylda hjá
fiskimálaráðnum,
at
lata
heimaflotanum kvotur av
nýggja makreltilfeinginum,
sum nú í teimum árrum kom
inn á landgrunnin.
– Hetta var ikki bert
nattúrligt at gera, men eftir
okkara fatan, so var hetta ein
skylda hjá fiskimálaráðnum
at lata heimaflotanum stóran
part av makrelkvotuni í før
oyskum sjógvi, sigur Óli
Jacobsen.
Sakarmálið er til viðgerar
í landsrættinum í morgin
og mikudagin og væntandi
fellur dómur hósdagin.
Líraberg hevur ikki í hes
um føri kallað vitnir inn, men
byggir alt málið á skrivligar
keldur, skjøl og tað, sum kom
fram, tá ið málið var í Føroya
rætti.
Stóra sakarmálið móti fiskimálaráðnum, sum felagið Líraberg tapti í Føroya
rætti, fær nýggja viðgerð í Eystara landsrætti í morgin
Líraberg var partur av teimum meira enn 100 bátunum, sum gjøgnum Sjófeli søktu um makrelkvotu
Óli Jacobsen er stjóri í felagnum Líraberg
Fiskimálaráðið umsitir lógina um vinnuligan fiskiskap-
og tað er hendan umsiting, sum rættarmálið eisini snýr
seg um Líraberg var partur av teimum meira enn 100
bátunum, sum gjøgnum Sjófeli søktu um makrelkvotu