Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Í løtuni má tað verða mín fartelda. Tað er í øllum førum tað tingið, sum eg brúki allarmest í løtuni. Nýggi internet-handlin hjá mær krevur, at eg eri nógv online, og mesta arbeiðið verður gjørt frá telduni. Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Eg kundi hugsað mær at farið til Føroya aftur skjótt. Mær hevur altíð dámt væl at verið í Føroyum, og eg havi familju at vitja. Eyðun Klakstein Mikukvøldið var føroyska Gunn­vør Virgarsdóttir Dals­ gaard at síggja í donsku sjón­ varpsrøðini Forside­fruer á rásini TV3, og áður hevur hon eisini javnan verið frammi í donskum miðlum – serliga tí hon hevur gingið saman við kenda modellinum Oliv­ er Bjerrehuus, sum hon eigur tvey børn saman við. Onkun­tíð hevur kuril verið á tráðnum teirra millum, og tá hevur Gunnvør upplivað rættiliga nærgangandi miðla­umrøðu Men hvør er hendan Gunn­vør Virgarsdóttir Dals­ gaard, sum javnan troppar upp í miðlunum, og sum nú er ein av høvuðspersónunum í stórum reality-satsi hjá sjón­varpsrásini TV3? Vit hava prátað við kvinn­una, sum hevur hægri út­búgving, er sjálvstøðug vinnu­rekandi, eigur tvey børn, er uppá vegin, og nú er mill­um tey kendu í Danmark. Kennir seg føroyska Gunnvør Virgarsdóttir Dals­ gaard hevur føroysk for­ eldur, men er fødd og upp­ vaksin í Danmark, har hon eisini býr. Pápi hennara er kanska serliga kendur í føroyska samfelagnum, tí hann stundum ger vart við seg við millum annað ber­ søg­num viðmerkingum í kjaki. Virgar Dalsgaard hevur eisini undirvíst einum ótali av føroyskum børnum í Keyp­mannhavnarøkinum í før­oyskum máli. – Hóast eg eri uppvaksin í Danmark, og danskt er mítt fyrsta mál, kenni eg meg føroyska, tí eg havi føroysk foreldur og eri uppvaksin við føroyskari mentan, sigur Gunnvør Dalsgaard. Samrøðan gongur fyri seg á bæði føroyskum og donsk­um máli – eg spyrji á før­oyskum, og hon svarar á donsk­um. – Danskt gjørdist mítt fyrsta mál, men eg skilji væl føroyskt, hóast eg ikki haldi meg tosa tað so væl. Tá ið eg var barn, var tað frammi, at tað kundi órógva málsligu før­leikarnar hjá børnum, um tey lærdu tvey mál sam­ stundis, og tí gjørdist tað nokk til, at eg fyrst og fremst lærdi gott danskt mál, sigur Gunnvør Dalsgaard. – Sum barn ferðaðist eg í Føroyum hvørt summar, so eg forbindi Føroyar nógv við at hava frí og feriu. Eg havi eisini sum ung og vaksin vitjað í Føroyum og kundi hugsað mær at sloppið til Føroya aftur skjótt, sigur hon. Hægri útbúgving Í seks ár hevur Gunnvør Dals­gaard búð uttan fyri Dan­mark – í París, Geneve og New York. Lutvíst hevur tað verið orsaka av lesnaði, men hon hevur eisini arbeitt og fingið upplivingar í stór­ býunum. Gunnvør hevur útbúgv­ ing innan samskifti – hon er cand. comm. – og hon hevur eftir útbúgvingina eisini starv­ast nakað innan hetta økið. Síðani hon fekk fyrsta barn­ið fyri sjey árum síð­ani, hevur Gunnvør verið bú­ sitandi í Danmark, og hon hevur ikki ætlanir um at flyta út um Danmark aftur júst nú. – Tað var eitt sindur lætt­ari at fara til onnur lond at búgva, tá ið eg var einsamøll. Nú havi eg tvey børn, og tað triðja er á veg. Tí verður tað í løtuni til onkrar langar feriur hjá okkum, men eg verði búgvandi í Danmark. Tað hevði heldur ikki borið til at fara úr Danmark við børnunum, tá ið eg og pápi teirra ikki longur eru saman, sigur hon. Barn á veg Gunnvør Dalsgaard hevur mang­an verið í andgletti í donsk­um miðlum – serliga teim­um, sum skriva um tey kendu – tí hon hev­ur hildið – Eg og Oliver skulu ikki verða par, men vit eru samd um, at vit duga væl at gera deilig børn, og tí skulu vit nú hava eitt barn afturat, sigur Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard, sum nú skal hava triðja barnið saman við kenda modellinum Oliver Bjerrehuus, samstundis sum hon er við í nýggjari sjónvarpsrøð í Danmark. Hon sigur, at hon hevur hugsað væl um sínar avgerðir EG HAVI HUGSAÐ MEG VÆL UM