mánadagur 13. mars 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat heldur tú um Lars Løkke Rasmussen?
– Eg havi ikki atkvøtt fyri Lars Løkke, og eg eri ikki
imponerað av honum og stjórnini. Tað kann koma av, at
eg havi onnur politisk sjónarmið, og eg veit eisini, at
tað er trupult at gera øll nøgd.
Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión?
– So hevði eg nokk farið longur burtur enn til Føroya. Eg hevði tikið børnini
við mær og fari til Bali ella onkrastaðni, har vit kundu fingið hita og
tikið okkum av løttum eina tíð.
Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard, sum er við
barn, er ein av høvuðspersónunum í nýggjari
sjónvarpsrøð hjá donsku rásini TV3
Mynd: Linda Johansen/Ekstra Bladet
Havt fleiri keðiligar
upplivingar í miðlunum
Seinastu
árini
hevur
Gunnvør
Dalsgaard
fleiri ferðir upplivað, at
hennara privatu viður
skifti eru endað í miðl
um, sum skriva um tey
kendu.
Forholdið
við
Oliver Bjerrehuus hev
ur ikki bara verið lætt og
beint fram, og á síðulinj
uni hava miðlar staðið
klárir at lofta søgum um
tey og blást tær upp í
dramatiskum yvirskrift
um.
–
Tað
hevur
verið
rættiliga
ódámligt
og
strævið. Eg havi sjálv ver
ið rímiliga privat, men
Oliver er glaður fyri miðl
arnar, so eg havi verið í
einari millumstøðu. Eg
havi havt fleiri keðiligar
upplivingar, tí miðlarnir
hava yvirdrivið ella skriva
okkurt skeivt, men tað
ber ikki til at fara út at
dementera ella diskutera,
hvørjaferð okkurt er galið.
– Sumt mást tú bara
lata fara og ugga teg við,
at tey, sum kenna teg best,
vita, hvussu alt hongur
saman, sigur Gunnvør
Dalsgaard.
saman við kenda modell
inum
Oliver
Bjerre
huus. Gunnvør hitti
Oliver fyri ellivu
ár síðani, og tey
funnu
saman.
Tá ið tey høvdu verið saman
í trý ár fingu tey eina dóttur,
men forholdið millum Gunn
vør og Oliver helt ikki.
– Vit fóru frá hvørjum
øðrum, tá ið Sigga var tvey
ár. Eftir tað royndu vit at
fáa tað at rigga aftur, men
seinastu fýra árini hava vit
ikki verið par, sigur Gunnvør
Dalsgaard.
Hóast tey ikki hava verið
par, hava tey fingið eitt barn
afturat, og nú er triðja barn
ið á veg, hóast tey ongar ætl
anir hava um at finna saman
aftur.
– Eg og Oliver skulu ikki
verða par, men vit eru samd
um, at vit duga væl at gera
deilig børn, og tí fáa vit nú
eitt barn afturat. Hóast eg
og Oliver ikki finna út av
tí sum par, er hann sera
góður við børnini, og tað
hevur
størst
týdning,
sigur Gunnvør Dalsgaard.
– Eg havi sjálvandi hugs
að meg væl um, og ja, hetta er
ein praktisk loysn. Fyri mær
virkar tað alt ov fløkt at fáa
ein nýggjan mann inn nú og
fáa barn við honum. Hetta
fer at rigga munandi betur
fyri okkum.
– Børnini búgva hjá mær,
og onkuntíð eru tey saman
við pápanum, ella vit øll gera
okkurt saman. Eg havi eisini
hugsað, um eg hevði megnað
at tikið mær av øllum, um tað
endaði soleiðis, og tað klári
eg. Vit hava ein góðan og
vælvirkandi gerandisdag, og
børnini trívast væl í skúla og
barnagarði. Eingin veit, hvat
lívið bjóðar, men eg eri ein
dedikerað mamma, og tað er
eingin trupulleiki, at Oliver í
tíðarskeiðum er fráverandi,
sigur Gunnvør Dalsgaard.
Tað vakti ans, tá ið Gunn
vør Dalsgaard segði alment,
at hon og Oliver Bjerrehuus
høvdu avgjørt at fáa eitt
barn afturat, hóast tey ikki
hava verið par í fleiri ár.
– Eg havi fingið ymiskar
reaktiónir. Summi fólk undr
ast, og onnur siga seg skilja
okkara avgerð, tí tað kann
verða trupult at fáa eitt nú
tímans lív við ymiskum páp
um, familjum og skiftisbørn
um at rigga.
– Hetta er ein vælum
hugsað
avgerð.
Eg
vildi
gjarna hava trý børn, og tað
vildi Oliver tíbetur eisini.
Oliver er pápi at børnunum,
og hann elskar tey. Eg havi
gerandisdagin hjá teimum,
og so taka vit tað harfrá, sig
ur Gunnvør Dalsgaard.
Forsíðufrúa
Mikukvøldið sýndi danska
sjónvarpsrásin TV3 fyrsta
part av røðini Forsíðufrúir,
sum er reality-røð, ið fylgir
lívinum hjá fimm kvinnum.
Ein teirra er Gunnvør Virg
arsdóttir Dalsgaard.
– TV3 spurdi meg, um eg
vildi verða við, og eg segði
ja, eftir at hava hugsað meg
um. Sjálvandi ivaðist eg, tí
hetta er reality-sjónvarp á
TV3, og eg stúri eitt sindur
fyri, hvussu eg kann koma
at framstanda, tá ið TV3
hevur
klipt
upptøkurnar
og sett tær saman. Men eg
hugsaði, at hetta var eisini
ein góður møguleiki hjá mær
at promovera mín nýggja
internethandil, tí TV3 hevur
stóran hyggjaraskara, og eg
raki mín málbólk væl við at
luttaka í hesari sendirøðini,
sigur Gunnvør Dalsgaard.
Seinastu mánaðirnar hev
ur TV3 gjørt upptøkur av
gerandisdegnum hjá Gunn
vør Dalsgaard, og tey hava
eitt nú fylgt hennara gravidi
teti og arbeiði við nýggja in
ternethandlinum.
– Tað er ikki so, at eg veru
liga reypi mær av at verða
við í hesari sendirøðini, men
tað gevur meining fyri meg,
og eg leggi ikki so nógv í,
hvat fólk halda um hetta. Eg
havi onkuntíð verði at sæð
í onkrari reality-røð, men tá
hevur tað altíð verið Oliver,
sum hevur verið høvuðsper
sónurin. Hesaferð snýr tað
seg um meg, og eg havi eisini
størri ávirkan á, hvat verður
upptikið av mær, sigur hon.
– Tað hevur verið intenst
og krevjandi at gjørt upp
tøkur, tí sjónvarpsfólkini
fylgja við tær upp á gott og
ilt. Eg fái ávirkað upptøkur
nar nakað, til dømis er tað
sera umráðandi fyri meg, at
børnini ikki verða útstillað,
men eg stúri eisini eitt sindur
fyri, hvussu TV3 fer at klippa
sendingina, tí tað skal eisini
verða eitt sindur av drama
og spenningi í røðini, og tá
kunnu tey yvirdríva eitt
sindur onkuntíð. Í grundini
havi eg latið nakað av mínum
privatlívi til sjónvarpsfólk at
brúka, og tað er eitt sindur
nervapirrandi.
Mammur forkelast
Høvuðsorsøkin til, at Gunn
vør er við í nýggju sendi
røðini er, at hon so kann
gera vart við nýggja inter
nethandilin, sum hon hevur
latið upp saman við einari
vinkonu. Tær kalla hand
ilin Spoilmommy. Hetta er
ein nethandil, sum bjóðar
ymiskar vørur og gávu
pakkar til kvinnur – serliga
mammur.
– Vit fingu eitt hugskot
um, at vit vildu geva øllum
ein møguleika at forkela
mammur. Mammur eru fan
tastiskar, og framvegis eru
tað ofta tær, sum taka tað
stóra takið í heiminum og við
børnunum, sigur Gunnvør
Dalsgaard.
– Tá ið mammur fáa gáv
ur, eru tað ofta blómur til
tær ella klæði til børnini,
men vit vilja gjarna geva
mammum luksusvørur, sum
tær sjálvar kunnu fáa gleði
av – tær skulu forkelast, sig
ur hon.
Næstu
vikurnar
fáa
hyggjarar á TV3 høvi at
fylgja við í gerandisdegnum
hjá Gunnvør og hinum fyra
kvinnunum, sum eru settar
saman til júst hesa sendirøð
ina.
– Eg kendi einu kvinnuna
væl, og ein aðra eitt sindur,
men tvær kvinnur kendi
eg als ikki frammanundan.
Men tað hevur verið eisini
verið stuttligt at verða við
í upptøkunum, vit hava
verið og ferðast og upplivað
ymiskt saman. So eg taki tað
fyri tað, sum tað er, sigur
Gunnvør Virgarsdóttir Dals
gaard.
eydun@sosialurin.fo
UM GUNNVØR VIRGARS
DÓTTIR DALSGAARD
Gunvør Virgarsdóttir Dalsgaard hevur útbúgving sum
cand. comm og er sjálvstøðug vinnurekandi við
heimasíðuni Spoilmommy. Hon hevur føroysk
foreldur, men er uppvaksin í Danmark. Gunnvør
hevur búð í París, New York og Geneve – lutvíst í
sambandi við lestur. Hon eigur tvey børn saman við
kenda modellinum Oliver Bjerrehus, og tey vænta
nú triðja barnið, hóast tey ikki eru par. Gunnvør
er ein av høvuðspersónunum í sjónvarpsrøðini
Forsidefruer á TV3.