mánadagur 13. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FMA
FYRSTU FMA-VIRÐIS
LØNIRNAR HJÁ LENU
Bara Eivør hevur fingið fleiri før
oyskar tónlistavirðislønir enn Lena
Anderssen. Í fjør átti Eivør kvøldið,
men í ár fekk Lena Anderssen
flest virðislønir. Á FMA 2017 varð
hon kosin ársins songkvinna, út
gáva hennara, Eagle in the Sky
varð kosin ársins útgáva og hon
fekk virðisløn fyri ársins húsa.
Harumframt fekk maður hennara,
Niklas Johannesen, virðislønina
sum ársins framleiðari fyri sítt
arbeiði á Eagle in the Sky.
Tó at hon hevur vunnið fleiri
tónlistavirðislønir, so vóru hetta
kortini fyrstu FMA-virðislønin til
Lenu Anderssen. Í fjør var hon til
nevnd til ársins sang fyri Eagle in
the Sky og sum ársins songkvinna,
meðan hon í 2014 var tilnevnd fyri
ársins videolag fyri The Fighter.
Hon fekk tó fimm Planet
Awards virðislønir í sínari tíð. Í 2011
fekk hon virðisløn fyri ársins ein
staklingur, ársins songkvinna og
ársins útgáva.
Hinar tilnevndu til ársins
songkvinnu vóru:
Guðrið Hansdóttir
Jenny Augustudóttir Kragesteen
Jóhanna Norðberg Niclasen
Konni Kass
Hon er triðja kvinnan, sum verður
kosin ársins songkvinna. Í 2014 og
2015 varð Greta Svabo Bech kosin til
ársins songkvinnu, meðan heiðurin
í fjør varð givin Eivør Pálsdóttir.
Hini tilnevndu til ársins útgávu í
ár vóru:
Funeral hjá Heiðriki
Haphe hjá Konni Kass
Hint of Melancholy hjá Danny &
The Veetos
Ultramarine hjá Fróða
Í 2014 fingu Týr og Byrta heiðurin
fyri bestu rock og popp-fløgurnar.
Í 2015 var tað Call For a Revolution
hjá Høgna og í 2016 Slør hjá Eivør
Pálsdóttir.
Filmsstjóri, listamálari og nú eisini
ársins sangari á FMA2017. Heiðrikur
á Heygum er kanska fjølgávaður
sum fáur.
Filmar hansara hava fingið
góð ummæli bæði í Føroyum og
uttanlands. Í 2014 vann stuttfilmur
hansara Skuld bæði Geytan og
Áskoðaravirðislønina.
Hann var tann, ið var tilnevndur
flest ferðir til eina FMA-virðisløn í
2017. Trý av teimum fimm sjón
bandaløgunum, sum vóru tilnevnd
til ársins videolag í ár, vóru fram
leidd av honum (hann vann kortini
ikki). Tað bilar kanska kortini
minni, tí hann fekk eina FMA-
virðisløn fyri ársins videolag í 2015,
tá Rain hjá Eivør varð kosið tað
besta.
Nú fekk hann so sína fyrstu
FMA-virðisløn fyri tónleik sín.
Heiðrikur á Heygum er ársins
mannligi sangari innan føroyskan
popp og rokk.Í fjør gav hann aðru
fløgu sína, Funeral, út, og sangirnir
haðani hava verið nógv spældir á
føroysku útvarpskanalunum.
Hinir tilnevndu sangararnir vóru:
Danny Baldursson
Fróði Hansen
Hans Andrias Jacobsen
Sakaris Emil Joensen
Hinir, sum hava fingið FMA-
virðisløn sum ársins sangari eru
Jón Aldará og Hallur Joensen í 2014,
Benjamin Petersen í 2015 og Marius
Ziska í 2016.
Filmsstjórin er ársins sangari
Ársins
tónleikaheiður
verður
latin onkrum, sum hevur sett sítt
sermerki á føroyskt tónleikalív
á onkran hátt. Undanfarin ár er
heiðurin latin Simma, Kristian Blak
og Anniku Hoydal.
Vinnarin í ár er fyrst og fremst
tónleikari, men hevur eisini verið
orkesturleiðari og tónleikalærari.
Vaksnu rútmisku tónleikararnir í
dag munnu allir á onkran hátt hava
havt okkurt við Brand Øssurson at
gera og latið seg ávirka av honum.
Ávirkanin, hann hevur havt
á føroyskan rútmiskan tónleik
gjøgnum sítt virksemi í Skansa
stovu, sína frálæru og sítt arbeiði
sum kveikjari av millum øðrum
Tórshavnar Jazz, Fólka- og Blues
festivali, kann neyvan undirmetast.
Brandur Øssursson fekk ársins
tónleikaheiður á FMA.
Soleiðis grundgevir dómsnevnd
in fyri at geva Branduri Øssursson
Ársins Tónleikaheiður á FMA 2017.
14. januar 1950 er ein dagur av
alstórum týdningi føroyskari tón
leikasøgu.
Henda kalda vetrardagin fyri
67 árum síðani keypti Brandur
Øssursson sína fyrstu saxofon. Og
tað var byrjanin til tónlistarligu
yrkisleiðina hjá einum av mest
virknu føroysku tónleikarunum
nakrantíð. Og hann er virkin enn.
Sum 83 ára gamal er Brandur
Øssursson framvegis partur av
fleiri tónleikabólkum, hann er
orkesturleiðari og er við í einum
jazzkollektivi.
Hann hevur alla sína tí spælt við
í, leitt og stjórnað fleiri orkestrum
og bólkum. Tórshavnar Stórband,
Septettin
Swing-be-bop,
Hans
Jensens Kvartett, HK-Reeves og
Sleipnir Souljazz eru bara nøkur
av orkestrunum og bólkunum, har
Brandur hevur havt ein virknan
leiklut.
Men tað er ikki bara á pallinum,
at Brandur hevur ávirkað føroyskt
tónleikalív. Hann fekk Føroyar upp
í Norðurlendska Musikarasam
bandið sum sjálvstøðuga tjóð. Hann
hevur umboðað Føroyar í Nordjazz
og verið limur í musikknevnd Norð
urlandaráðsins.
Og so hevur hann verið leiðari
í rútmisku deildini á Tórshavnar
musikkskúla, skipað fyri Pop-Top-
konsertini og – ikki minst – tók hann
stigið og var slóðari fyri Tórshavnar
Jazz, Fólka- og Bluesfestival, sum í
20 ár var karmur um tilsamans 1000
konsertir.
Fyri sítt virksemi, áhaldni og alsk
til føroyskan tónleik, fær Brandur
Øssursson Ársins tónleikaheiður.
Heiðraðu rútmiskan undangongumann