Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 1. desember í 1997 koyrdi Ed­mund Joensen sum tann fyrsti løg­mað­ urin nakrantíð, ein landsstýris­ mann úr starvi. Tað var, tá hann koyrdi Sámal Petur í Grund frá. Nýggja stýrisskipanarlógin gav løgmanni hesa heimild. Sosialurin skrivar soleiðis 3. desember í 1997: »Sámal Petur í Grund er ikki landsstýrismaður longur. Hann fekk mánakvøldið 1. desember at vita frá Edmundi Joensen, løg­ manni, at hann er settur frá sum lands­stýrismaður. Orsøkin til at Sámal Petur í Grund hevur fingið sekkin er m. a. tann mátin, sum hann hevur hand­ farið ætlanina um at gera undir­ sjóvartunnil um Vest­manna­sund uppá. Sámal Petur í Grund sigur við Sosialin, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli. Hann hevur verið á kann­ ingarferð í Íslandi, og á mána­ dags­fundinum í Tinganesi herfyri greiddi hann frá málinum. Tað sum síðani er farið fram, er flest øllum kunnugt, tí fjølmiðlarnir hava kunnað um gongdina í málinum um tunnil um Vestmannasund. M. a. kom fram, at málið fór at verða lagt fyri tingið skjótt. Í uppsagnarbrævinum, sum vit prenta her, verður sagt, at osøkin til uppsøgnina er arbeiðshátturin. Upp á fyrispurning um sam­ gong­uni er langt lív lagað, nú fyrst Javnaðarflokkurin er farin út vegna samstarvstrupulleikar, at løg­maður hevur hótt við nývali, og at ein landsstýrismaður nú verður koyrdur, sigur Sámal Petur í Grund, at løgmaður tykist brenna allar brýr rundan um seg. Hvør lagnan er hjá Sámal Petur í Grund eftir hetta er óvist, men hann sigur, at hann altíð he-vur havt stóran áhuga fyri politikki og ætlar hann ikki at gevast. Men um tað verður sum grasrót ella ting­ maður, tað verður so veljarin at gera av. Hvat fer Sámal Petur í Grund at gera nú? – Eg fari fyrst at hugna mær saman við familjuni. Tað er nakað, sum tey verða fegin um, tí nógv av tíðini fer til arbeiðið. Síðani vil tíðin vísa, hvat verður av øðrum. Velja ikki nýggjan landsstýrismann – Vit fara ikki at velja ein nýggjan landsstýrismann. Hetta var stutta men greiða við­merkingin hjá Helenu Dam á Neystabø, tá Sosialurin hitti hana í gongini í Løgtinginum fyri løtu síðani. Løgmaður hevur heitt á Sjálv­ stýrisflokkin um at koma við upp­skoti um nýggjan landsstýris- mann, eftir at hann á midnátt gav Sámali Petur í Grund sekkin. Men tað fer Sjálvstýrisflokkurin so ikki at gera, og Helena Dam á Neystabø vildi ikki greiða nærri frá støðu floksins til samgonguna.« 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1971: Ferðslu­ óhøpp hvønn dag Tað gongur so at siga ikki dagur, at ikki onkur ferðslu­ vanlukka hendir. Flestu ferðslu­vanlukkurnar eru saman­stoytir og ákoyringar við bilum. Seinastu viku hendu fleiri vanlukkur, men tíbetur var í flestu førum ongin fólka­ skaði. Yvir við Strond í Havn rendi ein bilur leygarnáttina á ein annan bil, ið stóð par­ ker­aður í vegjaðaranum. Her hendi stórur skaði upp á bil­arnar, eins og bilførarin meiddist nakað illa. Ofta standa bilar illa par­ keraðir og kunnu verða til stóran skaða. Grovasta dømið upp á hetta eru teir bilar, ið standa parkeraðir í sjálvum sving­ inum uppi við plantasjuna í Havn, og har eru bert 50 metrar til eitt stórt og gott parkeringspláss. Tíma bilførararnir ikki at ganga so frægt? Hevur henda parkering ikki longu kostað eitt mannalív? Skal hon kosta fleiri áðr­ enn avvarðandi myndug­leik­ ar vakna? Fyrsti frákoyrdi landsstýrismaðurin SOSIALURIN 1997 Fyrireikingar av tunli um Vestmannasund var orsøkin til, at løgmaður gav Sámal Petur í Grund sekkin sum landsstýrismaður 6. februar í 1975 var ósemja mill­ um Zakarias Wang og aðal­stjórn­ arlimirnar í Tjóð­veldis­flokk­inum. Tað var eftir skuldsetingar í út­varpinum og í 14. September um dokumentfals o. a., at Zakari- as Wang stevndi teimum átta tjóð­veldisfólkunum. Erlendur Patursson og Ólavur Michelsen vórðu dømdir í fongsul í 14 dagar. Petur Reinert, at Ingrid Dals­garð (Sondum), Kjartan Mørk­øre, Jákup í Jákupsstovu, Viljálmur Patursson og Trúgvi Árting vóru dømd at rinda 14 dagbøtur á 50 krónur. Vilmund Jacobsen, sum er føddur og uppvaksin í Nólsoy, byrjaði at ar-beiða á Sosialinum stutt fyri ársskiftið í 2001. Flestu árini hevur hann búð á Toftum, har hann giftist og setti búgv. Fyri tíðina í Miðlahúsinum arbeiddi hann í hálvt ellivta ár á Fiskiman-nafelagnum, har hann hevði ábyrgdina av FF-blaðnum. Eftir at hann varð liðugur í Hoydølum í 1979, byrjaði hann á sumri hetta ár at arbeiða á 14. September, og árini 1986- 1991 var Vilmund blaðstjóri á tjóðveldisblaðnum. – Miðlahúsið er livandi arbeiðspláss, sum stendur á fleiri miðlapallum. Sum blaðmaður eru uppgávurnar ymiskar. Mánadag og týsdag arbeiði eg mest við Sosialinum og In.fo, og í seinnu hálvu av vikuni arbeiði eg mest við Vikublaðnum og In.fo. Vilmund Jacobsen hevur í fleiri ár sent beinleiðis bátaradio á Rás2, tá bátastevnur eru kring landið um sumrarnar. – Jú, uppgávurnar eru ymiskar og fjølbroyttar, og her er eingin orsøk at keða seg, sigur hann. Starvsfólk: Vilmund Jacobsen Í fongsul fyri Zakarias Wang