mánadagur 13. mars 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÍ VARÐ STÓRI VINNARIN
FM-finalurnar fyri tær yngru deildurnar í flogbólti, vóru um vikuskiftið leiktar í Trongisvági.
SÍ gjørdist stóri vinnarin, sum ikki vann færri enn seks av átta finalum
André Olsen
FLOGBÓLTUR
Um vikuskiftið hava FM-finalurnar
í teimum yngru deildunum í flog
bóltinum verið spældar í ítróttar-
høllini í Trongisvági. Har gjørdist
SÍ stóri vinnarin, tí felagið vann
ikki færri enn seks av teimum átta
finalunum, ið vóru.
SÍ gjørdist bæði Føroyameistari
hjá dreingjum og gentum 14, hjá
kvinnu og mansunglingum hjá
monnum, umframt í dreingjum 16
og í gentum 12.
Av øðrum vinnarum, vunnu
Fleyr og TB eisini hvør sína finalu.
Fleyr vann Føroyameistaraheitið
hjá dreingjum 12, meðan TB vann
Føroyameistaraheitið hjá gentum
16. Við sannførandi avrikinum í
vi-kuskiftinum, talar tí fyri einari
ljósari framtíð fyri flogbóltsfelagið
úr Sørvági.
FM VINNARAR
Í YNGRU DEILDUNUM:
Gentur 12: SÍ
Dreingir 12: Fleyr
Gentur 14: SÍ
Dreingir 14: SÍ
Gentur 16: TB
Dreingir 16: SÍ
Kvinnuunglingar: SÍ
Mansunglingar: SÍ
SÚKKLING
Leygardagin varð kappast í landa
vegssúkkling. 11 súkklarar stillaðu
upp, tá kappast var í 70 kilometra
landavegssúkkling. Leiðin gekk úr
Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin
til Hósvík. Har bleiv vent, og so
gekk leiðin móti Havnini aftur
gjøgnum Oyggjarvegin. Komnir til
Havnar, varð súkklað tvey umfør
inni í Havnini – eftir Ringvegnum,
Sundsvegnum, Vegnum Langa og
so oman eftir Hvítanesvegnum.
Startur og mál var við plantustøð
ina á Hvítanesvegnum.
Vinnari av kappingini leygar
dagin gjørdist Gunnar Dahl-Olsen,
ið kom á mál við tíðini 2 tímum, 18
minuttum og 57 sekundum. Næstur
honum var Jógvan Højggard, ið
endaði á øðrum plássið, meðan
Jan Hjaltalin Olsen endaði á triðja
plássinum.
ÚRSLIT, 70 KM LANDAVEG
SÚKKLING:
1. Gunnar Dahl-Olsen, 2 tímar 18
minuttir 57 sekund
2. Jógvan Højgaard, 2.18.58
3. Jan Hjaltalin Olsen, 2.20.55
4. Kjartan Egholm, 2.23.05
5. Andrass Joensen, 2.23.06
6. Sverri Mohr Edvinsson, 2.32.10
7. Kári Davidsen, 2.37.41
8. Uni Vitalis, 2.38.49
9. Tóri Thorleifsson, 2.38.50
10. Jóanis Albert Nielsen, 2.45.06
11. Henry Berg, 3.02.11
SVIMJING
Føroyski svimjarin, Óli Mortensen,
luttók um vikuskiftið í kapping í
Skotlandi, har Edinburgh Inter-
national Swim Meet 2017 var á
skránni. Leygarkvøldið svam hann
í 800 metrum frí, har hann ikki
gjørdi mætari enn at vinna gull,
tá hann svam teinin uppá 8:16.29.
Talan var um eina góða tíð hjá
Óla Mortensen, sum tó hevur eitt
persónligt met sum eitur 8:10.94, frá
tá hann vann gull á Danish Open í
fjør.
Eisini Krista Mørkøre hevur
luttikið í kapping um vikuskiftið.
Hon luttók á nýggju World Series
ste-vnuni í Keypmannahavn, har
hon svam seg í tvær finalur. Hon
endaði nummar sjey í finaluni í 100
bringu, meðan hon endaði nummar
fýra í finaluni í 50 metrum frí.
FÓTBÓLTUR
Danski áleyparin, Nicolaj Jørgen
sen, ið farna kappingarár skifti
frá
donsku
meistarunum
FC
Keypmannahavn, til hollendska
felagið, Feyenoord, hevur staðið
seg serstakliga væl í hollendsku
kappingini higartil. So mikið væl
hevur tað gingið, at Feyenoord
í løtuni liggur á fremsta pláss
inum í deildini, meðan Nicolaj
Jørgensen eisini liggur ovast á
toppskjúttaralistanum.
Sunnu
dagin spældi hollendska oddaliðið
á heimavølli móti AZ Alkmaar,
og har gjørdi danski áleyparin
ikki mætari enn at skjóta trý av
málunum í 5-2 sigrinum. Hann er
tí í stórformi fyri danska landsliðið
nú undan dystinum hjá dønum
ímóti Rumenia um tvær vikur.
andre@sosialurin.fo
STUTTSØGD TÍÐINDI
SÍ var stóri vinnarin í FM-finalunum fyri tær yngru deildirnar. Her síggjast mansunlingarnir hjá SÍ
Teir tríggir fremstu í landavegssúkklingini, Jógvan Højgaard,
Gunnar Dahl-Olsen og Jan Hjaltalin Olsen
Krista Mørkøre svam seg um vikuskiftið í tvær finalur á
nýggju World Series stevnuni í Keypmannahavn