Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hallur Hansson spældi sum vant frá byrjan, tá AC Horsens tók móti Brøndby í gjár. Fyri eini viku síðan taptu Hallur Hansson og AC Horsens heili 5-0 fyri FCK í Parkini. Nú skuldi tapið vaskast av móti ein­um øðrum stórliðið, nevniliga Brøndby. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, sum tapti 0-2 ímóti Brøndby. Bæði málini hjá Brøndby komu í fyrra hálvleiki. Føroyski landsliðsspælarin var við til at skapa nakrar mál­møgu­ leikar hjá AC Horsens, sum tíverri ikki góvu nakað mál. Hann átti góða sending inn í brotsteigin, eftir deyðbólt. Eisini sendi hann gott innlegg innfyri úr høgru, eftir at hann sneiddi fram­ við mótstøðumanni, men tað bleiv ikki til nakað. AC Horsens liggur á einum tíggjunda plássi við 28 stigum. Fimm stig eru upp til Randers FC, sum liggur á sætta plássinum, sum gevur rætt til luttøku í meist­ara­ skapsendaspælinum. Komandi sunnudag spælir AC Horsens á útivølli ímóti Esbjerg. Tap til OB, Vejle og Vendsyssel FF Jóan Símun Edmundsson var við allan dystin, tá OB í dysti í donsku superliguni tapti 0-1 á heimav-ølli ímóti SønderjyskE. Marc Pedersen skoraði sigursmálið longu tá níggju minuttir vóru farnir av dystinum. Sambært Fyens Stiftstidende var Jóan Símun Edmundsson ikki so eyðsýndur, sum hann hevur verið undanfarnu dystirnar. Komandi sunnudag vitjar OB AGF á útivølli. Føroyski landsliðsspælarin varð í farnu viku kosin til besta spæl­aran tað umfarið. Tað hevur givið toftamanninum avbera væl síðani vetrarsteðgin. Sjálvur sigur landsliðsframherjin, at hann ikki hugsar so nógv um júst tann heið­ urin. Eisini tap í 1.deild Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá dystarbyrjan, tá Vejle á heimavølli tapti stórt 1-5 ímóti Hobro. Longu í steðginum var Hobro á odda 4-0, og eftir 48 minutt­ir vóru farnir var Hobro á odda 5-0, so talan var um ein ring­an dag í verjuni hjá Viljormi og teim­ um. Meinhard E. Olsen var við frá byrjan, tá Vendsyssel FF á útivølli tapti 0-1 ímóti HB Køge. U21 lands­ liðsspælarin hevur av álvara fing­ið møguleikan undir nýggja venj­ aranum, Erik Rasmussen. Mein­ hard E. Olsen skoraði millum ann­ að í steypadystinum móti júst HB Køge. Vendsyssel hevur útleigað Hák­ un Edmundsson til Skála, meðan René Shaki Joensen er skaddur Fremad Amager vann á heima­ vølli 2-1 á FC Fredericia. Finnur Justinussen sat á beinkinum. Frem- ad Amager fekk Martin Jensen vístan av vølli, tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum, og tá mátti venjarin, John »Faxe« Jensen binda um afturi í verjuni. Komandi vikuskiftið vitjar Vejle AB í Gladsaxe. Fremad Amager vitjar Næstved, og Vendsyssel FF tekur ímóti Helsingør. Gunnar móti Bendtner Gunnar Nielsen er í hesum døg­ um á venjingarlegu saman við lið­feløgunum í FH Hafnafirði í spanska býnum Marbella. Í gjár var venjingardystur á skránni ímóti norska stórfelagnum Rosen-borg. Sum kunnugt, so hevur Rosen­ borg júst fingið ein nýggjan leikara í hópin, nevniliga danska Nicklas Bendtner, sum eisini var við í hes­ um venjingardystinum og tískil skuldi royna seg ímóti føroyska lands­liðsmálverjanum. Nicklas Bendtner fekk ikki mál. Tað gjørdi Matthías Vilhjálmsson hinvegin, sum skeyt málið hjá Rosen­borg ímóti landsmonnum sínum í hesum dystinum, sum end­ aði við 1-1-javnleiki. Málið hjá FH skeyt Kristján Finnbogason. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gunnar Nielsen og Nicklas Bendt­ ner hittast á vøllinum. Tað gjørdu teir eisini tá ið Gunnar varð inn­ skiftur fyri Manchester City í Premier League-dysti ímóti Arsenal fyri sjey árum síðani. trondur@sosialurin.fo Tað bleiv alt í alt eitt minni gott vikuskiftið fyri føroysku útisetarnar. Flestu av okkara taptu, men eitt nú Hallur Hansson gjørdi sítt, fyri at koppa Brøndby IF HALLUR EYÐSÝNDUR HÓAST TAP FÓTBÓLTUR – ÚTISETAR MYNDATEKSTUR::::::::::::::::::::::::::::::::: MYNDATEKSTUR:::::::::::::::::::::::::::::::::