mánadagur 13. mars 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
SUÐUROYINGAR LØGDU ÚT
SUM EITT ÓDNARVEÐUR
Fyrsta umfar í næstbestu
deildini hjá monnum varð
um vikuskiftið spælt. Nýggja
felagsliðið í Suðuroynni er oddalið
í deildini, eftir at teir vunnu
stórsigur móti ÍF leygardagin.
Eftir ein langan vetrarsteðg,
er fótbóltsárið av álvara far
ið av bakkastokki um viku
skiftið. Sum kunnugt byrj
aði Effo-deildin sunnudagin,
men leygardagin fór næst
besta deildin hjá monnum
eisini av bakkastokki.
Bara B68 vann av
teimum bestu
Eitt sindur merkisvert við
næstbestu deildini í ár er,
at bert trý feløg hava møgu
leika fyri at vinna sær upp
flyting í Effo-deildina til
komandi ár. Tey trý eru fyrst
tey bæði, ið fluttu niður úr
Effo-deildini í fjør, AB og
B68, umframt Giza Hoyvík.
Hini liðini, ið spæla í deildini,
eru alt lið, ið frammanundan
hava lið í bestu deildini.
Av teimum trimum fingu
toftamenn klárt tí bestu
byrjanina uppá kappingar
árið í 1.deild, tí B68 var tað
einasta av teimum liðunum,
ið fingu fulla úrtøku í fyrsta
umfarinum.
B68
vann
leygardagin
1-0 á heimavølli móti HB,
eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
Sum heild var talan um
uppibornan sigur til tofta
menn, sum serliga í øðrum
hálvleiki vóru eitt vet betur
enn gestirnir úr HB. Í fyrra
hálvleiki var tó talan um ein
javnan dyst, har bæði liðini
høvdu møguleikar fyri at
leggja seg á odda. Einsam
alla málið í dystinum leygar
dagin skeyt innskifti Martin
Olsen, ið er beiggi til nýggja
høvuðsvenjaran
hjá
B68,
Súna Olsen. Hann avgjørdi
á leið 10 minuttir fyri leiklok,
tá hann kom at standa væl
fyri eftir innlegg frá Jann
Inga Petersen úr høgru síðu.
Í evstu løtu var tó um reppið
at HB reyk avstað við tí eina
stiginum av Toftum. Tá fekk
HB brotsspark, eftir at ein
B68 leikari hevði felt Hera
Hjalt Mohr. Daniel Johansen
tók sær av brotssparkinum,
sum B68 málverjin, Ragnar
Lindholm, tó hevði lisið av og
sostatt gjørdist B68 málverj
in dagsins leikari á Toftum
leygardagin.
AB skuffaði – væl
mannað NSÍ lið
vann sannførandi
Hini bæði liðini, ið kunnu
tryggja sær uppflyting í
Effo-deildina – AB og Giza
Hoyvík – dumpaðu bæði í
sínum dystum leygardagin.
AB spældi heldur skuffandi
1-1 á heimavølli móti teimum
næstbestu hjá B36. Tað líktist
annars einum AB sigri, tá aft
urvendi, Mikkjal T. Hentze,
tíggju minuttir eftir hálv
leik, legði AB á odda 1-0. Men
lítla løtu aftaná, eydnaðist
tað B36 at javna. Málskjútti
hjá teimum var Erlendur
Magnussen.
Giza Hoyvík, ið bæði hev
ur mist og fingið nógv fólk til
kappingarárið, spældi leygar
dagin á heimavølli móti NSÍ.
NSÍ er helst eitt av liðunum,
ið fer at stríðast í oddinum
í næstbestu deildini hetta
kappingarárið.
NSÍ
vann
dystin sannførandi 3-0, har
ungi og evnaríki NSÍ leik
arin,
Jann
Benjaminsen,
varð dagsins hetja. Hann
gjørdi ikki mætari enn at
skjóta øll trý málini og so
statt reint hattrick í dystin
um leygardagin. Sum heild
var talan um eitt væl mann
að NSÍ lið, ið møtti upp á
niðara vølli leygardagin, tí á
liðnum hjá NSÍ vóru leikarar
sum Magnus H. Olsen, Betu
el Hansen og Haraldur Høj
gaard, ið allir hava spælt fast
á Effo-liðnum hjá NSÍ.
Nýggja felagið
er á odda
Nýggja oddaliðið í deildini,
er tó einki av teimum oman
fyri nevndu. Nýggja oddalið
ið er nevniliga nýtt í føroysk
um fótbóltssamanhangi, tí
nýggja felagsliðið í Suður
oynni liggur á fyrsta pláss
inum í deildini. Leygardagin
vunnu teir sannførandi 5-0
á heimavølli móti teimum
næstbestu hjá ÍF. Har varð
Carl Mikkjal Bech stóra
hetjan, tí hann skeyt reint
hattrick, meðan Ari Poulsen
og Teitur Mortensen skutu
eitt mál í part.
Seinasti dysturin var í
Klaksvík, har teir næstbestu
hjá KÍ vunnu 4-2 móti teim
um næstbestu hjá Víkingi.
Í tí dystinum skutu Petur
Andreasen, Aksel Danielsen,
Jóannes Danielsen og Fróði
Mørkøre málini fyri KÍ, með
an Tonni Thomsen skeyt
bæði málini fyri Víking.
ÚRSLIT OG MÁLSKJÚTTAR Í 1.DEILD FRÁ LEYGARDEGNUM:
AB – B36 1-1 (0-0)
1-0 Mikkjal Hentze, 54.
1.1 Erlendur Magnussen, 64.
TB/FCS/Royn – ÍF 5-0 (1-0)
1-0 Ari Poulsen, 13.
2-0 Teitur Mortensen, 63.
3-0 Carl Mikkjal Bech, 66.
4-0 Carl Mikkjal Bech, 68.
5-0 Carl Mikkjal Bech, 77.
B68 – HB 1-0 (0-0)
1-0 Martin Olsen, 78.
GIZA HOYVÍK – NSÍ 0-3 (0-1)
1.1 Jann Benjaminsen, 34.
1.2 Jann Benjaminsen, 52.
1.3 Jann Benjaminsen, 56.
KÍ – Víkingur 4-2 (2-1)
1.1 Tonni Thomsen (Brotsspark), 12.
1.1 Petur Andreasen, 32.
2-1 Aksel Danielsen, 45.
2-2 Tonni Thomsen, 70.
3-2 Jóannes Danielsen, 72.
4-2 Fróði Mørkøre, 81.
Stigatalvan í 1.deild eftir 1 umfar:
1.
TB/FCS/Royn 3 stig
2.
NSÍ 3 stig
3.
KÍ 3 stig
4.
B68 3 stig
5.
B36 1 stig
6.
AB 1 stig
7.
HB 0 stig
8.
Víkingur 0 stig
9.
Giza Hoyvík 0 stig
10. ÍF 0 stig
Toppskjúttar í 1.deild:
1.
Carl Mikkjal Bech (TB/FCS/Royn), 3 mál.
2.
Jann J. Benjaminsen (NSÍ), 3 mál.
3.
Tonni Thomsen (Víkingur), 2 mál.