mánadagur 13. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Við framúr góðum avrikum í mars-mánaða hevur Kyndil nú fingið fimm
av seks møguligum stigum og er brádliga ein hóttan í stríðnum um
seinna FM-finaluplássið. Í gjár vunnu teir lykladyst ímóti KÍF.
FTZ DEILDIN:
VÍF – Team
Klaksvík
42-21 (21-9)
VÍF: Filip Jojic 13, Áki
Egilsnes 8, Bjarti Hansen
4, Rúni Joensen 4, Julian
Olsen 3, John R. Nielsen 2,
Magnus Muller 2, Andrias
Eriksen 2, Rói Lamhauge
2, Hanus Christophersen
1, Sjúrður Olsen 1
Team Klaksvík: Finnur
Hansson 9, Vilhelm
Vilhelmsen 3, Andrias
Ellingsgaard, 3, Hanus
Norðberg 3, Hans Arni B.
Thomsen 1, Birgir Poulsen
1, Jens Pauli Mohr 1
Kyndil – KÍF
25-22 (11-8)
Kyndil: Hjalti Mohr Jacob
sen 8, David Edvardsen 6,
Tummas Pauli Hanusarson
4, Bartal Klein Olsen 2,
Rógvi Dal Christiansen
2, Høgni Klein Olsen 1,
Ólavur av Fløtum Mittún 1,
Hørður F. Sigtórsson 1
KÍF: Rúni Joensen 11,
Hans Eli Sigurbjørnsson
5, Andrias Nielsen 3, Tony
Weyhe 1, Fríði Weyhe 1,
Ási Dam 1
HVONNDEILDIN:
Kyndil – VB
37-25 (18-14)
Kyndil: Anna A. Brimnes
11, Turið Arge 9, Bára K.
Hansen 4, Gudrun Restorff
4, Bjarta O. Johansen 3,
Ásleyg Súnadóttir 2, Birita
Mortansdóttir 2, Eyðleyg
Súnadóttir 1
VB: Gurið K. Augustinus
sen 5, Magna Tórðardóttir
4, Rannvá Johannessen
4, Christina Holm 3,
Barbara K. Hjelm 3, Bára
K. Mortensen 3, Danijela
Mistric 3
KYNDIL HÓTTIR
Í FM-STRÍÐNUM
Pætur Albinus
H71 hevur trivaliga leiðslu
í FTZ-deildini og líkist alt
meiri einum finaluliði, men
beinhørð kapping er um
seinna finaluplássið, har KÍF,
VÍF og Kyndil liggja stavn um
stavn. Ein lykladystur var
á Hálsi í gjár, har Kyndil og
KÍF hittust. Tað leikti javnt á
fystu løtuna, men tá ið farið
var um miðan fyrra hálvleik
dró Kyndil av álvara frá og
kom á odda 11-6 áðrenn KÍF
fekk pyntað um aftur soleið
is at støðan í hálvleikssteðg
inum var 11-8 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki royndi
KÍF at vinna seg upp á javnt
aftur, men Kyndil varðveitti
hesa tepru leiðsluna heilt
fram til ímóti dystarenda, tá
ið KÍF kom heilt upp á 22-21.
Kyndil helt tó høvdið kalt og
vann at enda dystin 25-22.
Bara í mars-mánaða hev
ur Kyndil vunnið sær fimm
av seks møguligum stigum,
og serliga eftir sigurin í gjár
ímóti KÍF, sum er beinleiðis
kappingarneyti í stríðnum
um FM-finaluplássið, eru teir
grønu nú av álvara við aftur
og hótta hini liðini.
Toppskjútti hjá Kyndli í
dag var Hjalti Mohr Jacobsen
við átta málum, meðan Rúni
Joensen skeyt helvtina av
málunum hjá KÍF, nevniliga
11.
Stórsigur til VÍF
VÍF, sum eisini stríðist um at
sleppa í FM-finaluna, hevði
eina á pappírinum meira yv
irkomiliga uppgávu, tá ið teir
á heimavølli fingu vitjan av
botnliðnum Team Klaksvík.
Úrslitið prógvaði eisini, at
tað er stórur munur á toppi
og botni. VÍF vann nevniliga
heili 42-21 eftir at hava verið
á odda 21-9 í hálvleikssteðg
inum. Sigurin varð grund
lagdur nærum beinanvegin,
tí VÍF var á odda 11-2 áðrenn
Team Klaksvík fekk sítt
triðja mál tá ið 17 minuttir
vóru spældir.
Toppskjútti hjá VÍF var
Filip Jojic vði 13 málum, með
an Finnur Hansson skeyt
níggju mál fyri gestirnar.
H71 er oddalið við 29 stig
um, meðan KÍF er nummar
tvey við 25 stigum. VÍF er
einans eitt stig aftanfyri teir
og hevur ein dyst tilgóðar,
meðan Kyndil er nummar
trý, tvey stig aftanfyri KÍF á
øðrum plássi.
Oddaliðið H71 hevur eis
ini spælt ein dyst færri enn
Kyndil og KÍF. Teir spæla týs
kvøldið heima í Hoyvík ímóti
StÍF.
Kyndil vann greitt
Ein dystur hevur verið í
Hvonndeildini hetta viku
skiftið. Har er ikki nógv
annað at spæla um enn
bronsuna, og liðið á bronsu
plássinum, VB, var á vitj
an hjá einum av finalulið
num, nevniliga Kyndli. Her
gjørdist talan um greiðan
sigur til heimaliðið, sum
eftir at hava verið á odda 18-
14 í hálvleikssteðginum vann
greitt 37-25.
Líkt er til at Kyndil hitar
upp til FM-finaluna ímóti
grannunum úr Neistanum,
tí 37 mál er greitt tað mesta
nakað lið hevur skotið í
kvinnudeildini hetta kapp
ingarárið. Dysturin var ein
ans javnur fram til støðuna
5-5, tá ið Kyndil eftir smáar
10 minuttir byrjaði at draga
frá og setti lív í málveitsluna.
Toppskjútti hjá Kyndli
var Anna A. Brimnes við 11
málum, meðan Gurið K. Aug
ustinussen skeyt flest mál
fyri VB. Hon skeyt fimm.
Neistin og Kyndil eru
oddalið við 28 stigum í part,
tó at Neistin hevur spælt
ein dyst færri. VB er enn á
bronsuplássinum fýra stig
frammanfyri VÍF, sum tó
hevur leikt ein dyst færri.
albinus@sosialurin.fo