Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað kom eitt nýtt navn úr pott­ inum, tá landsliðið til dystin móti Andorra bleiv úttikið í FSF húsinum í morgun. Jóannes Bjartalíð hevur fingið landsliðsboð á fyrsta sinni. Tað eru fleiri avboð og eitt leik­ bann. Brandur H. Olsen, Sonni Ragn­ar Nattestad, René Shaki Joensen og Heini Vatnsdal eru skadd­ir, Árni Frederiksberg og Róaldur Jakobsen hava givið avboð vegna útbúgving, meðan Fróði Benja­minsen hevur leikbann. Tí kom tað ikki óvart á, at onkur nýggj nøvn vóru á listanum hjá Lars Olsen. Hetta er tað størsta Jóannes Bjartalíð fekk í gjár at vita, at hann skuldi møta til tíð­ inda­fundin í FSF húsinum í dag. Soleiðis fekk hann boðini um, at hann er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. – Eg fekk boðini seint í gjár, at eg skuldi møta í FSF húsinum í dag. Eg havi faktist ikki fingið endaligu boðini fyrr enn Lars Olsen segði tað á tíðindafundinum, sigur Jóannes Bjartalíð. Hóast tað eftir føroyskum máti­stokki er langt úr Klaksvík til Havnar, so hevði Jóannes Bjartalíð ein lættan koyritúr suður. – Eg hevði tónleikin for frá og sang allan vegin, sigur klaks­ víkingurin brosandi. Jóannes Bjartalíð hevur royndir frá U21 landsliðnum og hann vandi við A-landsliðnum eftir kapp­ingar­ enda í fjør. – Tað gekk væl, haldi eg sjálvur. Eg royni bara at gera mítt besta og blíva betri, sigur Jóannes Bjartalíð. Tá tosi fellur inn á fyrrverandi landsliðsspælarar og landsdystir, sum hava sett seg, so nevnir hann serliga fyrrverandi liðfelagin, Súna Olsen. – Eg minnist væl dystin móti Litava, tá Súni Olsen smekkaði eitt fríspark í mál. Hann royndi at læra meg at taka fríspørk í fjør, greiðir Jóannes Bjartalíð frá. Hann leggur afturat, at hann enn ikki hevur lært tað heilt. – At koma á landsliðið, er tað størsta tú kanst uppliva sum før­ oyskur fótbóltsspælari, sigur Jó­ annes Bjartalíð at enda. Jóannes er ein spennandi spælari Tað sigur Lars Olsen, lands­liðs­venj­ ari hjá Føroyum. Hann letur væl at tí, sum hann hevur sæð frá unga spælaranum hjá KÍ, sum enn hevur aldur til U21 landsliðið. – Tá nú U21 landsliðið ikki skuldi spæla, so er hetta eitt gott høvi at úttaka hann til landsliðið. Hann hevur vant við fyrr og tað hevur gingið væl, sigur Lars Olsen. Hann letur eisini væl at, at Jó­ annes Bjartalíð kann spæla á fleiri plássum og samanber hannvið Jóan Símun Edmundsson á tí økin­ um. Ein annar, sum ikki hevur verið nógv kring landsliðið er Hørður Askham. Hann er úttikin sum ein liður í at hyggja fram í tíðina. – Vit hava havt eyguni eftir hon­um í eina tíð. Hørður Askham er stórur og sterkur, men eisini skjótur á fótum. Tá nú støðan er sum hon er í verjuni, so vildi vit gjarna nýta hendan møgu-leikan at hyggja nærri at miðverjanum hjá KÍ, sigur Lars Olsen. Hann leggur afturat, at hann og Jóannes Jakobsen hava lagt dent at á at taka spælarar við, sum kunnu spæla á fleiri plássum. Tað er longu nú greitt, at tað verða broytingar á liðnum. Landsliðsvenjarin úti­ lokar heldur ikki, at Jóan Símun Ed­mundsson verður fluttur frá fremsta plássinum og eitt longur aftur á vøllin. Eisini kunngjørdi landsliðs­venj­ arin, at Jákup Mikkelsen er givin um málmansvenjari á lands­liðnum. Orsøkin er, at Jákup Mikkelsen ikki hevur tíð, tí hann er høvðusvenjari hjá ÍF. Nýggjur málmansven-jari er Emeka Andersen. Hópurin til dystin móti Andorra: Gunnar Nielsen, FH (ICE) Teitur M. Gestsson, HB Símun Rógvi Hansen, NSÍ Jónas Þór Næs, ÍBV (ICE) Atli Gregersen, Víkingur Hørdur Askham, KÍ Jóhan Troest Davidsen, HB Odmar Færø, B36 Bárður Hansen, NSÍ Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN) Rógvi Baldvinsson, Bryne (NOR) Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Gilli Sørensen, SK Brann (NOR) Hallur Hansson, AC Horsens (DEN) Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE) Sølvi Vatnhamar, Víkingur Jóannes Bjartalíð, KÍ Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN) Klæmint A. Olsen, NSÍ Páll Klettskarð, KÍ Tað var ein fegin Jóannes Bjartalíð, sum í dag fekk landsliðsboð fyri fyrstu ferð. Ársins ungi spælari í føroyskum fótbólti sang allan vegin úr Klaksvík til FSF húsið, har Lars Olsen kunngjørdi hópin HETTA ER TAÐ STØRSTA TÚ KANST UPPLIVA Jóannes Bjartalíð: FÓTBÓLTUR Jóannes Bjartalíð Lars Olsen, landsliðsvenjari