Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mars 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR Vit hava eitt Gunda­ dalskompleks! Burdu fingið eitt mál í dag, men komandi sunnudag senda vit suðringarnar suður aftur við ongum og so er javnvág í roknskapinum aftur JAN BOL­STAD ANTHONIUSS. NSÍ Hetta var ikki gott nokk. Við einum kjansi uppá 92 min. vóru Eb/streymur kanska heldigari enn teir høvdu loyvi at vera, men vit høvdu fleiri ferðir møguleika fyri at avgera dystin. Vónandi fær mann eina góða føðingardagsgávu komandi sunnudag! Góðir! JAN KJÆRBO TB/FCS/ROYN Frálík byrjan fyri Suðringar Góður hugburður, gott spæl til tíðir og 2 góð mál. Men hvar ólukkan funnu dómararnir báðir øll hasi kortini??? SÆBJØRN LEITI ÍF Fysti dystur 0 stig tað kann ikki vera verri, vit koma sterkt aftur Koyr á ÍF RÓGVI DAM EB/STREYMUR Ein dreyma­ byrjan! Trúgvi Askham dagsins hetja. Saman standa vit sterk LISSI MOURITSEN B36 Eitt lið sum gevur seg 100%, so kann mann ikki forlanga nógv meira – forbanka raskir ! 1 dystur og tað sær forbanka gott út – einaferð og altíð ! FÓTBÓLTUR SUÐRINGAR ØKSL UM ØKSL ÓTRÚLIG KENSLA Nýggja felagsliðið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, fekk eina dreymabyrjan upp á kappingarárið, meðan tveir favorittar, KÍ og NSÍ, vóru fyri vónbroti. Pætur Albinus Suðuroyarlið plaga ikki at hava tað fyri at fáa eina góða byrj­an upp á kapp­ing­ar­árið, tá ið tey eru í Effo­deildini. Sein­ast eitt suðuroyarlið vann fyrsta dyst­in í einum kapp­ing­ar­ári í Effodeildini, var heilt afturi í 2007, tá ið VB/Sumba, sum tað tá æt, vann 1-0 ímóti AB. Nú eru nýggjar tíðir. Suð­ ur­oy­ing­ar eru loksins vorðn­ ir samd­ir um eitt felagslið, og TB/FCS/Royn, sum mong hava ver­ið so spent upp á, fekk tað bestu byrj­anina upp á kapp­ing­ar­ár­ið, ið felagið kundi ynskja sær. Styrkta sam­an­lagda lið­ið hevur roynt seg í venj­ing­ar­dyst­um og venj­ing­ar­kapp­ing, men í gjár skuldi veru­liga galda, tá ið ÍF var á vitj­an við Stórá, har besta lið­ið hjá suð­ur­oy­ ing­um, sum teir á manna­ máli rópa seg, held­ur til. – Allir leikararnir tripp­ aðu at sleppa at ganga út í somu troyggj­uni, og vit hava all­an tann stuð­ul­in sum vit kunnu fáa frá all­ari oynni, segði ein av suð­ur­oy­ar­leik­ar­ un­um, Jón Kross­lá Poul­sen. Tað skuldi heldur ikki ganga long tíð, áðrenn suð­ ur­oy­ing­ar kundu fegnast – ja, vág­bingar og tvøramenn fegn­ast saman, tá ið ein av kendu málrevunum í oynni, Jón Krosslá Poulsen, legði TB/FCS/Royn á odda 1-0. Heimaliðið legði nógv fyri fyrstu løtuna undir leiðslu av nýggja skotska venjaranum, Mau­rice Ross, og minni enn tíggju minuttir seinni økti Sal­mundur Bech til 2-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki fótaði ÍF sær leik­liga, og eitt at síggja til møð­andi suð­ur­oy­ar­lið datt longri aftur á vøll­in og royndi at verja leiðsl­una. Eitt gott korter fyri leik­lok eydn­að­ist tað Ara Ó. Ellings­ gaard at fáa hol á suð­ur­oy­ar­ verj­una og minka til 2-1, men tætt­ari kom ÍF ongantíð, og so kundi TB/FCS/Royn fegn­ast um at fáa fult í all­ar­ fyrstu royndini. Hetta var ein harðvunnin sig­ur hjá TB/FCS/Royn, har bróð­ur­part­ur­in, heili sjey leik­ar­ar, fingu gult kort. KÍ-vónbrot Vónirnar eru góðar til KÍ í ár eft­ir eitt frálíkt kappingarár í fjør, har liðið í grundini, um mett verður eftir stigatali und­an­farin ár, gjørdi nóg mik­ið til at hava uppiborið FM og harafturat skeyt flest mál og lat næstfæst mál inn. Utt­an at siga ov mikið, so er KÍ-liðið ikki viknað í ár í mun til í fjør, so at FM-vónir eru í luft­ini er als ikki ógrundað. Men í gjár gekk ikki. KÍ kom ikki við tí, ein kundi vænta sær, og hóast ógvuliga neyv­ar fyrireikingar til kapp­ing­arárið, so var tað eins og KÍ ikki var tilreiðar frá byrj­an ímóti Skála heima við Djúpumýru. Spælið var einki at reypa av, og bæði liðini høvdu trup­ ult við at skapa mál­møgu­ leik­ar. Miðskeiðis í seinna hálv­leiki fekk KÍ-mið­vall­ arin, Jákup B. Andreasen, reytt kort fyri at sláa ein mót­støðu­mann, og hetta skapti ein neista í KÍ-liðnum, sum nú var leikliga betri, men tó ongantíð fann vegin til málið. Tað megnaði eiheldur Skála, sum eisini fekk ein mann, Brian Jacobsen, út­ víst­an í yvirtíðini. Ein lítið áhuga­verd­ur 0-0-javnleikur, sum helst skjótt fer í gloymi­ bók­ina. – Hetta var ein dystur við nógvum nærdystum og fá­ um møguleikum, so hann var kanska ikki so spennandi at hyggja eftir, viðgekk KÍ-lið­ skip­arin, Jonas Flindt Ras­ mus­sen, eftir dystin. HB við Bergvold Eitt av mest umtalaðu leik­ ara­skift­un­um undan hesum kapp­ing­ar­árinum man óivað hava verið fyrrverandi Seriu A-leikarin, Martin Bergvold, sum eftir eitt sindur av aft­ur og fram júst náddi at koma til semju um ein sátt­mála við HB stutt undan kapp­ ingarbyrjan. Og hann skuldi ikki brúka langa tíð til at geras seg merktan, tí longu í triðja minutti í heima­dyst­ in­um ímóti 07 Vesturi var hann á blettinum og legði HB á odda 1-0. Tá ið ein hálvur tími var leikt­ur økti ein annar av ný­ til­komnu leikarunum, Símun Samu­el­sen, til 2-0. Hetta var eis­ini hálv­leiks­støð­an, og hó­ ast 07 Vest­ur royndi at leggja meira fyri í seinna hálv­leiki og eitt nú hevði eina vanda­ mikla roynd á stong­ina, so komu upp­flyt­ar­ar­nir ong­ an­tíð tættari enn tað sama. HB vann dyst­in 2-0 og hev­ur fyri­bils greitt sína skyldu við einum ný­sam­an­sett­um liði. 07 Vestur-venjarin, Trygvi Mor­ten­sen, harmaðist eftir