mánadagur 13. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu var at vera aftur í HB-
búnanum?
– Tað hevur altíð verið ein
góð kensla, og í gjár var einki
undantak.
Er tað ein nýggjur Símun
Samuelsen, ið tørnar út í ár. Tú
tykist vera sera væl fyri?
– Ikki nýggjur, men vónandi í
einari betri útgávu
Tú fekk eitt framúr gott mál
í gjár – vart tú tryggur við at
avslutta við einum chippi?
– Tá bólturin fór av fótinum var eg
ikki í iva
Tit hava eitt heilt nýtt lið. Er liðið
samanspælt?
– Ikki 100% samanspælt
Hvussu langt røkkur tað hjá
tykkum í ár?
– Tað er upp til okkum sjálvar
Vikan ið fór
Jóan Símun Edmundsson og OB
vinna 4-0 á AaB, og føroyski
landsliðsframherjin skorar
tvey av málunum hjá OB.
Nógv umstríddi danski
framherjin, Nicklas Bendtner,
skitir púra óvæntað til norska
felagið Rosenborg frá enska
Nottingham Forest.
Zlatan Ibrahimovic fær leikbann
í tríggjar dystir fyri at geva
Bournemouth verjuleikara-
num, Tyrone Bings, ein alboga.
Sami Bings fær leikbann í fimm
dystir fyri at traðka á Zlatan
Ibrahimovic í sama dysti.
Lutakast hevur verið til Emering
Nations Cup kappingina fyri U24-
landslið í manshond-bólti, sum
verður í Bulgaria í juni. Føroyar
eru komnar í bólk saman við
Kina, Moldova og Armenia.
Føroyski telvarin, Helgi Dam Ziska,
hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul,
sum eitur Føroya Tele. Partarnir hava
undirskrivað eina stuðulsavtalu,
ið er galdandi í eitt ár.
Argja Bóltfelagið hevur fingið
nýggja nevnd, og nú hevur felagið
fingið eina forkvinnu. Nýggja
forkvinnan eitur Doris Rasmussen,
og hon hevur í nógv ár verið eitt
kent andlit í AB-umhvørvinum.
Føroyski landsliðsleikarin, Eyðvør
Klakstein, bleiv matchvinnari fyri
spanska felag sítt Mis-lata, tá
tær vunu 3-2 á Elche á útivølli.
Eyðvør legði upp til tey bæði
fyrstu málini hjá Misla-ta, og í
yvirtíðini tryggjaði hon felagnum
sigurin, tá ið hon skoraði til 3-2.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Símun Samuelsen
Aldur: 31 ár
Starv: Bankamaður
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Nýggja Suðuroyarliðið spældi sín fyrsta dyst í gjár
og vann 2-1 á ÍF. Hvør leikari gjørdist søguligur og
skoraði fyrsta málið hjá TB/FC Suðuroy/Royn?
2 Hvør er venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn?
3 Hvør er venjari hjá ÍF?
4 Heimavøllurin hjá TB/FC Suðuroy/Royn er í
Trongisvági. Hvussu eitur staðið, har vøllurin er?
5 Hvør er spanski fótbóltsspælarin, sum júst hevur
boðað frá, at hann gevst at spæla í summar. Hann
hevur áður vunnið bæði EM, HM og Champions
League?
6 Dómaranevndin hjá FSF hevur á fyrsta sinni fingið
ein kvinnuligan nevndarlim. Hvør er hon?
7 Danski landsliðsvenjarin í hondbólti, sum skuldi
gevast í summar, gevst ístaðin beinanvegin. Hvør
er maðurin, sum síðsta summar leiddi donsku
menninar til OL-gull?
8 Í hvørjum landi hevur ein tingmaður lagt fram
sermerkta uppskotið at gera »hooligan-bardagar«
til eina ítróttargrein fyri seg?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Jón Krosslá Poulsen
2. Maurice Ross
3. Jákup Mikkelsen
4. Við Stórá
5. Xabi Alonso
6. Oda Andreasen
7. Guðmundur
Guðmundsson
8. Russlandi
ÍTRÓTTARMYNDIN
Av aldukambinum niður í aldudalin. Mikukvøldið framdu Lionel Messi og Barcelona tað ótrúliga bragd at spæla seg
víðari í Champions League, hóast teir høvdu tapt fyrra dystin móti PSG heili 4-0. Men eftir 6-1 sigurin á Camp Nou fekk
Barcelona armarnar niður aftur í gjár, tá ið teir ógvuliga óvæntað taptu 1-2 fyri Deportivo La Coruna í La Liga.
Mynd: Polfoto