mánadagur 13. mars 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 13. mars 2017 · Nr. 31
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Pætur Albinus
Eins og vanligt er, so hava
dómararnir lagt áherðslu á
ávís punkt í fótbóltslógini
verða yvirhildin. Til kapp
ingarárið í ár er eitt av
punktunum at seinka upp
afturtøku av leiki, sum kann
vera eitt nú at stilla seg fyri
bóltin tá ið deyðbóltsstøða
er ella at beint fram drála ov
nógv.
Sigast má, at leikararnir
sluppu at kenna sviðan av
hesum, tá ið teir í gjár spældu
fyrsta umfar av Effodeildini.
Tá vórðu nevniliga óvanliga
nógv kort givin – nærri ná
greiniliga 33 gul og eitt reytt.
Toppskjútti gjørdist Rúni
Gaardbo, sum dømdi dystin
í Klaksvík ímillum KÍ og
Skála. Har komu ikki færri
enn 10 gul kort og eitt reytt.
Tvey av teimum gulu vóru
til sama leikara, sum harvið
eisini fekk reytt.
Einastu
dystirnir,
har
rímiligur friður var, vóru
dystirnir NSÍ – EB/Streymur
og HB – 07 Vestur. Í teimum
dystunum vóru trý gul í
hvørjum.
Hyggja vit at Effodóm
arunum í fjør, so góvu teir í
miðal 3,28 gul kort fyri hvønn
dyst. Hetta talið var í gjár 6,6
fyri hvønn dyst, so sigast
kann – uttan at gera ov nógv
av – at tað vórðu tvífalt so
nógv gul kort givin í gjár enn
vanligt er.
Kanska var onkur leikari
ov spentur at sleppa í gongd,
meðan aðrir mugu lesa upp á
hvat dómararnir hava fokus
á hetta kappingarárið.
Um vikuskiftið fór fótbóltskappingin aftur
í gongd, og enn einaferð gongur sjón fyri
søgn, at eingin ítróttur upptekur føroyingar
so nógv, sum tá leðurkúlurnar verða
sparkaðar kring landið. Í gerandispráti er
mestsum allastaðni rúm fyri eitt sindur
av fótbólti her og har, og hjá fleiri kemur
tað óivað sum ein lætti, at tað aftur ber til
at tosa um føroyskan fótbólt, eftir at tað
ígjøgnum veturin bara hevur verið tann
enski, tann spanski og so onkur annar
fótbóltur aftrat at skræða seg um.
Merkisvert við hesum fyrsta
landskappingarumfarinum í Effo-deildini
var sjálvandi, at ikki færri enn 33 gul kort
blivu givin, tí tað má næstan vera nakað,
ið nærkast einum meti yvirhøvur. Tað vil
siga, at í teimum fimm dystunum í gjár blivu
gott og væl givin seks kort í meðal. Hartil
komu so eisini tvey reyð – enntá í sama
dysti – so í øllum førum er tann parturin
av fótbóltinum væl og virðiliga komin í
gongd. Well, tað kann so sjálvandi eisini
hava nakað við tað at gera, at spælarar
uppføra seg sum kálvar, tá teir verða sleptir
útaftur, at ikki allar rørslur eru so reinar og
fínpussaðar enn…
Annað merkisvert var eisini, at
suðuroyingar fyri fyrstu ferð nakrantíð
hava eitt lið at standa saman um í bestu
fótbóltsdeildunum. Felagsliðið legði
bragdliga fyri við at vinna fyrsta dystin í
1. deild leygardagin og helt so fram í gjár,
tá liðið í Effo-deildini gjørdi tað sama.
Stuttligt, at tað langt um leingi er komið so
langt, at Suðuroyggin hevur tikið saman
hendur fyri at fáa sum mest burturúr, tí vit
vita, at tað hava altíð verið góðir spælarar
í oynni, men ofta hava teir verið so mikið
spjaddir millum tey ymsu feløgini, at
kanska eingin av teimum ordiliga er komin
til sín rætt. Nú fer vónandi at bragda, so
Suðuroyggin verður ein náttúrligur partur
av føroyskum toppfótbólti, ið roknast kann
við.
Hvussu er og ikki, so er fótbólturin
altso farin á rull, so nú kann roknast
við nógvum bóltpráti um landið alt, tí
vit skulu ikki gloyma, at framvegis eru
landskappingarnar í bæði hondbólti og
flogbólti jú í gongd. Summi halda kanska,
at tað er ov mikið av tí góða, og at alt bara
er tann beri bóltur, meðan onnur bara ikki
kunnu fáa nóg mikið av tí. Tey, ið lesa hesar
reglur, teljast óivað millum tey seinnu, so vit
gleða okkum bara og njóta tað!
hilmarjan@sosialurin.fo
Tann beri
bóltur
ÓVANLIGA
NÓGV KORT
Tað vóru tvífalt so nógv tøl givin enn vanligt, tá ið
fyrsta umfar av Effodeildini varð avgreitt í gjár.