týsdagur 5. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 189 - 5. oktober 2004
B36-B68 6-2 (2-0):
Endaðu við
málveitslu
Lágur intensitetur og
nógv mál var upp-
skriftin í Gundadali,
har árstalsfeløgini
bæði, B36 og B68
takkaðu fyri seg
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gek næstan soleiðis,
sum roknast kundi við í
seinasta fyrstudeildardyst-
inum í Gundadali hetta
kappingarárið. B68 var
longu farið í aðru deild
undan dystinum, og fyri
teirra viðkomandi var hesin
dysturin tí bara nakað, sum
skuldi fáast frá hondini, og
hjá heimaliðnum vóru silv-
urmerkini somuleiðis stað-
fest, so heldur ikki har var
tað stóra at rafla um.
Hjá vertunum hevði venj-
arin tí eisini gjørt av, at
hetta skuldi verða møgu-
leikin hjá fleiri av yngru
leikarunum í felagnum, og
saman við Bergi Midjord,
sum veruliga hevur vunnið
sær fast pláss seinastu dyst-
irnar, vóru blaðungu Johan
V. Gunnarsson og Leiv
Hansen eisini í byrjunar-
uppstillingini.
Og saman við restini av
liðnum fingu teir báðir so
eisini eina lítla succes-upp-
living í hesum seinasta
dystinum. Talan var ong-
antíð um nakra høga ferð á
spælinum, og tí kundu
leikararnir sjálvir fyri tað
mesta fylgja við, og leysu
markeringarnar førdu so
eisini við sær, at møguleik-
arnir gjørdust heilt nógvir í
tali.
Eftir at Allan Mørkøre
við einum avrættaðum frí-
sparki og Levi Hanssen
eftir kanska besta álop í
dystinum høvdu skotið B36
framum undan steðginum,
tóktist alt at vera avgjørt,
og í seinna hálvleiki fóru
málini so av álvara at skola
inn. Allan økti til 3-0 við
enn einum frísparki, sum tó
einki hevði við hepni at
gera hesaferð, og Meinhard
í B68-málinum var prís-
givin við bæði 4- og 5-0
málið, sum vóru skotin úr
stuttari fjarstøðu. Seinasta
B68 málið má málverjin tó
taka á sín kappa, og so tókt-
ist eina løtu, sum vildu allir
á B36-liðnum skora.
Tað gjørdust tó gestirnir,
sum skutu tey bæði sein-
astu málini, men hvørki
skotperlan
hjá
Ronnie
Svalbard ella tað, sum væl
kann seg sum seinasta
fyrstudeildarmálið
hjá
Øssuri Hansen, var tó nak-
að, sum kundi fáa fagnaðin
fram í Toftamonnum. Teir
vistu longu av, at hetta var
teirra svanasongur á hesum
sinni, og tað skiltist eisini á
øllum brøgdum, tá dysturin
var av. Leikararnir vórðu
fyri tað mesta bara stand-
andi við skiftisbeinkin.
Ivaleyst grunaðu teir um,
hvat kundi verið gjørt øðr-
vísi í ár, men farið er farið,
og eisini á Toftum ræður
um at líta frameftir.
B36 kundi so í sín part
fáa silvurmerkini handað,
og tó at hetta var eitt sindur
minni, enn teir høvdu ætlað
undan árinum, so er tað
betri enn einki, og gevur í
øllum
førum
rætt
til
europeiskan fótbólt kom-
andi ár. Tá verður tað so
uttan fleiri av teimum, sum
seinnu árini hava gjørt um
seg í felagnum, men onkrar
ungar kreftir standa tó til
reiðar at taka við, og so er
spurningurin, hvussu hesir
fara at roynast.
So var liðugt. B68 leikti seinasta fyrstudeildardystin á hesum sinni leygardani, og andlitsbráðini
á leikarunum kunnu neyvan misskiljast
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt
strævið ár
Eftir hópin av heið-
ursmerkjum í bestu
deildini,mátti Jákup
Eli Olsen saman við
liðfeløgunum ásan-
na,at fyrsta deild
fyribils er eitt liðugt
kapittul í B68-søguni
NIÐURFLYTING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av teimum heilt
royndu hjá B36 er Jákup
Eli Hansen. Hann hevur
í eini 15 ár verið ein av
teimum, sum roknað
hevur verið við á Toft-
um, tó at hann okkurt ár-
ið hevur roynt seg aðra-
staðni eisini.
Fyri tað nógva hava
hesi árini snúð seg um
heiðursmerkjastríð
og
europeiskar uppgávur,
men árið í ár hevur verið
heilt øðrvísi í so máta.
Og sjálvur dylir Jákup
Eli ikki fyri, at hetta
hevur verið tungt.
– Tað hevur verið
ræðuliga strævið. Tí vit
hava alla tíðina havt
mótburð. Í so máta haldi
eg ikki, at dysturin í dag
var nakað sum helst at
tosa um. Hjá okkum var
alt liðugt seinasta mána-
kvøld, og so kundi dag-
urin í dag gera tað sama,
heldur hann.
Seinasta mánakvøld var
Jákup Eli annars ikki á
liðnum, orsakað av leik-
banni. Men eitt ár er
aftur næsta ár, og tá vit
sunnudagin spurdu Ják-
up Eli, hvørt hann aftur
tá fer at taka eitt tak fyri
B68, tykist hetta í øllum
førum ikki ógjørligt.
– Høvdu vit ikki farið
niður, so hevði eg heilt
víst givist, men nú fáa
vit at síggja. Tað er long
tíð til februar mánað, so
tað kann vera, at hugur-
in er komin aftur.
– Sjálvur ivist eg í øll-
um førum ikki í, at B68
hoyrir heima í fyrstu
deild, og tað fer at koma
sera óvart á meg, um
felagið ikki hevur end-
urvunnið sessin um eitt
ár, heldur hann at enda.
Veteranurin takkar fyri seg
Eftir 15 ár á besta
B36-liðnum takkar
Jens Kristian Hansen
nú fyri seg
FARVÆL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á verandi B36 liðnum er
helst eingin ivi um, at leik-
arin, sum hevur roynt fel-
agnum drúgvastur, er Jens
Kristian Hansen.
Síðani fyrsta dystin fyri
besta mansliðið hjá felagn-
um afturi í 1990, hevur hann
verið fastur fúsur. Eitt árið
var hann tó á skúla í Dan-
mark, men eisini tá var hann
heima onkran dystin, og tá
skaðar ikki hava steðgað
honum, hevur hann vanliga
talst millum fyrstu ellivu,
eins og hann gjørdi tað á
landsliðnum í drúgt áramál.
Nú er hetta tó søga, tí
dysturin móti B68 var tann
seinasti hjá Jens Kristiani
fyri besta B36-liðið. Tað
sigst annars, at orsøkin til,
at hann ikki fekk nakra
gávu undan dystinum hesa-
ferð var, at tey í leiðsluni
vóna, at hann kortini tekur
eitt ár afturat, men sjálvur
tykist leikarin ivaleysur.
– Nei. Eg gevist nú. Eg
havi hugsað um tað fyrr,
men hesaferð eri eg heilt
vísur. Eg havi egið virki,
hús, konu og trý børn at
hugsa um, og tá verður tað
sera møtumikið at lata tað,
sum krevst til fyrstudeildar-
fótbólt. Eisini hava skaðar-
nir verið nógvir seinastu tíð-
ina, og tað betrar so heldur
ikki um hugin, sigur hann.
Tvær ferðir hevur Jens
Kristian verið við til at
vinna gull fyri felagið, men
seinasta árið endaði so við
silvuri, men sum hann
tekur til, so fekk tað nú ikki
verið so nógv øðrvísi.
Og hann leggur dent á, at
hóast B36 nú tvær ferðir í
slag hava verið ov stuttir
mótvegis HB, so hevur
tíðin í fyrstu deild givið
nógv góð minni.
– Fyrst og fremst minnist
man sjálvandi árini, tá
meistaraheitini eru vunnin.
Tað hevur verið heilt fantast-
iskt, men hinvegin telja so
tær ferðirnar, tá tú akkurát
hevur verið ov stuttur. Ikki
minst í 1991, tá vit leingi
vóru fremstir, fyri kortini at
missa alt. Tað var ikki
serliga hugaligt.
Og at enda spurdu vit
Jens Kristian, hvørt hann
ikki roknaði við, at hann
fór at sakna tilveruna í
fyrstu deild, nú hann hevur
tikið avgerð um at steðga.
– Nei. Tað haldi eg ikki.
Eg var nógv skaddur í ár,
og hesaferð tráðaði eg als
ikki á sama hátt sum vant,
eftir at sleppa á vøllin aftur.
Tí er tíðín kanska komin at
gevast, og heilt burtur frá
fótbóltinum verður tað so
heldur ikki, sigur hann.
Við hesum seinasta sipar
hann til, at tað framyvir
verður á fjórðu deildar-
liðnum hjá B36, at hann fer
at royna seg saman við øðr-
um gomlum fyrstudeildar-
kempum í felagnum. Eitt
nú
stórabeiggjanum,
Tummas Eli Hansen.
Hjá okkum var alt liðugt
seinasta mánakvøld, og so
kundi dagurin í dag gera
tað sama, segði Jákup Eli
Olsen
Mynd: Jens Kristian Vang
B36-B68 6-2 (2-0)
1-0: Allan Mørkøre, 27.
2-0: Levi Hanssen, 45.
3-0: Allan Mørkøre, 56.
4-0: Alex dos Santos, 67.
5-0: Egil á Bø, 76.
6-0: Jóhannis Joensen, 78.
6-1: Ronnie Svalbard, 80.
6-2: Øssur Hansen, 89.
B36: Magnus E. Poulsen – Allan Mørkøre, Jóhann-
is Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen
– Bergur Midjord, Klæmint Matras, Ronnie Samu-
elsen, Johan V. Gunnarsson – Levi Hanssen, John
Petersen
B68: Meinhardt Joensen – Oleif Joensen, Herbert í
Lon Jacobsen, Bogi Petersen , Jákup Eli Olsen –
Stanislav Stankov, Mikkjal Thomassen, Øssur Han-
sen, Fabricio – Jóhan Petur Poulsen, Kristian Anton
Andreasen
Dómari: Oddmar Andreasen. Kundi eins og spælar-
arnir taka sær av løttum, nú alt kortini var avgjørt.
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
28
Nr. 189 - 5. oktober 2004
29
29
at skipa soleiðis fyri, at vit
sum frálíður fáa alt fleiri
vinnugreinar at dúva uppá,
og soleiðis at minka um
sveiggini í føroyska bú-
skapinum.
Vísandi
til
gongdina í tænastu-vinnun-
um, so eru vit á leiðini nú.
Eitt annað av stevnumið-
unum er eisini at skapa
umhvørvi í Føroyum, so at
ungu fólkini støðast og
annars koma aftur higar
aftaná lokna útbúgving
uttanlands.
Eisini at draga útlend-
ingar higar - íleggjarar, sum
kunnu margfalda samfelag-
ið.
Ein vinnugreinin, sum
kastar nógv av sær og ríkar
lívið hjá okkum, ja, er sum
balsam á sálina strongdu
gerandisdagarnar, er tón-
leikurin. Nógvastaðni er
tónleikurin
nú
týðandi
vinnugrein.
Talan er eisini um ótøm-
andi potentiali, har tað eru
bert karmarnir og hug-
flogið, sum seta mørkini.
Hinvegin er tónleikavinnan
sera óforudsigilig. Ja, so
deiliga trupul at stýra. Livir
sítt egna lív,
- har eftirspurningurin er
aðalreglan,
- har marknaðarkrefturnar
hava valdið,
- har kreativiteturin er
grundvøllurin.
Kanska ikki vinna fyri
trygdarnarkomanar
Samanlagt ein vinna við
avbjóðingum og so sanni-
liga eisini við møguleik-
um. Har tey skapandi og
váðafýsnu kenna seg sum
fiskurin í sjónum. Har
succes’in tølir og altíð
hómast handan sýnina.
Ein vinna sum kava-
bólturin. Farin á rull, so
vindur hon uppá seg, er
sjálvforstyrkjandi.
Tónleikalívið í Føroyum
hevur ment seg nógv
seinnu árini, og er hetta or-
sakað av fleiri viðurskift-
um, kanska einmest or-
sakað av musikskúlanum.
Tað er umráðandi at ar-
beiða víðari við menning-
ini, og frøast vit tí um, at
Vinnuframagrunnurin,
Menningarstovan
og
Mentamálaráðið hava tikið
stig til hetta tónleikasemi-
nar, sum hevur til endamáls
at lýsa, hvat skal til fyri at
gera tónleikin til ein vinnu-
veg.
Vit eru vælsignað við
sera gávaðum tónleika-
fólkum. Kann nevna okk-
ara kendu Eivør og Teitur,
sum eru komin rættuliga
langt uttanfyri landodd-
arnar, mestsum uttan al-
menna hjálp.
Nú bíða vit eftir "hittin-
um", sum setir okkum á
heimskortið, soleiðis sum
fótbóltslandsliðið megnaði
við ógloymandi dystinum í
Landskrona á sinni.
What does it take -
hvat krevst?
Vit eiga talentini, spurning-
urin er, hvussu vit saman-
sjóða
kreativu
orkuna.
Skapa
møguleikarnar.
Fremja sambondini við um-
heimin. Vónandi frætta vit
okkurt um tað í dag.
Alheims brúkarin leitar
eftir tí originala, eftir ser-
ligu vørunum, sum hann
fegin vil ogna sær. Vørum,
sum hann fegin stendur í kø
fyri at fáa hendur á.
Nútíðar marknaðarføring
elur fram áhuga fyri ser-
støku produktunum. Skap-
ar forvitni og hug at keypa.
Marknaðarføringin er al-
tjóða. Produktini eru brúk-
arunum í hendi ofta sam-
stundis worldwide.
Hetta gevur møguleikar,
og kann eisini vera okkara
styrki, duga vit nýta teir.
Sum sagt, so eiga vit
talentini, vit hava rávøruna
til serstøku vøruna. Bólt-
urin liggur á okkara hálvu.
Vit skulu gera sum í Lands-
krona. Skora á hinu hálv-
uni. Skapa sensatiónina.
Hetta er tað sum er í sjónar-
ringinum. Vit eiga at taka
saman hendur og bróta úr
nýggjum.
Tí er hetta tiltakið sera
áhugavert, ja slóðbrótandi.
Spennandi verður at síggja,
hvat
kemur
burturúr.
Vænti, at vit øll fara at læra
av degnum og at slóðað
verður fyri hugskotum og
soleiðis menning á tón-
leikaøkinum.
Vænti eisini, at dagurin
fer at geva íblástur til,
hvussu vit skulu skipa okk-
um á vinnuframaøkinum,
soleiðis at komandi tón-
leikavinnan fær so góðar
karmar virka innan fyri
sum tilber.
Fari at takka stigtakarun-
um fyri tiltakið við ynski
um góðan og gevandi dag,
og verður øllum ynskt góða
eydnu við tiltakinum. Við
hesum fáau orðum er
tónleikaseminariið
sett
segði landsstýrismaðurin.
Nevndin í Listaskálan-
um hevur gjørt av at seta
Inger Smærup Sørensen
sum fyribils leiðara í
Listaskálanum fram til
nýggjárs.
Hon tekur við eftir, at
Mathea Hilduberg, sum
varð sett í juli í ár, í sein-
astu viku fór úr starvin-
um.
Helgi
Fossádal,
nevndarlimur, sigur, at
nevndin fer at nýta hesa
tíðina frá nú av fram til
ársskiftið at koma til
eina endaliga avgerð
um, hvat skal gerast.
Inger Smærup Søren-
sen var listaliðleiðari í
Listaskálanum, áðrenn
hon varð sett sum fyri-
bilsleiðari.
Fyribilsleiðari í Lista-
skálanum settur
Framhald av síðu 16
Inger Smærup Sørensen her avmyndað saman við
Amariel Norðoy, tá hon var til upplatingina av
framsýningini hjá honum í Glarsmiðjuni
Mynd : Jan Müller