Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MATSTOVUVINNAN MUGU LÆKKA MEIRVIRÐISGJALDIÐ Danjal av Rana – Nú er tað upp til hinar mat­ stovurnar at traðka til og lyfta sítt støði. Kanska onkrir kokkar skulu umhugsa at lata nýggjar matstovur upp. Nógv fleiri ferðafólk koma til Føroya orsaka av Koks fram­ yvir, men tey mugu eisini fáa okkurt annað at eta, segði Bent Christensen, redak­tørur í Den Danske Spise­guide við Sosialin, beint eftir at Koks í farna mánaði fekk sína fyrstu Michelin-stjørnu. Hann held­ ur at serliga uttan fyri Havn­ ina er ein stórur tørvur á dygd­ar­góðum mat­stovum. Ov lítið eftir í kassanum – Umstøðurnar loyva tí ikki. Tað ber snøgt sagt ikki til at fáa eina matstovu á bygd at bera seg, sigur Leif Søren­ sen, sum allarhelst er ein av kokkunum, Bent Christ­en­ sen hevur í huga. Hann hevur langar roynd­ ir av at reka matstovur. Tað eru longu um 10 ár síðani, at Gourmet læt upp í Havn. Hon bar seg tó ikki, men hann royndi aftur, hesaferð við Glasstovuni uppi á Hotel Føroyum. Glasstovan skifti í 2010 navn til Koks. Leif Sørensen sigur, at hann skilir væl, hvat Bent Christensen meinar við og at hann er fult samdur við honum, men veruleikin er tó ikki so einfaldur. – Verandi MVG-lóggáva ger tað ómøguligt at lata dygdargóðar matstovur upp í Føroyum í dag. Einastu, sum megna tað, eru stór sam­tøk sum Gist&Vist og Hotel Hafnia, sum kunnu fáa mongdaravsláttur upp á rá­vørur sínar og aðrar fyri­ munir, sum koma av stór­ rakstri, sigur Leif Søren­sen. Hann sigur, at eftir at mat­stovueigarin hevur rind­ að hvørjum sítt, er ov lítið eftir til hann sjálvan við ver­ andi kostnaðarstøðið. – Skal tað vera gjørligt at reka eina dygdarmatstovu í Føroyum ella yvirhøvur mat­stovu ella café á bygd, so er neyðugt at gera nakrar broytingar, so at matstovan kann varðveita meiri av yvir­ skotinum, sum hon so kann seta í matstovuna aftur, sig­ ur Leif Sørensen. Mátti sjálvur vaska upp Ávísar útreiðslur er lítið at gera við. Lønir til starvsfólk og innkeypsprísin av vørun­ um er torført at broyta. Leif Sørensen hevur longu í mong ár stríðst fyri eini lógar­broyting, sum hann held­ur hevði gjørt allan mun­in. – Lækka mervirðisgjaldið hjá matstovum á mati og rúsdrekka. Um mat­stov­ur­ nar kundi fingið meir­virðis­ gjaldið, sum tær annars skulu gjalda landinum, hevði tað givið teimum betri kor at yvirliva, sigur Leif Sørensen. Hann veit sjálvur, hvussu tungt tað er at fáa endarnar at røkka saman. Í Gourmet mátti hann til tíðir traðka til sum uppvaskari og tænari sjálvur, tí ikki vóru ráð at løna øðrum. Hann vísir á, at í Íslandi eru tvífalt so nógv­ ir kokkar og tænarar til ar­ beiðis sum í Føroyum. – Vit slíta kokkarnar út. Teir halda ikki til hetta lívið longur, tá teir nærkast 40 árum. Tað er stórt spell, sigur Leif Sørensen. Hevði lúkað ringastu burtur Hann heldur, at við teimum eyka krónunum, sum lógu eftir hjá matstovunum, um MVG’ið bleiv sett niður, kundu matstovurnar sjálvar valt, hvat tær settu peningin í. – Onkrar høvdu allarhelst koyrt peningin í lumman, men so høvdu teir staðið seg verri í kappingini við hinar. Aðrar kundu nýtt øktu inntøkuna til at løna fleiri starvsfólkum ella til at betra um góðskuna á rávørunum, heldur hann. Sum nú er eru kor­ini tor­ før í føroysku matstov­un­ um. Kokkarnir slítast upp, lærlingar standa ofta einsa­ mallir, ongir kokkar yvir 45 ár arbeiða sum kokkar, og hetta gongur út yvir dygdina á matinum og heilsuna hjá kokkunum. – Í onkrum førum mugu mat­stovurnar lækka um dygd­ina á rávørunum og í fleiri førum er eingin orka til at gera broytingar í matar­ skránni heldur. Í síðsta enda ger hetta, at vit hava eitt sindur av eini monopolstøðu innan matstovunvinnuna, tí teir einastu, sum klára seg, eru teir, sum kunnu gera stórinnkeyp til fleiri mat­ stovur. Stuðla matstovum á bygd Hann ivast ikki í, at hetta hevði strimbrað undir mat­ stovu­vinnuna í Føroyum. – Hetta hevði gjørt tað møguligt at byrja matstovur á bygd. Hetta hevði skapt fleiri arbeiðspláss, og á hendan hátt hevði lands­ kass­in fingið peningin inn aftur. Hetta hevði bøtt um viðurskiftini hjá kokkum og um dygdina á matstovunum. Tær, sum so valdu at stinga eyka vinningin í egnan lumma, høvdu at enda tapt kappinga við hinar mat­stov­ urnar, sigur Leif Sørensen. Fíggjarmálaráðið arbeiðir við eini endurskoðan av MVG- og skattalógini og Leif Sørensen heldur tað hevði verið upplagt, at hendan broyt­ingin eisini varð framd. – Í Íslandi er meirvirðis­ gjaldið 11 prosent á mati og drekka og á tænastunum. Í Frankaríki er er tað 5 prosent á mati og drekka og 20 prosent á tænastum. Í Føroyum og Danmark er tað 25 prosent á øllum, men í Føroyum hava vit nógv hægri flutningskostnað enn í Dan­ mark. Harumframt skulu føroysku matstovurnar gjalda trífaldaðan prís fyri inn­keyp av víni, sigur hann. – Tá er lætt at skilja, at korini aðrastaðni eru betur enn her í Føroyum, tí meiri liggur eftir hjá mat­ stovunum. Tí kunnu mat­ stovurnar í Íslandi hava fleiri starvsfólk enn vit í Føroyum, sigur Leif Sørensen, sum heitir á myndugleikarnar at gera nakrar broytingar, so at tað verður gjørligt at reka matstovur á smærri plássunum. danjal@sosialurin.fo Um vit skulu fáa fleiri matstovur í Føroyum, so má politiska leiðslan lækka mvg’ið og betra um korini hjá teimum at virka, sigur Leif Sørensen Leif Sørensen