týsdagur 14. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsskráin fyri fundin verður hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2016 við notum fyri P/F Bakkafrost og
fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd
og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2016, er at finna á
heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært
góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd felagins upp
soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 8,70 kr. fyri
hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 425
mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru
skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann 7. apríl 2017. Eftir útgjald av
vinningsbýti er flutti vinningurin tilsamans 2.392 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 10. apríl
2017, og skrásetingardagurin (record date) er 11. apríl 2017.
Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið 21. apríl 2017.”
5. Val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 2 nevndarlimir fyri vali. Hesir eru Annika
Frederiksberg og Øystein Sandvik.
Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval kann fara
fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til
aðalfundin um val av nevndarlimum.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Anniku Frederiksberg og
Øystein Sandvik fyri 2 ár.
6. Val av nevndarformanni
Fyri vali stendur Rúni M. Hansen, nevndarformaður.
Nevndarformaðurin verður valdur fyri 2 ár í senn. Afturval kann fara
fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til
aðalfundin um val av nevndarformanni.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Rúna M. Hansen fyri 2 ár.
7. Áseting av samsýning til nevndina og grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2017 verður
óbroytt:
Nevndarlimir fáa 200.000 kr. um árið, næstformaðurin fær 250.000 kr.
um árið, og formaðurin fær 400.000 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin fyri nevndarlimir í
grannskoðaranevndini verður 40.000 kr. um árið.
8. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til
valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen
fyri vali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Leif Eriksrød og Eyðuni
Rasmussen fyri 2 ár.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða til formann fyri
valnevndina fyri 2 ár.
9. Áseting av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í
valnevndini fyri 2017 verður óbroytt hendan:
Nevndarlimir fáa 12.000 kr. um árið og formaðurin 24.000 kr. um árið.
10. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki,
Óðinshædd 13, 100 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at sita til
næsta ársaðalfund.
11. Uppskot til viðtøkubroyting
Verandi viðtøkur áseta í § 4a, at nevnd felagsins kann hækka
partapening felagsins. Heimildin er galdandi til aðalfundin, sum
verður hildin í 2017.
Eisini áseta verandi viðtøkur í § 4b, at nevnd felagsins kann keypa
egin partabrøv. Heimildin er galdandi til aðalfundin, sum verður hildin
í 2017.
Nevnd felagsins skjýtur upp, at heimildarnar at hækka partapening
felagsins og at keypa egin partabrøv verður longd og skjýtur upp
soljóðandi broyting av viðtøkunum § 4a og § 4b:
§4a
“Nevnd felagsins hevur heimild til at hækka partapeningin í felagnum
eina ella fleiri ferðir við upp til nominelt DKK 4.800.000. Nýggju
partabrøvini skulu ljóða upp á navn og skulu fylgja teimum reglum,
sum framganga av § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndini er heimilað
at taka avgerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi
partaeigarar. Nýggju partabrøvini skulu vera áljóðandi DKK 1.
Nýggju partabrøvini skulu inngjaldast kontant til felagið. Heimildin
hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi fram til
ársaðalfundin, sum verður hildin í 2022.”
§4b
“Í tíðarskeiðinum frá 7. apríl 2017 til vanliga ársaðalfundin, sum
verður hildin í 2022, hevur nevnd felagsins heimild til vegna
felagið at keypa partabrøv í felagnum. Nevndini er heimilað
at keypa egin partabrøv. Keyp av egnum partabrøvum skal
fara fram til eitt kursvirði, sum svarar til almenna kursvirðið á
virðisbrævamarknaðinum, men nevndin kann undir serligum
umstøðum víkja frá almenna kursvirðinum við upp til 10%. Felagið
kann ongantíð eiga meir enn 10% av samlaða partapeningi
felagsins.”
12. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 4 í viðtøkum felagsins skjýtur nevndin
upp, at galdandi leiðreglur fyri áeggjanarviðurgjald til leiðslu felagsins,
sum vóru samtyktar á aðalfundi felagsins í 2016, verða óbroyttar
galdandi fyri roknskaparárið 2017.
13. Ymiskt
Innkalling til aðalfund í P/F Bakkafrost
Boðað verður við hesum til
ársaðalfund í P/F Bakkafrost
Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 8, 625 Glyvrar,
fríggjadagin 7. apríl 2017, kl. 15.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um
at senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 8, 625 Glyvrar, ella at
senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax
nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til
felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin
tann 4. apríl 2017, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram umvegis
heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins
Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax
nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum er mánadagin tann 3. apríl 2017, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum
møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu
felagsins Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum
eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla
við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri
fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar
fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á
teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum
aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á
aðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan
aðalfundinum. Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í
seinasta lagi 31. mars 2017, kl. 24.00, atkvøðurætt.
Ársfrásøgn fyri 2016 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum
Ársfrásøgn fyri 2016 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost
samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins
og grannskoðaraátekning fyri 2016 og dagsskrá við fullfíggjaðum
uppskotum, verður almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com frá og við mánadegnum 13. mars 2017. Skjølini liggja
eisini frá hesum degi frammi til skjals fyri partaeigarar felagsins á
skrivstovu felagsins á Bakkavegi 8, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp eitt ávíst evni til
dagsskránna á aðalfundinum skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd
felagsins á bústaðnum Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, Føroyar, ella á
teldupostbústaðnum agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin
tann 24. februar 2017, og freistin er tí farin. Móttekur felagið uppskot til
evni til dagsskránna eftir 24. februar 2017, ger nevndin av, um kravið er
sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur í 48.858.065 partabrøv
við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 265.704
partabrøv. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri
hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi
partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið
felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum.
Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva.
Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum
partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini.
Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn
eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til
aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum, sum
eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank Norge ASA, Essendropsgate 7, Oslo,
org. nr. NO 911 044 110 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu
partaeigarar felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna
fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 13. mars 2017.
P/F Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður
Bakkafrost P/F • Bakkavegur 8 • 625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • bakkafrost@bakkafrost.com • www.bakkafrost.com