Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDSFUNDUR við, at tað var ein leiðsla á sjúkrahúsunum. Í samferðslumálum tók flokkurin undir við ætl­an­ unum hjá lands­stýris­mann­ inum Henrik Old, at greina prísir millum fastbúgvandi og tey, ið ikki búgva á stað­ num. – Ætlanin er, at tað so líðandi verður farið til eina samhaldsfasta lands­ dekkandi samferðsluskipan. Fyrst skal vegakervið verða ein samanhangandi eind. Næsta stigið er ein skipan fyri sjóvegis farleiðir, sum tryggjar teimum fast­búgv­ andi ein lægri prís enn øðrum, ið ikki brúka far­ leiðina regluliga, sigur Bárð­ ur Nielsen. Harumframt hevur flokk­urin eisini lagt eitt lógaruppskot fram um at avtaka gjaldið í Vága­tunli­ num, tí hesin er útgoldin. Har, ið Sambandsflokkur­in dró eina linju í sandin, var í málinum um stjórnarskipan. Sjálvandi, kundi mann sagt. Sambandsflokkurin vil ikki verða víð í nøkrum, sum teir kalla eitt statskvett. – Samgongan vil, við Tjóð­veldi á odda, sníkja loys­ ingina inn ígjøgnum bak­ dyrn­ar. Tað kunnu vit sum flokkur ikki ganga við til, segði Bárður Nielsen. Friðarligt kjak Tað vórðu ikki tær heilt stóru ósemjurnar, ið komu framí kjakinum millum fundarfólki. Kjakaevnini vórðu tey somu, sum for­mað­ urin tók fram: Fiskivinna, heilsumál, menningarætlan og stjórnarskipan. Tað var í øllum førum einki nýtt, sum kom fram. Ein ávís ósemja var um leiðsluspurningin á sjúkra­ húsunum. Serliga umboðini úr Norðoyggjum vórðu ivasom. Bjørn Kalsø og John William Joensen tóku báðir orðið um hetta. Eisini um avtøkuna av bummgjaldinum á Vága­ tunlinum var ein ávís ósemja. Serliga Marjus Dam er heit forsprákari fyri eini avtøku, meðan onnur vórðu meira ivasom, tí pengar til viðlíkahald mátta koma onkra­staðni frá og tað kost­ aði heldur ikki nógv at koyra sum var. Hetta sjónarmiðið bleiv borðið fram av Eivind Jacobsen úr Sørvági og Niels Nattestad, ið báðir hildu, at ein lítil kostnaður hevði einki uppá seg í veruleikanum. Tað, ið flestu sína ónøgd við, var úttalilsi hjá næst­ formanninum, Magna Laksá­ foss, tá hesin var í miðlum og segði, at flokk­urin átti at semjast við samgonguna um eina ný­skipan. Nógv hartaðu hann fyri tað. Sjálvur segði Magni Laksáfoss, at tað, sum ikki var komið við, var, at upp­skotið, ið flokkurin og samgongan vórðu næstan samd um, líktist ikki hesum, men samgongan hevði lagt nógv afturat. solvit@sosialurin.fo semjur, men tað er ikki full semja innanhýsis í Sam­ bandsflokkinum um einstøk mál. Leiðslu­spurn­ingurin á sjúkrahús­unum og fiski­ vinnu­nýskipanin eru tvey dømir. – Tað vil so verða. Tað eru altíð nøkur viðurskiftir, sum ikki øll kunnu taka undir við. Tað er sjálvandi altíð best um ein flokkur fer út samlaðir í einum máli, men tað er ikki neyðturviliga ein trupulleiki, so leingi sum vit eru samd í tí yvirorðnaða politikkinum og tað hava vit verið higartil, sigur Bárður Nielsen. Vilja forða fyri loysingini Størsta politiska mál, ið stend­ur fyri framman hjá Sambandsflokkinum, sam­ bært for­manninum, er stjórnar­skipanin, ið eftir ætla­n skal til eina fólka­ atkvøðu um eitt ár ella so. Bárður Nielsen hartar samgonguna fyri at brúka stjórnarskipanina sum ein máta at fáa loysingina ígjøg­ num bakdyrnar, fjaldar hand­an einum retorikki um stað­festingar av okkara rætti um tjóð. – Fyri okkum er hetta eitt øgiliga týdningarmikið mál. Tjóðveldi sjósetti hetta málið í 1999 fyri at fáa loysinginga ígjøgnum. Endamálið hevur allatíðina verið loysingin og at loysa Føroyar úr ríkis­ felagsskapinum. Hetta skal nú koyrast ígjøgnum bara við einum løgtingið og eini fólkaatkvøðu. Stýrisskipanin leggur upp til, at tvey fylgj­ andi løgting skulu samtykkja eina broyting, fyri at tryggja, at eitt so stórt mál ikki verður framt í einum ávísum tíðaranda. Tað ætlar henda samgongan at síggja burturfrá, men koyrir tað ígjøgnum her og nú, sigur Bárður Nielsen. Hann finst at samgonguni fyri at reka politikk við stjórn­arskipanini. Hann held­ur tað verða eina keði­ liga gongd, at at sam­gong­an til dømis vil stað­festa Lands­ bankan í stjórnar­skip­anini. – Tey koyra nógv inní, sum ikki hevur sítt pláss í eini stjórnarskipan. Landsbankin til dømis. Tað er ikki rætt, at ein samgonga brúkar eitt so týdningamikið mál sum hetta at reka politikk við, sigur Bárður Nielsen. solvit@sosialurin.fo Bárður Nielsen sigur, at Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri at fáa tær mistu atkvøðurnar aftur Mikudagur 8. februar 2017 · Nr. 17 Eitt sindur eftir fyri at vinna fólk aftur GREINING Tað verður ikki hesin fundurin, sum fer í søguna sum tann, ið veruliga skapti rembingar í Sambands­ flokkinum. Til tað var kjakið alt ov dempað. Tað er lítið, ið bendir á, at sokallaða baklandið hjá Sambands­ flokkinum ikki heldur arbeiðið hjá flokkinum verða á góðari leið. Um tað var beinleiðis stroymingin ella ein hjáverandi miðil, ið legði ein dempara á, skal her verða ósagt, men ósemjurnar vórðu ikki so ógvusligar. Ikki at síggja til í hvussu so er. Kardinalmálið hjá flokkinum, ríkisfelagsskapurin, standa fólk saman um og eru samd um at verja. Smáu ósemjurnar um bummgjald og sjúkrahúsleiðsluna, rista einki grundarlag undir flokkinum. Nøkur hartaðu Magna Laksáfoss fyri ikki at duga sær hógv tá hann úttalaði seg um fiskivinnunýskipanina, men har var eingin hørð mótstøða og til dømis var tað eingin, ið bjóðaði honum av til postin sum næstformaður. Bárður Nielsen segði í røðu síni, at avbjóðingin hjá flokkinum frameftir lá í at vinna veljaran aftur til flokkin, so hann kundi veksa. Serliga í Havn var avbjóðingin stór. Eftir henda fundin er tað trupult at síggja hvat tær stóru nýskipanir skulu koma frá, ið fara at vinna flokkinum nógvar nýggjar veljarar ella at vinna gamlar veljarar aftur. Hesin fundurin, hóast nýtt format og øðrvísi innsløg, var ikki eitt politiskt nýbrot hjá flokkinum. Flokkurin er tó ikki liðugur at arbeiða uppá seg sjálvan enn. Eitt, ið flokkurin arbeiðir við, er at orða nýggjan politikk innan so at siga øll økir. Har eru veljarar floksins bodnir at verða við í arbeiðinum. Tað arbeiði er komi hálvan veg. Hvussu tað endaliga kemur at síggja út er sjálvandi ikki gjørligt at siga, men tað sær út at verða ein gongd leið um ein ynskir at vinna veljarara aftur – at bjóða teimum við í arbeiðið. Bárður Nielsen sigur tað sjálvur, at flokkurin má menna tey økir í politikkinum, sum fólk hava harta tey fyri fyri. Millum annað at verða ov tætt uppat Fólkaflokkinum og at verða ov stirvin. – Vit hava tikið tað til eftirtektar, sum fólkið hevur sagt um okkum og vit vilja arbeiða uppá tað at broyta tað, sigur Bárður Nielsen. Bárður Nielsen var afturvaldur til formann á fundinum