týsdagur 14. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vártíðin hevur eydnast
hampiliga væl higartil
Bæði fríggjadagurin og leygardagurin í seinastu viku royndust væl hjá snellubátunum,
sum royna eftir várfiski, og hesar báðar dagarnar landaðu einir 55 bátar á Eiði
Vilmund Jacobsen
Tað hevur gingið rímiliga væl
hjá teimum, sum veruliga
havt lagt seg eftir at fiska við
snellu á Norðhavinum í vár,
og í síðstu viku gjørdu menn
fleiri hampiliga góðar dagar.
Teir, sum løgdu mest fyri,
vóru úti at kalla hvønn dag
í vikuni og aðrir, ið heldur
valdu teir góðu dagarnar
burtur úr, fingu einar fýra
útróðrardagar við snellu.
Í flestu førum er talan um
glastrevjabátar, og tá snellu
tíðin liggur í vánaligari árstíð
til veður, plaga menn at vera
nøgdir, um teir fáa einar 10-12
hampiliga góðar snelludagar
á Norðhavinum í allari ver
tíðini.
Høgættin er ring norðan
fyri, og tað skal ikki nógvur
vindur til, at hesir lutfalsliga
smáu bátar ikki loysa.
Góðir snelludagar
Jóhan K. Joensen, stjóri hjá
Hans Egili Joensen & Synum,
sum taka sær av at landa út
róðrarbátarnar á Eiði, sigur,
at bæði fríggjadagurin og
leygardagurin í seinastu viku
royndust væl hjá snellubát
unum.
– Fríggjadagin landaðu vit
einar 30 bátar, og leygardagin
landaðu vit 25.
Hann vísir á, at fríggja
dagurin byrjaði væl, men
sum dagurin leið, bleiv vind
ur, og flestu bátar vóru aftur
at landi um 16-17-tíðina.
–
Tá
leygarmorgunin
kom, var eisini ivaveður, og
tað vóru teir, sum settust
aftur, tí teir hildu ikki, at
líkindini vóru nakað serlig.
Kortini loystu einir 25 bátar,
og leygdardagurin gjørdist
drúgvari í seinna enda enn
fríggjadagurin,
tí
veðrið
batnaði, sum seinnaparturin
leið.
Jóhan K. Joensen sigur, at
í flestu bátum, sum royna við
snellu, er bara ein maður, og í
onkrum báti eru tveir.
– Nógvir bátar lógu um
2000 pund, nakrir lógu um
3000 pund, og besti bátur um
vikuskiftið mundi hava eini
4000 pund av snellufiski.
Hann vísir á, at hetta
er góður snelluútróður, og
menn eru nøgdir, tá teir gera
slíkar dagar.
– Eg trúgvi, at onkur av
teimum, sum hevur hingið
mest í hesar dagarnar, síðan
snelluútróðurin byrjaði, man
hava ligið um eini 1500 til
2000 pund í miðal fyri dagin.
Jóhan K. Joensen sigur, at
fiskurin, sum snellubátarnir
hava fingið higartil í vártíð
ini, hevur verið stórur og
góður toskur.
– Fiskurin er stórur, og eg
haldi, at menn eru samdir
um, at hann er ógvuliga feit
ur. Onkur einstakur upsi er
uppi í veiðini hjá bátunum,
men hetta er bara eitt minni
tal.
Vanligt er, sigur Jóhan K.
Joensen, at várróðurin varar
til umleið hálvan apríl, men
seinnu tíðina av vertíðini
kann fiskurin gerast meira
soltin, tí tá hevur hann gýtt.
– Tað eru ikki allir, sum
royna so leingi, men tað vil
altíð vera onkur, sum trýr
upp á ein góðan dag aftrat,
leggur hann aftrat.
Triðingur av Eiði
Staðfestast kann, at áhugin
fyri snelluútróðri er ikki
burtur, tó at tað onkuntíð, tá
útróðurin var bestur, kundu
vera upp ímóti hundrað bát
um, sum eitt gott várkvøld
landaðu á Eiði.
Soleiðis er tað ikki long
ur, og ein orsøkin er, at vár
róðurin seinnu árini hevur
roynst svikaligur.
– Eg trúgvi, at umleið ein
triðingur av bátunum, sum
hava róð út við snellu av Eiði
seinastu tíðina, eru heima
hoyrandi á Eiði, meðan rest
in er úr øðrum bygdum og
oyggjum.
Jóhan K. Joensen sigur, at
aftur í ár eru einir 4-5 bátar
komnir úr Suðuroy, og síðan
eru bátar úr Havn, Skála
fjørðinum og úr bygdunum
við Sundalagið.
–
Allur
snellufiskurin,
sum vit landa á Eiði, verður
koyrdur inn á Bátafisk her
norðuri, har hann verður
støddarskildur og settur til
sølu á gólvuppboðssøluni hjá
Fiskamarknaði Føroya. Tá
fiskurin síðan er seldur, og
greitt er, hvør hevur keypt,
verður fiskurin heintaður á
Eiði, sigur Jóhan K. Joensen
hjá Hans Egili Joensen &
Synum.
ÚTRÓÐUR
Umleið tveir triðingar av bátunum, sum royna við snellu eftir várfiski og sum liggja á Eiði, koma úr
øðrum bygdum, eitt nú ymsastaðni úr Sundalagnum, Havn, Skálafjørðinum og úr Suðuroy
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Tað eru ikki allir, sum
royna heilt út í hálvan apríl,
men tað vil altíð vera onkur,
sum trýr upp á ein góðan
dag aftrat, sigur Jóhan K.
Joensen, sum letur rímiliga
væl at vártíðini higartil í ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Einir 4-5 bátar eru komnir úr Suðuroy til vártíðina. Hetta er mynd av einum
báti úr Suðuroy, sum eitt annað ár hevði trupulleikar við róðrinum
Mynd: Vilmund Jacobsen