týsdagur 14. mars 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1950:
Fullveldi
– kvetting
Kjakið um fullveldi
var eisini í besta
blóma í 1950, tá
P. K. í Sosialinum
skrivar soleiðis:
»Fólkaflokkurin
er
aftur
vorðin loysingarflokkur.
Stjórnarliga hevur Fólka
flokkurin verið ein mjørka
flóki. Eingin hevur fingið fat
ur í, hvat hann veruliga vil.
Tað er serliga Th. Petersen, ið
er hin spælandi. Hann hevur
rópað: Fullveldi!
Hurrá! svaraðu hansara
høvuðdukaðu so væl sum
hattleysu róparar: So nú
var tað eina ferð: realunión!
Hurrá! svarar úr homrum.
Um hann, sum maðurin
segði,
rópti:
kyss
meg....!
Hurrá! og klams vildi aftur
hoyrst úr homrum.
Á fundi í Havn rópti harra
Th. Peterse, fólkatingsmaður,
bankastjóri og trolara-lyst
túrsiglandi:
»Vit vilja yvirtaka alt, be
tala alt – eisini læraraløn
irnar!«
Tá ið hann segði hitt
seinasta sýndi hann sítt
»elskiliga snerkj. Eitt vælsign
ilsi til allar føroyskar lærarar.
Fullveldi, kvetting er altso
valparolan hjá Fólkaflokk
inum nú.
P. K.
Havnardreingir
smíðaðu í Minibýnum
SOSIALURIN 1971
Í 1971 kundu havnardreingir rættilga royna seg sum húsasmiðir, tá KFUM-skrivarin
Jóhannes Álvheygg skipaði fyri sonevnda »Minibýnum« á Trapputrøðni.
Talan vað um eina trøð yvir av har, sum SMS er í dag.
S
osialurin skrivaði soleiðis
beint fyri ólavsøku í 1971:
»– Her dámar okkum væl,
siga smádreingirnir, sum hvønn
dag, tá tað viðrar so frægt fara nið
an í minibýin at byggja hús.
Tað er aktivitetur uppi í minibý
num. Smádreingir í hópatali eru har
hvønn einasta dag tað viðrar, fyri at
byggja sær smá hús, og stuttligt er at
síggja, hvussu hegnisligr nógvir eru.
Tað er KFUM-skrivarin, Johs.
Álvheygg, sum skipar fyri hesum
tiltaki og sigast kann, at tað eru
fá tiltøk sum eru komin so væl við
hjá børnum, sum júst hetta. Her
sleppa børnini sjálvi at royna seg
og læra at nýta amboðini, Sjálvur er
Álvheygg altíð staðar at rætta eina
hjálpandi hond. Somuleiðis er ikki
óvanigt, at annað vaksið fólk kem
ur niðan fyri at hjálpa til.
Trøðin, sum KFUM hevur fing
ið loyvi frá privatum at nýta, er
stykkjað út í smá grundøki til
hvørt húsið, og millum húsini skulu
seinni vegir gerast.
Timbrið, sum nýtt verður, fæst
frá handlum og øðrum, og savnar
Álvheygg hetta sjálvur. Hann segði
fyri okkum, at hann ein dagin fekk
eina kærkomna gávu úr Danmark.
Uttan at hava sagt eitt orð um tað,
fekk hann frá einum seymfirma
sendandi ein seymkassa, sum hann
bert hevði at siga takk fyri.
Sum sagt skulu vegir gerast
framvið húsunum, og í smáum
bilum kunnu børnini koyra og
læra seg ferslukskelti, sum verða
sett upp. Hetta verður nógv nýtt
í útheiminum, men enn ókent hjá
okkum, hóast tað ongastaðni er so
neyðugt hjá børnum at vera millum
bilar, sum júst her í Havnini.
Eisini er ætlanin at leggja eina
skíðbreyt
framvið,
har
húsini
standa, so tað verður eisini nakað
hjá børnunum at taka sær til uppi
í minibýnum, tá kavin fjalir vegir
og hús.
Álvur Haraldsen er myndamaður á Sosial
inum – og tað hevur hann verið í mong ár.
Álvur byrjaði fyri gott og væl 20 árum
síðani sum free-lance myndamaður, men
seinni varð hann settur í fast starv.
Álvur er úr Havn. Hann er útbúgvin
lastbilmekanikari á verkstaðnum hjá
Honnu Breckmann. Seinni fór hann á
verkstaðið hjá Bilasøluni Norrøna – og
seinni aftur fór hann á verkstaðiðm hjá
pápa sínum, Jógvani Haraldsen.
Men at taka myndir hevur altíð havt
hansara áhuga – seinastu umleið 20 árini
hevur tað verið høvuðsvinnuvegurin hjá
Álvi Haraldsen. Og at starvast í Miðla
húsinum dámar honum væl.
– Hetta er eitt sera gott arbeiðspláss,
annars hevði eg ikki verið her, sigur
Álvur við eyðkenda skálkabrosinum.
Starvsfólk:
Álvur Haraldsen
Sosialurin skrivar soleiðis 3. juni
í 1950:
»Um 1-tíðina náttina millum 1.
og 2. juni kom eldur í Hotel Før
oyar. Og sum eitt skot var eldur
víða um. Fólk mátti út sum tað
best slapp við sín bera kropp.
Tann eldri bygningurin er farin í
grund, meðan teir nýggjaru part
arnir eru minni rámtir. Fólk sig
ur, at tað eru bert 6 kømur í øll
um hotellinum, sum óskalaði eru.
Tað syndarligasta var, at ein
genta vaknaði ikki av eldin
um og doyði í seingini av royk
forgiftningi. Hon er farin, tað
rættast ikki aftur. Tann materi
elli skaðin er stórur, men fyri
honum er bót. Bert er tað eitt
stórt tap fyri tey, sum avvarða,
sum hava mist teirra persónligu
ognir.«
Hotel Føroyar brent í
grund – genta innibrend