Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 135 - 18. juli 2000 gult cyan magenta svart DIA MIDJORD Seinasti sendarin varð festir, hvalurin bleiv snaraður og skumpaður útaftur. Bátarnir, ið hildu vakt uttanfyri, sigldu nú innum. Og grinda- bólkurin varð síðan rikin til havs. Klokkan nærkaðist fýra leygarmorgunin, og Dorete Bloch og hennara fólk kundu loksins taka sær av løttum. Útgerð og serfrøð- ingar vóru síðan sigld á Gomlurætt, og stutt eftir var stórt morgunmatarborð hjá hvalamammuni á Velba- stað. Ísak ikki ringt Tað eydnaðist hvalafólkun- um at festa sendarar á fýra hvalir. Ætlanin var at festa fimm sendarar, men tá tey kekkaðu sendararnar í salt- vatni, vildi tann eini ikki makka rætt. Hóast tað er meira enn nokk at hava sendarar á fýra hvalum, so er Dorete Bloch eitt sindur óttafull. Tey hava nevniliga mist sambandi við Ísak. – Sendarin virkaði á Sandavági, men síðan hava vit ikki frætt frá Ísakki. Og tað er okkum ein gáta, hvat honum kann vera hent, sigur Dorete Bloch. Jónhild, Katrina og Mads Petur ringja heim við jøvn- um millumbili. Tað er so- leiðis, at hvalirnir ringja hvørja ferð teir koma undan kavi. Sendarin, ið er festur aftarlaga á horninum, ringir umvegis ein fylgissvein til ein móttakara í Toulouse í Fraklandi. Á djórasavninum í Havn kann so Dorete Bloch fylgja hvussu hvalirnir ferðast. Positión teirra verður stað- fest í telduskipanini, tá hval- urin hevur ringt og fingið samband tríggjar ferðir. Tá vit fyrrapartin í gjár, høvdu hvalamammuna í telefonini, hevði Ísak enn ikki givið nakað lívstekin. Hinir tríggir hvalirnir vóru á leið í ein útnyrðing úr Skeivabanka. Gjørdu landgongd Av teimum 80 hvalunum, ið ein metti vóru í bólkinum, gjørdi á leið ein triðingur landgongd í ósanum báðu- megin har Stórá rennur á sjógv í Sandavági. Og nú var rokan í fjøruni. Grinda- menn og hvalagranskarar arbeiddu hvørt um annað av øllum alvi. Hvalirnir máttu vendast og skumpast útaftur. Og Hvalirnir ringja heim Hvørja ferð Jónhild, Katrina, Ísak og Mads Petur koma undan kavi, ringja teir heim til mammuna Dorete Bloch og fráboða, hvar teir eru. Í gjár spældu teir á Skeivabanka DIA MIDJORD Tíðliga í gjáramorgunin kom skipið hjá Paul Wat- son aftur til Lervick í Het- landi. Ocean Warrior var ein stuttan túr í Kirkwall í Orknoyggjunum, men er nú aftur í Lerwick. Á havnaskrivstovuni í Lervick verður sagt, at lítið og einki er at frætta frá skipinum. – Men Paul Watson hevur boðað frá, at hann ætlar sær at liggja her ein- ar tríggjar dagar, verður sagt. Ikki eftirfarandi Sambært teimum á havn- skrivstovuni í Lervick, so hevur Paul Watson sein- astu tíðina fingist við at verja kóp. Hesi tíðindini eru kort- Paul Watson á kópaferð Nú liggur Paul Watson aftur í Lerwick. Seinastu tíðina hevur hann arbeitt sum verji hjá kópi ini ikki váttað av Ocean Warrior, men eru minst líka eftirfarandi, sum nógv av tí, ið kann lesast á heimasíðuni hjá Sea Shepherd felagsskapin- um. Har stendur eitt nú, at Paul Watson hevur sent eitt skriv til danska for- sætisráðharran Poul Nyrup Rasmussen og biðið um hjálp frá honum at steðga grindadrápi. Paul Watson skjýtur upp at hækka blokkstuðulin, um vit gevast at drepa grind. Tá Sosialurin setti seg í samband við stats- minesteriet í gjár, vistu tey einki um, at Paul Watson hevði sent Poul Nyrup nakað skriv, bræv ella teldupost. Prikkarnir vísa hvar hvalabólkurin hevur ferðast síðan hann varð rikin út av Sandavági leygarmorgunin Dorete og hennara fólk noyddust leggja sínar út- valdu á liðina, bora ígjøg- num horni og festa send- ararnar. So hvørt teir vórðu avgreiddir, vórðu teir slept- ir. – Tað gekst ómetaliga væl. Og grindamenn, hjálp- arfólk og øll, ið hava hjálpt til, eiga stóra tøkk uppi- borna. Ikki bara fyri hesa einu ferðina, men fyri allar tær mongu ferðirnar, grind hevur verið, sigur Dorete Bloch, sum nú fer í summ- arfrí. Hon kann kortini ikki heilt kopla frá, tí ymsastaðni í Norðuratlantshavi ferðast fýra hvalir, ið hon hevur ábyrgdina av. Og teir skulu treyðugt enda í einum grindadrápi. – Hvar eg enn ferðist, so havi eg telduna við. Og eingin grind verður hildin til, fyrr enn eg veit, hvar Ísak, Mads Petur, Jónhild og Katrina eru, sigur hvala- mamman. Sendarin er festir á hornið og hvalurin verður hjálptur útaftur Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Bíða ella kalla tingið saman harra løgmaður Tað er ikki bara sum at siga tað at vera landsstýrismaður í dag. Hetta mugu vit sanna eftir málið um Signar á Brúnni. Signar á Brúnni sigur seg ikki hava gjørt annað, enn fakkunnleikin hevur mælt honum til. Vit skulu á hesum stað ikki leggja hann undir nakað annað, men vit mugu bara staðfesta, at stýrisskip- anarlógin varð brotin - og tí mátti lands- stýrismaðurin fara frá. Tó so. Hansara egnu vildu hava málið kannað - og tað í sjálvum sær kann so ikki gera støðuna verri - hvørki fyri Signar á Brúnni ella fyri tey, ið siga nakað annað. Men málið fekk eina heldur løgna vend næstseinasta fríggjadag, tá partamenn hansara góvu honum endaliga sparkið - bert fáar vikur áðrenn kanningarstjórin handar løgtingsformanninum frágreið- ingina um málið. Vit kunnu heldur ikk i annað enn geva bæði formannininum og virkandi for- manninum í fíggjarnevndini rætt, tá teir greiða frá mannagongdini við eykajátt- anum í fíggjarnevndini. Tá nevndin hevur ta siðvenju, at slík mál skulu fyri tingið - soleiðis sum stýrisskipanarlógin fyriskrivar - so er ikki meira at tosa um. Hvør er trupul- leikin í at kalla tingið saman? Tann altíð so atfinningarsami advokat- urin, Bjørn á Heygum, var løgið nokk í parti við landsstýrinum hesaferð. Tað er eisini undrunarvert, hví hann í hes- um máli ikki heldur seg til »greiðu linj- urnar«, sum hann annars altið er so skjótur at gera vart við…! Tað tykist nú eyðsæð, at talan er um eitt innanhýsis stríð í Tjóðveldisflokk- inum, sum nú endaliga er avgreitt. Men tá landsstýrið ikki bað um hesa játtan, tá eykajáttanaruppskot vóru fyri í ting- inum bæði í apríl og maimánaði - hví hevur málið so fingið bráskund nú? Hvar er logikkurin! Ivi er nú eisini reistur um arbeiðsháttin hjá Helenu Dam á Neystabø. Vil løg- maður sleppa undan slíkum trupulleik- um, so er bert at halda seg til tað, ið skrivað stendur: Bíða, ella kalla tingið saman Góða Annika! 14 dagar eru farnir, síðan tey tungu boðini komu, at tú vart farin, og í kvøld eru vit í flokki- num savnað at minnast teg. Vit minnast aftur á farnar dagar - dagar úti í Nólsoy. Tað, vit minnast teg fyri, er títt lætta lyndi, títt vakra smíl og tín deil- iga verumáta. Vit minnast túrin í Hetlandi, hvussu øvundsjúkar vit gentur blivu, tá ið »Nonnu-kiskurnar« fóru avstað við »okkara« dreingjum. Men seinni bleivst tú sjálv ein »Nonnu-kiska«, og tað hava vit ofta flent eftir. Sjálvt um vit ikki fóru í sama skúla eftir loknan 7. flokk, hev- ur tú altíð verið ein av okkum - altíð blíð og fyrikomandi. Tað er eisini soleiðis vit fara at minnast teg. Tað er sera torført at skilja, at tú ikki ert her longur, men tað hjálpir hjá okkum at hugsa, at tú hevur tað gott nú. Hvíl í friði. árgangur ’74 í Nólsoy Minnningarorð um Anniku Gulklett f. 23.10.74 d. 24.06.00 Til at stuðla teimum fá- mentu málunum í Norður- londum játtar Norður- lendska ráðharraráðið stuð- ul til orðabókagerð. Í 2000 er hesin stuðul 800.000 kr. Fámentu málini eru í hesum sambandi føroyskt, grøn- lendskt, íslendskt, sámiskt Stuðul til orðabókagerð og finnlandssvenskt. Fólk, sum arbeiða við føroyskum orðabókum, einmálsligum ella tvímálsligum, ella sum ætla sær undir tílíkt arbeiði, kunnu sostatt søkja um stuðul. Í umsóknini eigur verkætlanin at vera væl lýst, eitt nú eigur nágreiniliga at verða mett um arbeiðstíð og kostnað. Neyðugt er ikki, at verkætlanin verður liðug í ár, men best er, um hon byrjar í ár. Umsóknarfreist- in er 1. august. Tað er Málráð Norður- landa, sum umsitur stuðul- in, og umsóknir skulu sendast við vanligum posti til: Nordisk språkråd Postboks 8107 Dep, N-0032 Oslo Ella við telduposti til: hauge@sprakrad.no Um vikuskiftið 22. - 23. juli skipar Føroyskt Íslandsross- afelag fyri fimtu og síðstu gongulagskapping í ár. Hig- artil í ár hevur luttøkan ver- ið góð. Umleið 30 ross hava luttikið í hvørjari kapping, og vónandi verða eisini nógv ross við í hesi síðstu kappingini. Byrjað verður leygardag- in 22. juli kl 10 við kapping í skeið og trav á vøllinum hjá Føroya Ríðingarfelag, og hildið verður áfram við kappingum kl 14 uppi á vølli felagsins við Kráar- heyg. Fimta og síðsta gongulagskappingin Ad Libitum givið út fløgu EIRIKUR LINDENSKOV Nýggj fløga við gomlum upptøkum hjá Ad Libitum er útkomin. Tað er plátuhandilin HCW Tórgarð, ið gevur út fløguna, sum er endurút- gáva av bandinum sum kom út í 1983. Finnbogi Johannessen, sum hevur arbeitt við útgáv- uni, sigur, at tey í útvarpi- num hava gjøgnumgingið gomlu upptøkurnar, sum nú eru nógv klárari, tá tær verða spældar av fløgu. Í fjør kom eisini út fløgan við Herman Jacobsen og í næstum kemur ein triðja fløga við løgum hjá Ad Li- bitum út. Bólkurin hevur nú um 25 ár á baki, men teir eru tó ikki so virknir, at teir javnan spæla. – Vit eru komnir nakað til árs - aldurin er frá 50 og uppeftir, so vit leggja okk- um mest eftir at geva út tón- leikin hjá okkum, sigur Finnbogi Johannessen. Manningin í bólkinum er enn tann sama, tó at Poul Engberg er deyður. Á fløguni hjá Ad Libitum eru verk eftir Bach, Schu- bert, Copin, Mozart o. ø. Hetta er lættur klassiskur tónleikur, útsettur fyri man- dolinir og guittarar. Í ár eru annars 250 ár liðin síðani Bach doyði. Ad Libitum varð serliga kent í teimum mongu V4 undirhaldssendingunum í útvarpinum. Fløguhúsin lýsir inni- haldið í fløguni. Høgru- megin spæst gamli húsin