Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Trinkle, sum hósdagin skuldi flúgvast til New York, slapp at broyta sín ferðaseðil og fara til Amster- dam ístaðin, tí løg- reglan í Kastrup var ovbyrða og ikki hevði tíð at síggja til, at Trinkle fór umborð á rætt flogfar RÚNAR REISTRUP - Har hendi, skulu vit siga, ein feilur her hjá okkum. Vit gjørdu tað mistak, at vit ikki ansaðu eftir at tann útvísti amerikumaðurin fór um- borð á rætta flogfar, sigur ábyrgdarhavandi á Station 6 á flogvøllinum í Kastrup, John Vendelbo, í telefoninin spurdur hvussu tað bar til, at Frank Trinkle slapp sær til Hollands hósdagin, hóast løgreglan í Kastrup hevði fingið litið upp í hendi at fylgja honum í flogfarið til New York. Sum vit skrivaðu leygar- dagin, fylgdi føroyska løg- reglan hósdagin teimum trimum útvístu Sea Shep- herd limunum umborð á eitt flogfar í Vágunum, sum skuldi føra teir til flogvøllin í Kastrup. Har skuldi løg- reglan á staðnum standa fyri teimum og syrgja fyri at teir báðir útvístu hollendararnir fóru í flogfarið til Amster- dam, og at Frank Trinkle fór umborð á flogfarið til New York, hagar hann var út- vístur til. Men Frank Trinkle broytti sín ferðaseðil, og í- staðin fóru allir tríggir Sea Shepherd limirnir til Amsterdam. Høvdu ikki tíð John Vendelbo frá Station 6 tekur alla ábyrgdina av mistakinum á seg og kallar tað eitt keðiligt óhapp, sum ikki gjørdist minnið keðiligt av, at málið á onkran hátt hevði ein politiskan undir- tóna. - Man kundi trúð, at alt hetta hendi, tí vit her niðri ikki vildu hjálpa ella okkurt sovorðið, men tað hevur einki við tað at gera, lovar áyrgdarhavandi á Station 6 á flogvøllinum. Sum orsøk til at mistakið kom fyri, nevnir hann, at politistøðin á flogvøllinum í Kastrup í løtuni er und- irmannað vegna feriu, og at løgreglufólkini høvdu sera nógv at gera hósdagin, og tí ikki høvdu tíð til at røkta allar sínar uppgávur til lítar. Løgreglufólk stóðu tó fyri Frank Trinkle, tá hann og teir báðir útvístu hollendar- arnir komu í land av før- oyaflogfarinum. - Men orsakað av at vit høvdu so nógv annað at gera, fingu løgreglumenn- inir ikki verið hjá útvísta amerikumanninum, men máttu víðari til aðrar upp- gávur. John Vendelbo sigur, at løgreglufólkini á staðnum tosaðu við teir tríggjar menninar og mettu, at teir fóru at gera, sum teimum varð boðið. - Men hasin ameriku- maðurin fer niður og bookar sín ferðaseðil um, og tað Løgreglan í Kastrup misrøkti uppgávu sína hava vit ábyrgdina av, sigur hann. Nú hendir ikki meira Løgreglan í Kastrup hevur tikið mistakið til eftirtektar, men fer ikki at gera meira við málið. - Eg havi minnt løgreglu- menninar á støðini á, at teir altso verða noyddir til at fylgja teimum reglum, ið galda fyri slíkar uppgávur, og ikki kunnu loyva sær at misrøkja tær vegna ov stóra arbeiðsbyrðu. Spurdur um hann heldur, at løgreglan í Føroyum sjálv átti at syrgt fyri, at teir trígg- ir Sea Shepherd limirnir komu á rætta stað, sigur á- byrgdarhavandi á Station 6, at tað er ein spurningur um starvsfólkatilfeingi. - Man kundi sagt sum so, at tað eru tey, sum syrgja fyri fráferðini, ið fylgja við teimum ferðandi. Men hin- vegin so er tað langur vegur úr Føroyum til Danmarkar, og løgreglan í Føroyum hevur so valt at „spara“ tveir mans við at heita á løgregl- una í Danmark um at standa fyri teimum í Kastrup, og tað haldi eg eisini var tað rætta. Spurdur um løgreglan í Hollandi fekk at vita um tilburðin, sigur Vendelbo: - Allir tríggir eru farnir úr Føroyum og úr Danmark, so eg haldi ikki at tað loysir seg at gera meira við hatta málið, sigur John Vendelbo. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løg- regluni í Føroyum, sigur, at í Føroyum verður heldur ikki gjørt meira við málið. So Frank Trinkle fær frið fyri løgregluni, har sum hann er, so leingi hann ikki kemur til Føroya aftur. Frank Trinkle var so heppin, at løgreglan í Kastrup hevði so nógv at gera hósdagin, at hon ikki hevði tíð at fylgja honum og teimum báðum útvístu hollendsku Sea Shepherd limunum. Tískil kundi hann ótarnaður broyta ferðaseðilin og sleppa undan flogtúrinum um Atlantshavið. Mynd: Eirikur Lindenskov Agip – Marathon bólkur- in, sum umfatar Agip Denmark B.V. (operatør- ur) og Marathon Inter- national Petroleum Ven- tures Limited, og sum tann 17. mai 2000 hevur latið inn umsókn til Olju- málastýrið í sambandi við fyrsta føroyska útbjóðin- arumfarið, boðar frá, at Føroya Kolvetni P/F er komið upp í bólkin frá umsóknardegnum at rokna. Viðvíkjandi føroyskari oljuleiting, so vil Føroya Kolvetni fáa gagn av al- tjóða styrkini og roynd- unum hjá Eni Agip og Marathon. Føroya Kol- vetni vil veita bólkinum íkast við teirra týðandi vitan um vinnulívið á staðnum, sum vil vera ómetaliga virðismikið fyri tað íkast, bólkurin kann lata til menningina av oljuídnaðinum í Før- oyum. Við at gerast limur í bólkinum átekur Føroya Kolvetni sær allar ábyrgdir og skyldur viðvíkjandi teirra parti í loyvum, sum Lands- stýrismaðurin mátti latið. Tíðindaskriv Føroya Kolvetni er komið upp í Agip Marathon bólkin 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 135 - 18. juli 2000 Nr. 135 - 18. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Royndarkoyring frá mánadegnum 17/7 til leygardagin 22/7 SR 125 • Skivubremsur framman • 1 cylindara luftkøldur motorur • Automatisk variator gearkassi Í vikuni verða 4 brúktir skootarar seldir til hægstbjóðandi. Eisini nógv onnur góð tilboð. Sosialurin - 311820 N. Finsensgøta 12 • 100 Tórshavn • Tel. 213000 Pegaso 650 • Skivubremsur framman og aftan • 1 cylindara vatnkøldur motorur • 5 gear SL 1000 • Skivubremsur framman og aftan • 2 cylindara motorur við AVDC • 6 gear • 118 HK Ein kraftfull maskina, ið liggur væl á øllum vegum. Gevur reina koyrigleði. Støkk inn á gólvið og fá ein royndartúr á einum av okkara motorsúkklum Fáa ikki endurgjaldskrav fyri at blokera Fíggjarmálastýrið ÁKI BERTHOLDSEN Verkfallið hjá Starvsmanna- felagnum í fjør fer ikki at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri fakfelagið. Nú er tað nevniliga greitt, at Landsstýrið fer ikki at gera álvara av hóttanini um at krevja endurgjald fyri tær blokadur, sum limir í starvs- mannafelagnum settu í verk ímóti fíggjarmálastýrinum úti á Argjum, og ímóti um- sitingini í Tinganesi, í sam- bandi við tað drúgva verk- fallið seinasta vár. Í sambandið við verkfall- ið, stóðu fólk í fleiri dagar frammanfyri úthurðunum í Fíggjarmálastýrinum og forðaðu fyri, at starvsfólki har slapp til arbeiðis. Av og á var eisini umsit- ingin hjá Landsstýrinum í Tinganesi blokerað. Hóttu við endurgjalds- kravi Karsten Hansen, landsstýr- ismaður í fíggjarmálum var sera misnøgdur um hetta. Hann segði, at blokadur- nar vóru ólógligar og hann boðaði meiri enn einaferð frá, at tá ið verkfallið var av, fór Fíggjarmálastýrið at krevja endurgjald fyri tann miss, sum hevði staðist av, at Starvsfólkið ikki var sloppið til arbeiðis. Tá ið verkfallið so var av, boðaði hann eisini frá, at hann hevði biðið teir ymsu partarnir í almennu umsit- ingini gera skaðan upp, sum blokadurnar høvdu kostað, og at hesar uppgerðirnar skuldu vera grundarlagið undir einum endurgjalds- kravi ímóti Starvsmanna- felagnum. Kravið slept Men nú er tað greitt, at Starvsmannafelagið fer ikki at fáa nakað endurgjalds- krav frá Landsstýrinum. Tí Karsten Hansen við- gongur nú, at endurgjalds- kravið er slept. Hann sigur, at hann kann ikki gera annað, enn at á- sanna, at hann noyðist at sleppa endurgjaldskravin- um. –Eg má viðganga, at politiskt fæst ikki undirtøka fyri at leggja endurgjalds- krav, sigur landsstýrismað- urin í fíggjarmálum. Hann sigur, at tað er ikki minst hansara egnu floks- politisku partamenn í tjóð- veldisflokkinum, sum eru ímóti at endurgjaldskravið verður lagt. Men sjálvur ivast hann ikki í, at tað hevði verið rætt at lagt endurgjaldskrav. – Stóð tað til mín er tað ongin ivi um, at vit høvdu reist endurgjaldskrav. – Tó má eg eisini við- ganga at eg skilji teir væl á ein hátt. –Men hinvegin, so mugu vit taka tøk av og á. Og fyri meg hevði hetta verið ein spurningur um at seta mørk, og, hvør skal seta hesi mørkini, sigur Karsten Han- sen. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fakfeløg verða hótt við endurgjaldskravi, tá ið tey fara í verkfall. Tað hendir næstan hvørja ferð. Men tað er ongantíð blivið til meiri enn til hótt- anina, tí hvørja ferð, verk- føllini hava verið av, eru endurgjaldskrøvini eisini slept. Vit spurdu Karsten Han- sen um hetta ikki er eitt veikleikatekin frá almenn- um og privatum arbeiðsgev- arum og um hetta ístaðin ikki júst er ein ábending til fakfeløgini um, at tey hava fullkomiliga fríar ræsur, tá í ósemjur eru á arbeiðs- marknaðinum. – Jú, tað kanst tú siga, sigur Karsten Hansen. Leiðslan í Starvsmanna- felagnum hevur frá fyrsta degi tikið endurgjaldshótt- anina púra róliga. Gunnleivur Dalsgarð, for- maður Starvsmannafelag- sins, hevur altíð sagt, at fel- agið hevur onki við blok- adurnar at gera, men at tær vóru eitt tiltak, sum limirnir sjálvir høvdu funnið upp á, uttan stuðul frá Starvs- mannafelagnum. Løgið at Karsten Hansen leggur so stórar ætlanir fyri framtíðina ÁKI BERTHOLDSEN Tað eru ikki øll, sum eru líka forlipt uppi í ætlanini hjá Karsten Hansen, lands- stýrismanni í fíggjarmálum, um at gera eina 10 ára verk- lagsætlan fyri almennar út- byggingar. Sum vit hava greitt frá á undanfarnum bløðum, ætlar Karsten Hansen at gera eina 10 ára ætlan fyri, hvussu almennar útbyggingar í Før- oyum skulu raðfestast tey næstu 10 árini. valskeið fram í tíðina. – Tað kann sjálvandi vera gott at hava eina ætlan. Men at leggja eina langtíðar út- byggingarætlan kann vera ómetaliga trupult, tí hon fer at verða broytt so hvørt sum tíðirnar skifta. –Almenna peninganýtsl- an, eitt nú til ymsar útbygg- ingar er ein av fáum mátum, sum landsstýrið hevur at stýra búskaparligu gongdini við. Tvs, at tá ið ov nógv ferð er á búskapinum, verð- ur gongdin tálmað við at lækka almennar útreiðslur og øvugt, tá ið ringar tíðir eru. Tí fer ein slík ætlan at verða nógv broytt so hvørt, og av tí sama dugir hann ikki rættiliga at síggja enda- málið. – Tá skuldi Karsten Han- sen nógv heldur gjørt eina langtíðar ætlan fyri, hvussu samfelagið Føroyar skal rekast framyvir. Almenna umsitingin er nógv dýrkað seinastu árini og hon letur seg ikki so lætt broyta, alt eftir, um tíðirnar eru ringar, ella ikki. – Tí hevði tað verið nógv meiri áhugavert at Karsten Hansen legði eina ætlan fyri, hvussu almenna um- sitingin skal vera tey næstu árini, heldur Heini O. Heinesen. Hann heldur eisini, at ístaðin fyri at leggja stórar útbyggingarætlanir langt fram í tíðina, skuldi Karsten Hansen heldur hugsa meiri um at fingið Landsstýrið at sett tað í verk, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri at seta í verk. Eitt nú hugsar Heini O. Heinesen um Vágatunnilin, sum hann sigur er tvey ár seinkaður av politiskum kleyvarskapi. – Varð rætt atborið, hevði verið koyrandi undir Vest- mannasundi næsta ár. Men kleyvarskapur hevur oyði- lagt so nógv, at enn er spak- in ikki settur í jørðina. hetta hevur eisini ført við sær, at allar aðrar útbyggingar eru seinkaðar tilsvarandi, eitt nú byggingin av nýggja Smyrli, sigur hann. Karsten Hansen skuldi heldur lagt eina langtíðarætlan fyri, hvussu almenna umsitingin skal vera tey næstu árini, sigur Heini O. Heinesen Landsstýrið fer ikki at gera álvara av hóttanini um at senda Starvsmanna- felagnum krav um endurgjald fyri at blokera fíggjarmálastýrið undir tí drúgva verkfallinum í fjør Limirnir í Starvsmannafelagnum lótu hvørki regn ella vind rína við seg, táið tey forðaðu Karsten Hansen og hinum starvsfólkunum í fíggjarmálastýrinum at sleppa til arbeiðis undir verkfallinum í Fjør. Og so vórðu tey hótt við endurgjaldskravi oman á alt, men tað kravið er nú slept. –Karsten Hansen skuldi heldur roynt at arbeitt fyri at landsstýrið setti tað í verk, sum tað skal seta í verk, heldur enn at arbeiða við ætlanum, sum koma at binda løgtingið fleiri val- skeið fram, sigur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi. Ein av teimum, sum ikki heldur so avbera nógv um hesa ætlan er Heini O. Heinesen, formaður tjóð- veldisfloksins á tingi og so- statt partamaður hjá Karsten Hansen. Hann heldur, at tað er løg- ið, at Karsten Hansen skal fara at leggja eina ætlan, sum fer at binda komandi landsstýri og løgting fleiri