Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka við fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Johan Snorri Niclasen f. 17-09-1949 d. 27-01-2017 andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og kransar og takk til tey, sum bakaðu og hjálptu við ervinum. Tøkk til prest fyri troystarrík orð og tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar og tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sólvør, Ari og Rói Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, blómur og kransar við jarðarferðina hjá Ragnhild Sørensen í Pedersborg kirkju. Familjunnar vegna Olav og Elin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vísti samkenslu, tá kæri maður mín Poul Hans Jacobsen f. 26.09.51 d. 28.01.17 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, fyri at tit vóru so góð við hann. Tøkk til prestin Sonja Klein fyri góð orð. Stóra tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Arom Jacobsen Tøkk Hjartans takk øll somul bæði ung og gomul ið okkum vildu gleða so og fegin ringdu telefonboð 85 ára dag vit hildu orkaðu ikki at halda gildi kaffi og kakur og lagkaku fingu eisini takk fyri blómur, gávur og pengar Gudi vit takka hansara er æran Kærar heilsanir Nicolina og Torleif Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara góði maður, pápi, abbi, verpápi, sonur og beiggi andaðist og var jarðaður. Albin Z. Müller F. 31.07.1958 d. 15.04.2016 Takk til familjuna og vinir og øll, sum ringdu, vitjaðu og hjálptu okkum, ta tíðina Albin var sjúku. Stóra tøkk til starvsfólkið á Hotell Tórshavn. Eisini eina tøkk til Marjun í Kálvalíð fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Vit vilja eisini takk tykkum, sum bakaðu og hjálptu til ervið. Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Eisini eina tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávu til abbabørnini. Katrina, Eli, Beinta og Joan v/ fam. Betzy, Gladys og Jan v/ fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt, vístu samkenslu og hjálptu til, tá elskaða mamma okkara Maria Krossteig Olsen f. 3/7-1941 d. 16/2-2017 andaðist og varð jarðað. Vit takka familju, heimasjúkrarøktarfrøðingum og vinfólkum fyri góða hjálp síðstu tíðina. Vit takka Hera presti fyri troystarrík orð í kirkjuni. Vit takka kirkjutænarum, sangarum og berarum. Somuleiðis takka vit Tórshavnar Manskóri og tykkum øllum, sum bakaðu. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til Krabbameinsfelagið. Takk til tykkum øll, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Barbara, Súsanna (Ussa), Bjørg og Georg Tøkk Eg vil fegin takka tykkum øllum, sum gleddu meg á 90 ára føðingardegi mínum, ið varð hildin 11. februar. Takk fyri blómur, gávur og takk fyri at eg kundi halda dagin í Kirkjubø. Og takk tit øll, sum hugdi inn á gólvið. Bestu heilsanir Guðny Mohr Mortensen