týsdagur 14. mars 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Hví fáa fólk krabbamein?
Vilmund Jacobsen
Nógvar orsøkir eru til krabbamein.
Læknaheimurin veit at siga, at
okkara lívsstílur og tað umhvørvi,
vit liva í, hava ein leiklut.
Okkara arvaeginleikar kunnu
hava týdning fyri at menna krab-
bamein, eins og lívfrøðiligar orsøkir,
eitt nú ávís hormonir, kunnu spæla
inn.
Ofta er talan um samspæl mill
um fleiri orsøkir.
Granskarar skilja ímillum próv
fastar orsøkir til krabbamein og
vælgrundaðar illgrunar.
Spyrt tú um ráð, kunnu læknar
fortelja tær, hvat tú sjálv/-ur kanst
gera fyri at minka um vandan fyri
at menna krabbasjúku.
Granskarar um allan heim ger
ast hvønn dag klókari upp á, hví
vit menniskju kunnu fáa krabba,
og granskarar vita eisini meira og
meira, hvat menniskju sjálvi kunnu
gera fyri at minka um vandan fyri
krabbasjúku.
Royking, rúsdrekka og UV-strál
ing eru nakrar av orsøkunum, sum
granskarar við vissu vita kunnu
vera orsøkin til, at vit fáa krabba
mein.
Læknaheimurin tosar um væl
grundaðan illgruna, tá gransk
ingarúrslit hava víst, at møguligur
samanhangur
er
millum
ein
ávísan vandatátt og menning av
krabbameini. Hetta merkir, at
granskast skal meira í samanhang
inum, áðrenn læknarnir eru heilt
vísir í hesum.
Tað finnast fleiri enn 200 sløg
av krabbameini, og ofta er orsø-
kin sum áður nevnt eitt samspæl
millum lívsstíl, arvaeginleikar og
umhvørvi.
Aktiviteturin hjá hvørjari ein
stakari kyknu verður stýrdur av
arvatilfeinginum í kyknukjarnuni.
Verður arvatilfeingið løstað, kann
viðfødda eftirlitið av kyknudeil
ingini gerast oyðilagt. Vanliga verða
oyðilagdar kyknur beindar burtur
av immunverjuni í kroppinum.
Men, um likamið ikki megnar
hetta, kunnu kyknurnar menna
krabbamein.
Uttan mál og mið
Krabbamein er sjúka í kyknunum,
har kyknur byrja at veksa uttan
tamarhald, mál og mið.
Likamið
er
samansett
av
miljardum av kyknum, og alla tíðina
verða gjørdar nýggjar kyknur, sum
koma í staðin fyri tær, sum vera
oyðilagdar ella eru slitnar upp.
Kyknur, ið eru, sum tær eiga at
vera, býta seg vanliga uttan trupul
leikar, men feilir kunnu henda sum
gera, at kyknurnar býta seg ov ofta.
At kyknur býta seg ov ofta er
eisini vanligt og vísir seg ofta aftur
sum ein lítil og góðkynjaður knútur
onkrastaðni á kroppinum.
Verður ein vevnaðarsýnslutur
tikin av góðkynjaða knútinum og
hugt verður at kyknunum í einari
sjóneyku, síggja kyknurnar van
ligar út, men í slíkum føri eru tær
bara ov nógvar í tali.
Góðkynjaðir
knútar
spreiða
seg ikki og skulu ikki blandast sa-
man við krabbameini. Teir kunnu
hvørva av sær sjálvum ella vera
sitandi, har teir hava sett seg.
Men, góðkynjaðir knútar kunnu
eisini gerast so stórir, at teir gerast
ein plága, og í slíkum føri er vanligt,
at teir verða tiknir.
Tá alt er, sum tað annars eigur
at vera, lekjast sár, blóð, húð og
slímhinnur endurbyggjast, so øll
kropsheildin verður viðlíkahildin
og veksur.
Øll gongdin verður neyvt stýrd
av ílegunum ella ættarbreðgini hjá
kyknunum.
Umráðandi at fáa viðgerð
Í einum illkynjaðum knúti eru
kyknurnar ikki vanligar. Her hava
tær býtt seg ov ofta og hava skapt
ein knút. Haraftrat er hendur ein
meira álvarsamur feilur í ílegunum
ella arvaeindunum hjá kyknunum,
sum broytir skap og útsjónd. Hetta
verður rópt undanstig til krabba
mein.
Meðan vanligar kyknur gera
sjálvmorð, um tær gerast sjúkar,
halda krabbakyknurnar fram við
at liva og skapa nýggjar krabba
kyknur.
Kemur hin krabbasjúki ikki í
viðgerð, vilja krabbakyknurnar við
tíðini veksa seg inn í nærliggjandi
gøgn.
Um krabbakyknur sleppa at
blóði ella gróðrarvatni, kunnu tær
ferðast runt í likaminum og seta
seg niður og veksa í heilt øðrum
gøgnum enn teimum, sum vóru í
námindi av, har krabbakyknurnar
byrjaðu.
Men, sjúklingurin hevur fram
vegis sama slag av krabbameini,
sum viðkomandi hevði, tá sjúkan
byrjaði.
Krabbakyknur, sum ríva seg
leysar, kunnu savnast og gera skaða
aðrastaðni í likaminum.
Kelda: www.cancer.dk
Kemur hin sjúki ikki í viðgerð, kunnu krabbakyknurnar við tíðini veksa seg inn í
nærliggjandi gøgn. Sleppa sjúku kyknurnar at blóði ella gróðrarvatni, kunnu tær
ferðast runt í likaminum og seta seg niður og veksa í øðrum gøgnum
Krabbamein er sjúka í kyknunum, har kyknur byrja at veksa og deila seg uttan tamarhald, mál og mið