Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 6 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ 27 ára gamla Kristina Arge Simon­sen úr Havn hevur seinastu árini búð í Siloam Springs í amerikanska statinum Arkansas, har hon hevur tikið eina B.A. innan Virkisleiðsla & Marknaðarføring, og er í løtuni í holt við eina M.B.A. Útbúgving við denti á Altjóða handilsskap. Hví valdi tú hesa útbúgvingina? – Tá ið eg byrjaði mína yrkisleið innan handilsleiðslu, var tað tí eg altíð havi havt áhuga innan virkis­skipan og samskipan. Eftir at eg var farin undir lesnað, fann eg út av at mær eisini dámdi marknaðarføring, og gjørdi av, at leggja tað afturat mínari útbúgving. Eftir lokna bachelor, var tað mær heilt natúrligt at leingja mína lestrartíð, tí mær dámar sera væl at ganga í skúla, og so var maður mín eisini farin at taka eina Master innan handilsfyriseting. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaðið/landi? Amerika er kent fyri at vera ‘The Land of Opportunities.’ Hetta hava maður mín og eg upplivað á nógvan ymiskan hátt. Vit hava ferðast nógv, hava verið til nógvar góðar konsertir og hava verið til amerikanskan fótbólt og kurvabólt. Eisini eru nógvar ymiskar mentanir at uppliva, tá man ferðast í landinum. Eftir at vit vórðu liðug við okkara master, hava bæði maður mín og eg fingið fulltíðar starv. Maður mín sum bókhaldari, og eg sum ráðgevi innan íverksetan. Tað, ið vit hava dáma best við at vera í Siloam Springs, er tað lítla samfelagið. Býurin er um 15.000 fólk, og er tí sera heimligt fyri okkum. Fólk eru vinarlig her, og taka sær av hvørjum øðrum. Hvat eru bestu ráðini tú kanst geva einum lesandi? Hevur tú møguleikan, far so uttanlands at nema tær kunnleika og lærdóm. Tak av so nógvum møguleikum og avbjóðingum sum gjørligt. Lesandi til lesandi Vit hava sett tveimum lesandi spurningar um teirra útbúgving, lestrarstað og um tey hava nøkur ráð til onnur lesandi Kristina Arge Simonsen: Hevur tú møguleikan – far so uttanlands Marin Hermansdóttir Eides­ gaard er 22 ára gomul og lesur í løtuni Sosialvísind og Sam­felags­ planlegging á Søgu- og Sam­ felags­deildini á Fróðskaparsetrið Føroya. Harumframt hevur hon lisið eitt ár sum skiftisnæmingur á Uni­versity of Malta, har hon læs sosiologi og altjóða viðurskiftir. Hví valdi tú hesa útbúgvingina? Eg vildi lesa samfelagsfrøði við serligum denti á tí sosialvísinda­ liga. Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini eru breiðar, so man fær eitt sindur av hvørjum, óansæð hvørja linju, man velur. Hvat er tað besta við tínum lestrarstaðið/landi? Tað besta við at lesa á Setrinum er avgjørt, at man hevur eitt tætt samband við undirvísarar, og tað er lætt at fáa fólk úr vinnulívinum at halda fyrilestrar. Flokkarnir eru lítlir í mun til í nógvum øðrum londum, so samanhaldið og læruúrtøkan er nógv merkt av tí. Tað haldi eg vera fantastiskt. Tá man lesur samfelagsvísindi, haldi eg tað eisini vera sera relevant at lesa í Føroyum, tí her brúkar man dømir úr føroyska samfelagnum, umframt at man lesur tað føroyska tilfarið, sum nú einaferð finst. Annars elski eg Føroyar, og haldi, at um tann útbúgvingin, sum ein ætlar sær at taka, er tøk her, so skal ein royna Setrið. Lestrarumhvørvið í Føroyum verður bara ment framyvir, og tað er spennandi at vera ein partur av. Tað er eisini lætt at fara sum skiftisnæmingur uttanlands. So fyri tað, um ein velur Setrið, so noyðist ein ikki at vera her øll árini. Hvat eru bestu ráðini tú kanst geva einum lesandi? Bestu ráðini, eg kann geva einum lesandi, er at lata vera vit at útseta (tað dugi eg alt ov væl!), men heldur gera tingini í góðari tíð og annars bert njóta tíðina. Tað er fantastiskt at vera lesandi, ein er fríur og tað er ein framíhjárættur at læra. Royn eisini okkurt nýtt, t.d. at fara skiftislestur í einum landi við eini heilt aðrari mentan, enn ta mentanina ein er vanur við. Marin Hermansdóttir Eidesgaard: Royn okkurt nýtt