Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 15. mars 2017 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ á Hjalla 7A · Boks 301 · FO-110 Tórshavn · Tel. 350070 www.dugni.fo Skúlin við Áir bjóðar 9. flokk og fyrireiking til 9. flokk. Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar til næmingar, so teir gerast førir fyri at halda áfram í 9.flokki. Undirvísingin í 9. flokki endar við vanligari fráfaringarroynd fólkaskúlans. Skúlin er grundaður á eitt heildartilboð, har tú, umframt fakliga læring, verður stuðlaður í at mennast persónliga. Her eru góðar umstøður hjá næmingum at læra og eitt gott sosialt umhvørvi við tøttum samstarvi við starvsfólk skúlans - har øll virða hvørannan. Skúlin kann testa fyri orðblindni og veita undirvísing til lesi-, skrivi- og rokniveik. HEVUR TÚ EITT YNSKI UM AT KOMA VÍÐARI Í LÍVINUM, OG ERT TÚ TIL REIÐAR AT TAKA AVBJÓÐINGINA Á TEG, SO ER DUGNI TIL REIÐAR AT MØTA TÆR SKÚLIN VIÐ ÁIR Freistin at søkja er 15. mars - umsóknarblað er á dugni.fo. Annars ber til at søkja alt árið.