týsdagur 14. mars 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mars 2017
18
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Hallur av Rana
B
ygningurin sær ikki út av so
nógvum, tá man fer súsandi
framvið bilinum á lands
vegnum við Áir, men stóri svarti
bygningurin, ið stendur dygst út til
landsvegin, er ein viti av vón fyri
nógvar føroyingar.
Har inni heldur nevniliga Skúl
in við Áir til, sum í 61 ár hevur loft
að teimum, ið onkursvegna eru
dottin niðurímillum í føroyska
samfelagnum, og hjálpt teimum
víðari á teirra lívsleið, við at geva
teimum møguleikan fyri einum 9.
floks prógvi.
– Vit plaga at siga, at skúlin er
fyri at geva teimum, ið eru dott
in ímillum í samfelagnum ella
onkustaðni á lívsleiðini hava givið
skarvin yvir, eina nýggja byrjan.
Her bjóða vit teimum eitt heildar
tilboð við fokus á persónliga menn
ing, umframt tað fakliga, sigur Stig
Elttør, skúlaleiðari í skúlanum við
Áir.
Tveir flokkar
Pláss er fyri 30 næmingum í skúl
anum, harav átta næmingar kunnu
búgva á búdeildini, og seks starvs
fólk eru knýtt at skúlanum. Skúlin
skilur seg frá øðrum skúlum í land
inum við einans at hava tveir flokk
ar, ið eru til fólk í øllum aldursbólk
um.
– Pláss er fyri 30 næmingum á
skúlanum, harav 18 pláss eru til 9.
flokk. Talan er um ein vanligan 9.
flokk, ið tekur fráfaringarroynd
fólkaskúlans. Vit eru í tøttum sam
starvi við Almannaráðið og Menta
málaráðið, og flokkurin fylgir øllum
treytum, krøvum og próvtøkum, ið
Mentamálaráðið setir. Skúlin er tó
øðrvísi av tí, at tað er fólk úr 18 til 67
ár, ið ganga her, greiðir Stig Elttør
frá.
Umframt 9. flokk, so hevur
skúlin 12 pláss til ein sokallaðan
fyrireikingarflokk, ið er til tey, ið
skúlin metir ikki eru heilt klár at
fara í 9. flokk.
– Tað er vanliga fólk, ið hava tørv
á frálæru innan danskt, føroyskt
ella støddfrøði, áðrenn tey fara
víðari. Tað kann vera tí tey hava
verið leingi burtur frá skúlanum,
og tað er trupult at byrja aftur, ella
tí tey koma frá einum øðrum landi,
og ikki eru so stinn í málunum.
Skeiðið tekur eitt ár, og er eitt
slag av innleiðsluskeiði til 9. flokk,
greiðir Stig Elttør frá.
Tað at fólk úr øðrum londum
ganga í skúlanum er nakað, ið tyk
ist at vinda upp á seg.
– Í ár eru sjey ymiskar tjóð
ir
umboðaðar
í
fyrireikingar
flokkinum og 9. flokki. Tað gevur
teimum nógv meira at koma á
skúlan, heldur enn bara at ganga á
kvøldskúla, tí á skúlanum taka tey
fleiri fak. Hetta tykist bara at vinda
upp á seg, og fyri okkum er tað ein
spennandi og øðrvísi avbjóðing,
sigur Stig Elttør.
Men hóast fólk sleppa inn á fyri
reikingarflokkin, so er tað eingin
trygd fyri, at tey sleppa víðari í 9.
flokk.
– Tað eru altíð nøkur, ið vit
mæla frá at fara víðari til 9. flokk,
tí at tey eru ikki til skúlabonk. So
mæla vit heldur til onnur tilboð í
skúlaverkinum ella arbeiðslívinum,
sigur Stig Elttør.
Uppbyggja sjálvsálit
Tá skúlin veitir eitt tilboð til fólk,
ið kanska ikki altíð hava havt tað
so lætt í lívinum, so er tað skjótt, at
talan verður um meira enn bara eitt
fakligt tilboð.
– Ein stórur partur av endamál
inum hjá okkum er eisini at byggja
sjálvsálitið upp hjá næmingunum.
Fleiri koma her við niðurboygdum
høvdum, men vit veita eitt gott og
trygt umhvørvi, har øll tey neyðugu
amboðini eru fyri at hjálpa teimum
víðari, leggur Stig Elttør dent á.
Millum annað, so leggur skúlin
stóran dent á, at lærararnir hava
teir røttu førleikarnir og amboðini
at hjálpa næmingunum.
– Vit leggja stóran dent á eftir
útbúgving og skeið til starvs
fólkini, og er ein av okkum lær
arum útbúgvin orðblindalærari,
meðan ein annar er lesivegleiðari.
Harumframt leggja vit dent á
kontkaktlærara- og fleirlærara
skipan, og geva næmingunum
møguleika fyri vegleiðing í skúla
tíð, av tí at lærararnir eru á skúlan
um allan dagin. Soleiðis fáa næm
ingarnar tí røttu hjálpina, vísir Stig
Elttør á,
Til ber at lesa meira um skúl
an og søkja um upptøku á heima
síðuna hjá Dugna.
hallur@sosialurin.fo
Ein nýggj byrjan við Áir
– Vit plaga at siga, at skúlin er fyri at geva teimum, ið eru dottin ímillum
í samfelagnum ella onkustaðni á lívsleiðini hava givið skarvin yvir, eina
nýggja byrjan, sigur Stig Elttør, skúlaleiðari í skúlanum við Áir
»Fleiri koma her við niðurboygdum
høvdum, men vit veita eitt gott og trygt
umhvørvi, har øll tey neyðugu amboðini
eru fyri at hjálpa teimum víðari«
– Fleiri koma her við niðurboygdum
høvdum, men vit veita eitt gott
og trygt umhvørvi, har øll tey
neyðugu amboðini eru fyri at hjálpa
teimum víðari, sigur Stig Elttør