Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 15. mars 2017 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Stuðulsmøguleikar og stuðuls­ upphæddir frá Studna Studni Hoydalsvegur 1 Postrúm 1345 FO-110 Tórshavn tlf. 20 40 60 fax 20 40 61 studni@studni.fo www.studni.fo Studningur til livikostnað • miðnám: kr. 1.838 ella kr. 3.815 um mánaðin • hægri útbúgvingar: kr. 4.315 um mánaðin • styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar: kr. 4.315 um mánaðin Lán til livikostnað • í mesta lagi kr. 2.419 um mánaðin Ferðastudningur innanoyggja • ókeypis ferðaseðil við bussi aftur og fram í skúla hvønn dag Bókastudningur • kr. 3.642 um árið Vistarhaldsstudningur • kr. 2.544 um mánaðin Barnastudningur • kr. 1.000 um mðr. pr. barn Barnsburðarfarloyvisstudningur • kr. 3.815 ella kr. 4.315 um mánaðin Ískoytisstudningur til einsamallar uppihaldarar • kr. 1.532 um mánaðin Endalán • kr. 6.234 ella 6.734 um mánaðir í eitt ár Gjaldsskúlastudningur • í mesta lagi kr. 80.000 um árið Gjaldsskúlalán • í mesta lagi kr. 80.000 um árið Ferðastudningur uttanlands • til Danmarkar kr. 2.400 • aðrastaðni í Europa kr. 4.000 • aðrastaðni í heiminum kr. 5.000 • harafturat fæst ferðastudningur fyri børn Verkætlanarstudningur • í mesta lagi ferðastudningsupphæddin Stuðul til málslig fyrireikingarskeið • hoyr nærri www.studni.fo Klaksvíkin spennir víða Tað finst ein ørgrynna av møguleikum hjá teimum, ið ynskja at taka sær eina útbúgving í Klaksvík. Býurin hevur eitt fjølbroytt úrval av útbúgvingunum, ið fevnir øllum frá kvøldskúlum til útbúgvingar knýttar at fiskivinnuni, umframt at kommunan veitir hølir til fjarlestur, ið lesandi á Fróðskaparsetrinum og aðrastaðnis kunnu brúka. Føroya Handarbeiðsskúli Føroya Handarbeiðsskúli varð settur á stovn í 1995, og bjóðar eina breiða viftu av ymiskum skeiðum innan handarbeiði. Í vár bjóðar skúlin 17 ymisk skeið, harímillum seyming til føroyska búnan, skeið í tøving og design og binding. Húsarhaldsskúli Húsarhaldsskúli Føroya varð stovnaður í 13. mai 1992, og veitir næmingum undirvísing við atliti til heimið og familjuna. Skúlin er kanska best kendur sum ein vistarskúli, har næmingar úr øllum landinum búgva í skúlanum, men harumframt bjóðar skúlin ymisk styttri hondarbeiðsskeið um várið Klaksvíkar HF-skeið Miðnám bjóðar eitt HF-skeið í Klaksvík, har tað í løtuni er pláss fyri 40 næmingum. Talan er um eina fyri­reikingar­ breyt, ið er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni. Útbúgvingin serliga ætlað tilkomnum, og gevur atgongd at søkja inn á hægri lærustovnar. Klaksvíkar Kvøld-, Ungdóms- og listaskúli Skúlin bjóðar eina røð av ymiskum skeiðum hvørt hálvár innanfyri bólkar sum Handaverk og list, Humanistiskar lærugreinar, Tónleik, dans og drama, Mál, menning og list, Trygd á sjó­num og Stakgreinalestur á Mið­ námsstøði. Tilmeldingarfreistin til flestu av teimum 51 skeiðinum í vetur er 1. oktober. Sjónám Sjónám er heitið fyri saman­ lagdu skúlarnar Klaks­víkar Sjómansskúli og Trygdar­ miðstøðin. Til ber at lesa til skipara, skips­ atstøðara I og skipsatstøðara II á skúlanum, umframt at hann bjóðar eina ørgrynnu av skeiðum innan sjóvinnuna. Tekniski Skúlin Tekniski Skúli í Klaksvík er heitið fyri fleiri ymisk skúlatilboð í størsta skúlanum í býnum. Skúlin bjóðar tvær ymiskar breytir innan miðnám, Tøkni­ liga Studentsbreytina og Tekniskt Yrkisnám. Harumframt ber til at taka eina matvøruútbúgving á skúlanum, umframt at skipað verður fyri ymiskum skeiðvirksemi.