hósdagur 16. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
16
Ógvuliga ómoralskt
– Eg síggi ikki hetta málið sum beinleiðis kriminelt, tí Eik ikki er ein børskrásett
fyritøka. Men kortini er tað meira álvarsamt enn sjálvt skattamálið, tí
hetta vísir, at leiðslan ikki hevur røkt sínar skyldur mótvegis eigarunum
av bankanum, sigur Lars Krull, seniorráðgevi í deildini fyri økonomi og
leiðslu á Aalborg Universiteti, sum hevur fylt skattamálinum hjá Eik
BARBARA HOLM
E
ingin skaði stóðst av, at Eik
ikki kunnaði Fíggjarligt
Støðufesti um avgerðina,
sum gjørdi bankan 90
milliónir krónur meira verdan.
Hetta tí, at Taks broytti meining
í 2017, so eingin frádráttur var at
heinta kortini.
Men kortini heldur Lars
Krull, serfrøðingur, at tað er sera
undrunarvert, at nevndarfor
maður ella leiðslan í Eik ikki kunn
aði Fíggjarligt Støðufesti um málið.
– Tað eru nógvir pengar vit tosa
um, og tí átti nevndarformaðurin
at kunnað allar parteigarar um
niðurstøðuna, sigur Lars Krull.
Víðari heldur hann, at hetta
er ein so mikið stór upphædd,
at hon ávirkar prísásetingina av
partabrøvum í bankanum – ein
veruleiki, sum ávirkaði Fíggjarligt
Støðufesti á heysti 2015, tá ið TF
Holding keypti tey seinastu 30
prosentini av bankanum.
Svikið handilspartarnar
Tá ið keyparin situr við upplýs
ingum, sum seljarin ikki veit av,
so er tað í besta føri ein ómoralsk
gerð.
– Vit eru her úti í einum kjakið
um etikk og cooporate governance,
og tí er tað ikki neyðturviliga nakað
ólógligt í hesum, men mær dámar
tað bestemt ikki, sigur Lars Krull
og heldur fram.
– Tað er sera óheppið, um ein
handil ikki verður bygdur á púra
opið og erligt samskifti. Tí eitt er,
at man kann argumentera fyri,
at hetta málið var so gamalt og tí
hevði tað ikki týdning at upplýsa
um júst tá. Men veruleikin er nokk,
at hetta málið hevur beinleiðis
ávirkan á virðisásetingina av parta
brøvinum, sum vórðu handlað,
sigur Lars Krull.
Keldur hjá Sosialinum upplýsa,
at Fíggjarligt Støðufesti var til
reiðar at leggja endurgjaldssak, um
so var, at Taks ikki broytti meining
um goodwill á 90 milliónir.
Og tað er ikki ósannlíkt, um tú
spyrt Lars Krull.
– Um tað vísir seg eftir ein
handil, at ein av pørtunum hev
ur hildið aftur upplýsingar, sum
hava beinleiðis ávirkan á virðis
ásetingina, so er eingin ivi um, at
ein sak um endurgjald vildi verið
aktuell, sigur danski serfrøðingur
og heldur fram.
– Um so er, at man hevur aftur
hildið niðurstøðuna hjá Taks við tí
fyri eyga at fáa ein betri prís upp
á partabrøv, so hevur man brotið
sína upplýsingarskyldu yvirfyri
parteigaranum, sigur Lars Krull.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
TEMA Skattamálið hjá Eik
Lars Krull, danskur serfrøðingur:
Lars Krull, seniorráðgevi í deildini fyri økonomi og leiðslu á Aalborg Universiteti