hósdagur 16. mars 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
15
15
Fíggjarligt støðu
festi hevði fingið
sín part av køkuni
– Fíggjarligt Støðufesti hevði fingið sín part
av køkuni, um Eik fekk skattafrádráttin,
sigur Torben Nielsen, nevndarformaður, sum
tó ikki kann svara, hví tað so ikki varð gjørt
ella kunnað um, eftir at Taks gav bankanum
goodwill á 90 milliónir á sumri 2015.
Hetta lyftið varð tó ikki givið fyrr enn á
fundi síðst í november í 2016. Also hálvt
annað ár eftir, at skattafrádrátturin
varð játtaður í fyrstu atløgu
BARBARA HOLM
T
orben Nielsen, nevnd
arformaður í Eik,
sigur seg einki kenna
til, at Fíggjarligt
Støðufesti sat til reiðar við
einum sakarmálið, um seinna
viðgerðin av skattamálinum úti
í Taks hevði givið bankanum 90
milliónir krónur.
– Tað er eisini fjas, tí
Fíggjarligt Støðufesti hevði
sjálvandi fingið sín part av
skattafrádráttinum, um tað
gjørdist aktuelt, og so vildi
ikki verið nøkur orsøk til eitt
sakarmál, sigur Torben Nielsen,
nevndarformaður.
Hendan
útsøgnin
hjá
nevndarformanninum kann
tó undra, tí spurningurin er,
hví hetta so ikki varð gjørt ella
kunnað um beinan vegin – tá ið
málið fyrstu ferð varð avgreitt
hjá Taks á sumri 2015.
Sosialurin hevur fingið
upplýst frá álítandi keldum,
at hetta lyftið frá nevndar
formanninum ikki varð nevnt
fyrr enn síðst í november 2016 –
also hálvt annað ár eftir, at Taks
játtaði frádráttin og samstundis
nakrar mánaðir eftir, at fyribils
niðurstøðan frá Taks av seinnu
viðgerðini av skattamálinum
varð send leiðsluni.
Tað merkir, at lyftið frá
nevndarformanninum kom
eftir at hann visti, at Taks ikki
hevði í hyggju at geva Eik banka
frádráttin kortini.
Einki lyfti um part av køkuni
varð givið áðrenn Fíggjarligt
Støðufesti seldi sín seinastu
partabrøv – og Fíggjarligt
Støðufesti visti einki um skatta
frádráttin tá.
Málið var annars endaligt
longu á sumri 2015. Tí eingin
kundi vita, at Taks fór at taka
málið uppaftur, fyrr enn tað
varð gjørd á várið 2016.
Sjálvuppgávurnar vórðu
rættaðar við afturvirkandi kraft
og málið var de fakto avgreitt
og skattafrádrátturin endaliga
játtaður 30. juni 2015. Longri var
tann søga ikki tá.
Kortini var Fíggjarligt
Støðufesti ikki vitandi um
niðurstøðuna – og enn minni
um ætlarnirnar hjá nevndar
formanninum um, at fyritøkan
sum parteigari átti 30 prosent
(partabrøvini hjá Fíggjarligum
Støðufesti tá) av 90 milliónum
til góðar í Eik.
Torben Nielsen svarar ikki
upp á, hví hetta ikki var sagt
ella gjørt longu í 2015.
Fylgjurnar av málinum
Eftir at Fíggjarligt Støðufesti
fekk vitan um, at Eik Banki
hevði fingið játtaðan ein skatta
frádrátt á 90 milliónir krónur,
valdi Fíggjarligt Støðufesti at
varskógva Fíggjarmálaráðið um
skeivu avgerðina.
Tá varð sagt, at Fíggjarligt
Støðufesti metti tað hava
týdning, at málið varð tikið
upp aftur til nýggja viðgerð, tí
niðurstøðan eftir teirra tykki
var skeiv.
Tað var hon so eisini, vísti
tað seg fyrr í ár, tá ið Taks kom
til eina nýggja avgerð, sum
also ikki gav Eik Banka nakran
frádrátt kortini.
Harvið er lyftið, sum Torben
Nielsen gav Fíggjarligum Støðu
festi í november 2016 ikki
aktuelt kortini.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
BARBARA HOLM
Torben Nielsen, nevndarfor
maður í Eik, vil ikki hava sitandi
á sær, at tað var hansara uppgáva
at kunna Fíggjarligt Støðufesti
um niðurstøðuna frá skatta
myndugleikunum, sum gjørdi Eik
Banka 90 milliónir krónur meira
verdan.
– Fíggjarligt Støðufesti hevði
ein nevndarlim í nevndini í Eik
Banka, og tað hevur altíð verið
so, at Jørn Astrup Hansen hevur
kunnað Fíggjarligt Støðufesti um
viðurskiftini í Eik. Jørn Astrup
var ikki á fundinum, har Súni
Schwartz greiddi frá niðurstøðuni
hjá Taks, men hann fekk fundar
frágreiðingina, sigur nevndarfor
maðurin.
Men sambært fleiri álítandi
keldum hjá Sosialinum varð tað
beinleiðis tikið upp til umrøðu
tíðliga í samstarvinum millum TF
Holding og Fíggjarligt Støðufesti,
at júst nevndarformaðurin hevði
til uppgávu at kunna parteigarar
um tað, sum hevði týdning.
Samstundis skilur Sosialurin,
at Torben Nielsen varð valdur
av bæði Fíggjarligum Støðufesti
og TF Holding at verða nevnd
arformaður, og tí var Torben
Nielsen eisini umboð hjá Fíggjar
ligum Støðufesti fram til hesin
seldi síni seinastu partabrøv.
Í viðmerking til Sosialin ger
Torben Nielsen greitt sum tað
fyrsta, at tað ikki var hann, sum
stóð á odda fyri søluni av teim
um 30 prosentunum av parta
brøvunum í Eik Banka, men
táverandi nevndarformaður í TF
Holding.
Har næst vísir hann á, at fyri
hann er eingin ivi um, at hann onga
ábyrgd hevði í at kunna Fíggjarligt
Støðufesti um skattafrádráttin.
Tað er tó ikki rætt sambært
Jørn Astrup Hansen.
Hann sigur í stuttari við
merking við Sosialin, at eingin
ivi var um, at forstáilsi millum
parteigararnar og nevndina var,
at samskifti við parteigararnar
skuldi nevndarformaðurin taka
sær av.
TF Holding átti at
eftirkanna málið
Óansæð um Jørn Astrup átti at
hava lisið fundarfrágreiðingina
áðrenn og harvið borið tíðindini
um skattafrádráttin víðari til
Fíggjarligt Støðufesti, so er
kortini støðan tann, at Fíggjar
ligt Støðufesti einki visti. Og
at Jørn Astrup Hansen heldur
einki visti fyrr enn eftir søluna
av partabrøvunum. Tað vátt
ar Jørn Astrup Hansen og tað
sama stendur at lesa í fundar
frágreiðingini frá desember 2015.
Og tá er nærliggjandi at halda,
at nevndarformaðurin átti at hava
tryggjað sær, at báðir parteigarar
sótu við somu vitan.
– Eg visti ikki nær endaligi
handilin skuldi gerast og var
heldur ikki nakar partur av tí.
Um nakar átti at tryggja sær,
at Fíggjarligt Støðufesti visti
um skattafrádráttin, so var
tað TF Holding og Jørn Astrup
Hansen, sigur Torben Nielsen,
nevndarformaður.
Hann ger greitt, at hann metir
seg hava røkt sína skyldu sum
nevndarformaður á forsvarligan
hátt, og sendir samstundis
ábyrgdina av kunningini víðari til
keyparan av seinastu 30 prosent
unum.
– Tað kann ongantíð vera
eg, sum skal tryggja mær, at
Fíggjarligt Støðufesti hevur
fingið neyðugu kunninga til at
taka støðu til eina virðisáseting í
samband við sølu. Tað má heldur
vera TF Holding, sigur hann.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Tað var ikki mín ábyrgd at kunna Fíggjarligt
Støðufesti um niðurstøðuna frá Taks. Tað
ábyrgdina átti Jørn Astrup Hansen ella TF Holding,
sigur Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik
Nevndarformaðurin
sendir ábyrgdina víðari
Torben Nielsen,
nevndarformaður:
Hvør átti at kunna Fíggjarligt Støðufesti?
Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik