Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 14 TEMA TEMA Skattamálið hjá Eik BARBARA HOLM J ørn Astrup Hansen, nevndar­limur fyri Fíggj­ ar­ligt Støðufesti, átti ábyrgdina av at kunna Fíggjar­ligt Støðufesti. Tað heldur Súni Schwartz Jacobsen. Men Sosialurin veit frá fleiri álítandi keldum, at ein avtala varð gjørd millum partarnar um, at tað var nevndarformaðurin, sum átti kunningina í hesum før­in­um. Samstundis sendir nevndarformaðurin ábyrgdina víðari til TF Holding. Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik og TF Holding sigur í skriv­ ligari viðmerking við Sosialin, at partarnir komu ásamt um ein prís fyri tey seinastu 30 prosentini tann 3. juni 2015, og ein treytað søluavtala varð undirskrivað tann 15. juli 2015. Tað var tó ikki fyrr enn 1. desember, at sølan varð endaliga av­greidd. – Viðvíkjandi møguliga skatta­ frádráttinum og virðinum av hesum kann viðmerkjast, at umboðið hjá Fíggjarligum Støðu­ festi hevur sitið í nevndini í Eik øll tey árini, sum Taks hevur viðgjørt málið – eisini alt 2015. Soleiðis hevði umboðið frá Fíggjarligum Støðufesti fult innlit í status á málinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Hann vísir eisini á, eins og Torben Nielsen ger aðrastaðni í blaðnum, at nevndarformaðurin í Eik Banka boðaði Fíggjarligum Støðufesti frá – áðrenn avgerðin frá Taks kom tann 7. mars 2017 – at um so var at Eik Banki fekk ein skattafrádrátt á uml. kr. 90 mió., so vildi nevndin í Eik Banka mæla TF Holding til, at Fíggjarligt Støðufesti fekk sín lutvísan part av frádráttinum. Hendan fráboðan til Fíggjarligum Støðufesti varð eftirfylgjandi góðkend av samlaðu nevndini í TF Holding. Men aftur her er undrunarvert, at hetta kemur á borðið í TF Holding og Eik Banka langt eftir, at bankin hevði fingið frádráttin – tí hann varð jú játtaður longu á sumri 2015, og varð púra óvæntað tikin upp aftur av Taks á vári 2016. Víðari sigur Súni Schwartz Jacobsen, at tær 90 milliónirnar í skattafrádráttin ongantíð hava havt nakra ávirkan á tilgongdina ella prísásetingina av teimum seinastu 30 prosentunum. – Tað kann skoytast uppí, at Eik Banki, sum kunnugt, ikki fekk frádrátt skattliga fyri tapið sum bankin hevði, men bankin hevur saman við eigaranum gjørt av ikki at kæra avgerðina hjá Taks. Og hetta merkir, at spurningurin um tær 90 milliónirnar er uttan týdning í hesum samanhangi, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Torben Nielsen, nevndar­ for­maður í Eik sigur aðrastaðni í blaðnum, at hann heldur, at um nakar hevði eina uppgávu at tryggja sær, at Fíggjarligt Støðufesti kendi til niðurstøðuna í skattamálinum, so var tað fyrst av øllum Jørn Astrup Hansen og harnæst TF Holding, sum var keyparin av teimum seinastu 30 prosentunum. Men tað er Súni Schwartz Jacobsen alt annað enn samdur í . Hann heldur á ongan hátt, at TF Holding hevði eina víðkaða skyldu til at kunna Fíggjarligt Støðufesti um niðurstøðuna í skatta­málinum. – Fíggjarligt Støðfuesti er ein professionellur aktørur, sum hevur meiri royndir enn nakar annar í danska kongaríkinum í at selja bankar. Afturat sær hevði Fíggjarligt Støðufesti nakrar av bestu advokatunum og grann­ skoðarunum í Danmark at ráðgeva sær. Fíggjarligt Støðufesti hevði eisini egið umboð í nevndini í Eik Banka. Eitt umboð, ið var full­ greiður yvir støðuna á skatta­ málinum hjá Eik Banka, sigur Súni Schwartz Jacobsen og vísir til, at ein fundarfrágreiðing varð send Jørn Astrup Hansen í august mánaði. Men óansæð hvussu víkur og vendur, so eru boðini ikki komin til Fíggjarligt Støðufesti, sambært stjóranum Henrik Bjerre Nielsen. – Veruleikin er tann, at Fíggjar­ ligt Støðufesti kendi støðuna hjá TF Holding til skattaspurningin í 2011, tá ið tey fyrstu 70 % vórðu seld, og teir kendu støðuna í 2015, tá ið tey seinastu 30 % vórðu seld. Hvørki í 2011 ella í 2015 valdi Fíggjarligt Støðufesti at regulera hendan spurningin í avtalunum. Og hetta hóast at tað vórðu advokatarnir hjá Fíggjarligum Støðufesti, sum skrivaðu avtalurnar. Spurningurin kundi lættliga verið reguleraður í avtalunum, men tað varð hann ikki, sigur Súni Schwartz Jacobsen. Tað er tó eingin ivi um, at Fíggjar­ligt Støðufesti á ongan hátt tók undir við, at undirbalansan á tær 500 milliónirnar hoyrdi nýggja bankanum til. Hetta tí, at í rættarsakini móti gomlu leiðsl­uni í kollsilgda Eik Banka, hevur Fíggjarligt Støðufesti tikið hesar pengarnar við sum tap hjá gamla bankanum. Samstundis er rokningin fyri hetta eisini fari til bankarnar í bankapakkanum. – Um spurt verður, hvørt Eik Banki átti at upplýst Fíggjarligt Støðufesti um niðurstøðuna hjá Taks, dagfest 30. juni 2015, beinanvegin tá hon varð móttikin í bankanum tann 3. juli 2015, so er svarið heilt greitt at tað átti bankin ikki. Eik Banki hevði skyldu til at kunna nevnd bankans, og nevndin varð kunnað á fyrstkomandi nevndarfundi eftir at Taks hevði sent sína niðurstøðu, sigur Súni Schwartz Jacobsen. BARBARA@SOSIALURIN.FO TEMA Skattamálið hjá Eik TEMA Skattamálið hjá Eik JØRN ASTRUP ÁTTI BÓLTIN Súni Schwartz Jacobsen: – Umboðið hjá Fíggjarligum Støðufesti hevur sitið í nevndini í Eik øll tey árini, sum Taks hevur viðgjørt málið – eisini alt 2015. Soleiðis hevði umboðið frá Finansiel Stabilitet fult innlit í status á málinum, sigur Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik og TF Holding Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik og TF Holding