Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 13 So kemur keypið av teimum 30 prosentunum Heystið gongur og TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti samráða seg fram til ein prís fyri tey 30 pro­ sentini av bankanum, sum báðir partar kunnu liva við. Tann 1. desember 2015 verður avtalan millum partarnar gjøgnumførd, og TF Holding eigur sostatt 100 prosent av Eik Banka. Jørn Astrup Hansen, nevndar­ limur fyri Fíggjarligt Støðufesti situr framvegis í nevndini fyri Eik, men letur beint eftir 1. desember sín nevndarsess upp í hendurnar á TF Holding, so at hesi kunnu yvir­ taka allar sessir. Jørn Astrup Hansen, sum sostatt hevði sín seinasta nevndar­ fund í Eik Banka tann 18. desember 2015, verður á hesum fundi gjørdur varugur við nðurstøðuna hjá Taks, sum ger bankan 90 milliónir krónur meira verdan. Fundarfrágreiðingar vísa, at Jørn Astrup á hesum fundi var sera atfinningarsamur í móti, at bankin ikki hevði upplýst um skattafrádráttin í hálvárs ella 3. kvartals rokniskapinum. Víðari segði fráfarandi nevndarlimurin, at hann hefti seg við, at teir báðir eigararnir av Eik Banka ikki høvdu fingið somu kunning, hóast leiðslan visti, at eigararnir handlaðu um eina størri nøgd av bankanum. Fíggjarligt Støðufesti váttar seinu kunningina Tað sermerkta í hesari støðu er, at tann eini eigari av bankanum (TF Holding) og Eik Banki høvdu eisini tá sama stjóra. Súni Schwartz Jacobsen er og var stjóri bæði í bankanum og í fyritøkuni, sum átti meirilutan av bankanum. Tað merkir, at TF Holding, sum á sumri 2015 sendi boð til Fíggjarligt Støðufesti við tí enda­málið at keypa seinasta partin av bankanum (beint eftir niðurstøðuna frá Taks), visti nakað, sum seljarin ikki vist. Hesin parteigarin, Fíggjarligt Støðufesti, visti einki um, at bankin brádliga var 90 milliónir krónur meira verdur. Ein veruleiki, sum kundi merkja, at tey 30 pro­sentini kunnu seljast fyri størri upphædd. Hetta er ein álvarslig ákæra, tí tað er í besta føri illgrunasamt, at leiðslan gevur einum av tveimum parteigarum eina vitan fyri 90 milliónir krónur, sum hin ikki hevur. Og tað er í besta føri átaluvert, at tann eini parteigari keypir 30 prosent frá hinum parteigaranum, uttan at upplýsa um, at søluvøran í veruleikanum samlað er 90 milliónir meira verd. Sosialurin hevur fingið vátt­að frá fleiri keldum, sum eru óav­ hengigar av hvørjum øðrum, at Fíggjarligt Støðufesti var til reiðar at draga partarnar í málinum í rættin fyri hetta, um so var, at Taks ikki broytti meining – sum teir so gjørdu í februar í 2017. Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, vil ikki siga nakað um, hvat Fíggjarligt Støðufesti hevði gjørt, um Taks ikki broytti meining. Men hann váttar fyri Sosialinum, at Fíggjarligt Støðufesti einki visti um tær 90 milliónirnar, fyrr enn eftir søluna av teimum 30 prosentunum. – Eg kann vátta, at vit einki vistu um, at bankin átti 90 milliónir í goodwill, fyrr enn í desember, sigur Henrik Bjerre Nielsen. Spurningarnir sum skríggja til himmals Spurningurin um tær 90 milli­ ónirnar er avgreiddur fyri fleiri av pørtunum í málinum. Eik leiðslan góðtekur nýggjastu niðurstøðuna – goodwill virði 0 krónur – hóast Súni Schwartz sigur seg vera ósamdan í upphæddini. Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti sigur, at fyri tey er málið avgreitt, tí eingin frádráttur var kortini. Úti í Fíggjarmálaráðnum eru tey tó í ferð við at kanna málið, hvat enn tað førir til. Men hendan søgan er ein heilt onnur. Tí frá á sumri 2015 og fram til februar 2016 (tá ið Taks tók málið uppaftur av nýggjum), vóru bæði TF Holding og Eik banki av tí fatan, at bankin átti ein skatta­ frádrátt við virðinum 90 milliónir krónur. Tí hetta søgdu sjálvastu skattamyndugleikarnir. Kortini var tað bara tann eini parteigarin, TF Holding, sum visti hetta. Hin parteigarin – sum 1. desember 2015 seldi síni partabrøv – Fíggjarligt Støðufesti, vistu einki um goodwillniðurstøðuna. Í einum máli sum hesum, har tveir parteigarar i Eik Banka samráðast um prísin á parta­ brøv­um í samband við ein handil, má upplýsingarskyldan - sum ivaleyst liggur á herðunum hjá nevndarformanninum - mótvegis báðum parteigarum vera púra greið. Eik átti tí at hava tryggjað sær, at báðir partar í málinum høvdu somu vitan. Tí er spurningurin: Er orsøkin til, at Eik banki ikki kunnaði Fíggjarligt Støðufesti um tær 90 milliónirnar tann, at TF Holding skuldi fáa tey seinastu patrabrøvini fyri undirprís? Hevur Eik Banki brotið sína upp­ lýsingarskyldu í samband við sølu av partabrøvum og í samband við kunnan til partaeigararnar, við tí fyri eiga, at halda stóra virði frá Fíggjarligum Støðufesti? BARBARA@SOSIALURIN.FO Málið í stuttum - Tann 30. juli 2015 fær Eik viðhald frá Taks í, at bankin eigur 90 milliónir í skattligum goodwill. - Sama heystið keypir TF Holding tey seinastu 30 prosentini av Eik Banka frá Fíggjarligum Støðufesti. - Hetta varð gjørt, uttan at Fíggjarligt Støðufesti visti um niðurstøðuna frá Taks, sum gjørdi bankan 90 milliónir krónur meira verdan. - Also visti bert ein parteigari av Eik Banka um niðurstøðuna, meðan hin einki visti. Partafelagslógin Ein nevndarlimur er valdur at umboða allar parteigarar av einari fyritøku. Tað er púra óhoyrt, at ein nevndarlimur bert hevur skyldu og ábyrgd mótvegis einum parteigara. Víðari kann sigast, at danska ráðið fyri góða vinnufelagsleiðslu sigur soleiðis um reglurnar í hesum førinum. »Samskifti hjá vinnufelagnum hevur til endamáls at tryggja, at allir parteigarar hava eina og somu kunning.«...»Formaðurin hevur vegna nevndina ábyrgd at tryggja gott og konstruktivt samband við parteigararnar«. PPLÝSINGAR NIR