Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 12 12 BARBARA HOLM E ftirhondini kenna helst allir føroyingar til nógv umrødda skattamálið hjá Eik. Málið um skattafrádráttin við virðinum 90 milliónir krónur, hava elvt til eina ørgrynnu av spurningum. Eitt nú, um Eik upplýsti rætt yvirfyri Taks, áðrenn Taks í fyrstu atløgu játtaði ein frádrátt á umleið 500 milliónir krónur. Men hesin spurningurin, sum nú verður reistur, er av heilt øðrum karakteri. Eftirhondini vita vit øll, at leiðsl­an í Eik Banka metir seg hava rætt til ein frádrátt á 90 milliónir – ella í øllum førum meira enn 0 krónur, sum málið endaði við. Tað hevur leiðslan í Eik og TF holding fleiri ferðir ført fram. Tað áhugaverda, sum her í blaðnum kemur undan kavi er, hvørt leiðslan í Eik helt sínar upplýsingarskyldur í samband við, at TF Holding keypti tey seinastu 30 prosentini av bankanum frá Fíggjarligum Støðufesti. Tí her í blaðnum eru prógv, sum kunnu elva til undran. Undran um, hvørt TF Holding hevði vitan, sum eingin annar hevði, og tí keypti hasi síðstu partabrøvini fyri ein undirprís. Tá Taks segði ja til goodwill Tann 15. apríl 2015. Aðalfundur er í Eik Banka og Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, sum tá átti 30 prosent av bankanum, setti ein spurning til leiðsluna í bank­ anum. Spurningurin var – eigur bankin nakra ikki-bókførda ogn ella skuld? Svarið var nei. Men tað var ikki heilt rætt. Tí í 2013 heitti nevndin í Eik á leiðsluna í bankanum, um at senda ein fyrispurningin til Taks. Orsøkin var, at tá kom tað til sjóndar fyri nevndini, at leiðslan í sjálvuppgávuni fyri 2011 hevði bókført eina hálva milliard sum skattafrádrátt, tó at frádrátturin ongantíð enn hevur verið partur av almenna rokniskapinum. Tað merkir, at Eik leiðslan hevur síðani í 2011 yvir fyri Taks roknað hesar áleið 500 milliónirnar inn sum sín skattafrádrátt, hóast frádrátturin ikki hevur verið sjónligur fyri almenninginum. Í 2013 gjørdist tað greitt fyri nevnd­ ini, sum heitti á leiðsluna um at senda fyrispurning til Taks, tí nevnd­arlimir mettu ikki hetta vera rætt. Tvey ár seinni – á sumri 2015 kemur niðurstøðan. Skattligt goodwill á virði 90 milliónir. Beinan vegin vórðu sjálvuppgávurnar frá 2011 og frameftir rættaðar til og sendar til Taks. Men tær 90 milliónirnar vóru framvegis ikki við í rokniskapinum hjá bankan­ um. Tað er tann 30. juni í 2015, at Eik fær endaligu niðurstøðuna frá Taks, sum eitur goodwill virði 90 milliónir. Bert dagar aftaná, tann 2. juli, rættar Eik leiðslan rokniskapin við afturvirkandi kraft. Og tað er eisini um tað sama mundi – í juni/juli, at TF Hold­ing sendir boð til Fíggjarligt Støðu­ festi – nú var føroyska fíggingar­ samtakið til reiðar at keypa tey seinastu 30 prosentini av Eik Banka frá Fíggjarligum Støðufesti. So vítt Sosialurin hevur fingið upplýst var tað so, at Fíggjarligt Støðufesti í fyrstu atløgu fekk eina freist til 25. august sama ár, har Fíggjarligt Støðufesti skuldi vera liðugt við at kannað marknaðin fyri aðrar keyparar enn TF Holding. Tað freistina valdi Fíggjarligt Støðufesti tó ikki at taka til eftirtektar. Keypsavtalur millum Fíggjarligt Støðufesti og TF Holding Tá ið TF Holding á vári 2011 keypti 70 prosent av Eik Banka frá Fíggjarligum Støðufesti, var ein keypsavtala gjørd. Innihaldið var, at TF Holding fekk tvey ting. 1 – ein óbetingaðan keypsrætt. 2 – forkeypsrætt. Men óbetingaði keypsrætturin merkti, at tað var ein kursur ásettur longu í 2011, sum síðani vaks á hvørjum ári. Also gjørdist avtalan um ein óbetingaðan keyps­rætt dýrari og dýrari fyri TF Holding – um teir also skuldu keypa seinastu 30 prosentini frá Fíggjarligum Støðufesti. Tí var uppskotið frá TF Holding til Fíggjarligt Støðufesti á sumri í 2015 eitt heilt annað uppskot. Tá var boðið upp á tey 30 pro­sentini ikki tengt at hvørki punkt 1 ella 2 í keypsavtaluni, tí TF Holding vildi samráðast við Fíggjarligt Støðufesti sum tveir óheftir partar. Hetta so, at báðir partar kundu royna at uppnáa ynskta prísin. TEMA Skattamálið hjá Eik Eik Banki var 90 milliónir krónur meira verdur enn Fíggjarligt Støðufesti visti um, tá ið teir seldu seinastu partabrøvini í Eik til TF Holding. Leiðslan í Eik metti seg ikki hava ábyrgd at kunna stjóran í Fíggjarligum Støðufesti um veruligu fíggjarstøðuna í Bankanum Fakta Tann 24. august 2015 varð nevndin í Eik kunnað um niðurstøðuna frá Taks á einum fundi. Jørn Astrup Hansen varð ikki til staðar á tí fundinum og var sostatt ikki vitandi um niðurstøðuna fyrr enn í desember 2015. Fundarfrágreiðing er ivaleyst send í málinum einaferð um heystið í 2015, men sambært skjølunum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, skrivaði hann ikki undir hesa fundarfrágreiðing fyrr enn 18. desember 2015. Nýggj avdúking AFTURHILDIÐ U FYRI 90 MILLIÓN Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti