hósdagur 16. mars 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
11
BARBARA HOLM
F
yrst hoyrdu vit um ein
skattafrádrátt á 90 milli
ónir krónur, sum Eik
Banki hevði roynt at
tilogna sær, hóast granskoðarar,
nevndarlimir og at enda Fíggjarligt
Støðufesti vóru í móti og fleiri
teirra høvdu ávarað í móti hesum.
Síðani avdúkaðu vit í Sosial
inum, at nevndarlimir og grann
skoðarar vórðu hóttir av ávísum
persónum í TF Holding til at gera,
sum leiðslan vildi.
So vóru miðlarnir kærdir fyri
fjølmiðlakærunevndina og frí
funnir.
Síðani var Jørn Astrup Hansen
stevndur fyri ærumeiðing við
kravið um fongsulsrevsing í tvey
ár – eitt mál, sum enn ikki er av
greitt.
So vóru grannskoðararnir í
Spekt skiftir út – eftir at teir ikki
vildu skriva undir rokniskapin utt
an átekning, tí teir vóru ósamdir í
skattafrádráttinum.
Og nú síggja vit, at partarnir
í málinum eftir øllum at døma
hildu upplýsingar aftur frá
Fíggjarligt Støðufesti, tá ið
teir ikki upplýstu um skattliga
goodwilli á 90 milliónir krónur.
Ein upplýsing, sum kundi ávirkað
virðisásetingina á partabrøvunum
í Eik. Tí eftir fyrstu niðurstøðuna
frá Taks á sumri 2015, varð tað
handlað sum, at málið varð
avgreitt. Tað var de facto avgreitt,
hóast Taks tók tað upp aftur
til nýggja viðgerð eftir áheitan
frá Fíggjarligum Støðufesti og
Fíggjarmálaráðnum – nakað,
sum eingin kundi vita áðrenn tað
hendi.
Og enn tann dag í dag sigur
Súni Schwartz Jacobsen, at leiðsl
an í Eik er ósamd í, at virðið á
goodwillinum nú er 0 krónur. Men
hví søgdu teir so ikki eigaranum,
sum seldi síni partabræv til TF
Holding, frá hesari stóru milli
ónaupphædd?
Hesin atburður, sum hevur
verið sæð í Føroya størsta fíggjar
samtakið seinastu árini, er ill
grunasamur og eftir øllum at
døma eru ikki allar súður syftar
enn.
Tí Bárður Larsen, bráfeingis
stjóri á Taks, skal nú kanna málið
av nýggjum, og kemur hann
fram til, at málið skal sendast
til ákæruvaldið, ja so verður tað
gjørt, sigur Kristina Háfoss, lands
stýriskvinna.
Spurningurin er tó, hví Um
boðsráðið hjá Tryggingarfelag
num Føroyum, sum jú eigur Eik
Banka, ikki hevur sýnt hesum
málinum áhuga – í øllum førum
ikki alment.
Sosialurin hevur tosað við
Tóru við Keldu, sum er forkvinna
í Umboðsráðnum, og hon metir
tað ikki vera hennara uppgáva at
úttala seg um hetta skattamálið.
Kortini eru hon og hinir 35
umboðsráðslimirnir valdir av
tryggingartakaranum, at umboða
fólki í stóra fíggingarsamtakinum.
Niðurstøðan frá Taks varð
broytt frá 90 milliónum til 0
krónur. Tað vita vit. Men hví tók
Taks skeivu avgerð av fyrstan
tíð? Hví kunnaði leiðslan í
Eik ikki um fyrivarnini, sum
nevndarlimir og grannskoðarar
høvdu? Og hví upplýsti leiðslan
og nevndarformaðurin í Eik ikki
báðum eigarunum líka, tá ið
Taks fyrst kom til niðurstøðuna,
at 90 milliónir vóru í skattligum
goodwilli? Hví var tað bara TF
Holding, sum visti hetta, og
ikki Fíggjarligt Støðufesti, tá ið
partabrøv vórðu handlað eftir
niðurstøðuna frá Taks?
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Avdúkingin í Sosialinum í dag er bert ein partur av einum størri málið, sum ferð
eftir ferð vísir leiðsluna í Eik Banka og TF Holding frá einari sera ivasamari síðu
IVASAMUR
ATBURÐUR
Í SKATTA-
MÁLINUM
TEMA Skattamálið hjá Eik