hósdagur 16. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
10
hon hevði meir orku eftir enn eg
hevði, sigur Guttorm Sørensen.
Hann kom tá á mál hálvan tíma
seinni, enn hann hevði ætlað, tá
hann vandi til kappingina.
– Men eg rann allan teigin, og
eg gjøgnumførdi uttan at ganga,
sigur hann.
Í kamp við krabban
Tá tey koma heim aftur, fáa tey frá
Landssjúkrahúsinum, um at koma
suður til viðtalu. 4. april 2016 fekk
Guttorm staðfest at tað var krabbi
í merginum, og at hann kundi fáa
viðgerð við tað sama
– Eg vendi mær til læknan, knýti
nevan og sigi ‘yes, kom avstað! Eg
var klárur til dyst, og dystin skuldi
eg nokk klára. Eg havi ongantíð
stúrt fyri at skula í kamp við
krabban, sigur Guttorm Sørensen.
– Eg bleiv meir keddur av, at
familja og vinir blivu kedd mína
vegna. Eg merkti at tey knekkaðu
í telefonsamrøðuni, tá eg gav
teimum boðini. Men av tí at eg
ongantíð fór í kjallarin, so tyktust
tey eisini sterk í prosessini, sigur
hann rørdur.
Guttorm valdi ikki at lesa nakað
um sjúkuna á netinum, tí hann
sigur at hann ikki fekk brúkt ta
informatiónina til nakað. Hann
vildi heldur stríðast sítt egna stríð
uttan samanberingar.
Hann savnaði liðfelagarnar
í Treystinum saman, og greiddi
teimum frá, at hann nú skuldi ein
fjallstúr, hann visti ikki hvussu
høgt fjallið var, hvussu hann kom
niðan á, ella um hann kom niður av
aftur, sigur hann rørdur.
Síðani byrjaði kampurin. Hann
fór niður í fimm vikur og fekk eina
kemoviðgerð. Hann kundi tá halda
áfram við viðgerðini í Føroyum
í eina tíð, inntil hann fór niður
aftur tveir mánaðir seinni at skifta
mergin.
– Tá man rørir seg nógv, so veit
man skjótt um okkurt er á vási
við kroppinum. Í allari viðgerðini
brúkti eg rørsluna sum barometur,
og sá hvussu eg hevði tað útfrá tí,
sum eg orkaði tá eg rann, sigur
hann.
Áðrenn viðgerðin byrjaði, fekk
hann at vita frá læknunum, at
hann skuldi taka uppá, soleiðis at
hann hevði okkurt at standa ímóti
við. Hann tók eftirfylgjandi 10 kilo
uppá.
Renningin helt á
Guttorm hevur runnið í so nógv
ár, at tað eisini var náttúrligt hjá
honum at fara rennitúrar undir
viðgerðini.
Tá eg var ringast fyri, fór eg á
rennibandið á Hotel Tórshavn, og
kláraði tá tríggjar kilometrar uppá
22 minuttir. Tað kendist sum hevði
eg runnið eitt maraton, sigur hann
umhugsin
– Tað fyrsta eg gjørdi, tá merg
urin skuldi skiftast, og eg fekk
katedur í, var at biða konu mína
keypa mær eitt belti til fartelefonir.
Síðani bant eg tað um bringuna, og
koyrdi allar slangurnar í lumman,
so eg fekk runnið, sigur hann.
– Tað er kampviljin, sum er
umráðandi. Ein má stríðast ímóti
sjúkuni, tí tað er ikki bert uppgávan
hjá læknanum at gera ein frískan.
Tey gera sjálvsagt sín part, men eg
skal sanniliga eisini gera mín part,
sigur hann álvarsamur.
Guttorm vandi alla tíðina með
an hann var í viðgerð. Eisini valdi
hann at ganga tveir kilometrar til
og tveir kilometrar frá hvørja ferð
hann fór til viðgerð á Ríkissjúkra
húsinum. Hann tók ongantíð lyft
ina uppá fjórðu hædd, har við
gerðin fór fram. Heldur ongantíð
tók hann lyftina á Hotel Tórshavn
niðan á triðju hædd, har kamarið
var.
– Ikki taka umvegirnar tá tú
ert sjúkur, tí rørslan er ein partur
av viðgerðini. Øll rørsla er góð og
øll fótafetini í gerandisdegnum
hava týdning. Hóast eg var púra
ferdigur, eftir at eg var komin
niðan trappurnar, so sá eg tað sum
ein týðandi part av viðgerðini, og
tað hevur tað eisini verið, sigur
hann álvarsamur.
– Tað besta tú kanst gera fyri
teg sjálvan her í lívinum er at røra
teg, leggur Guttorm álvarsamur
afturat.
Gjøgnum alla viðgerðina var
kona Guttorm við hansara lið. Hon
hjálpti serliga við at halda skil á
nær hann skuldi taka heilivágin,
og hvussu nógv hann skuldi hava.
Eisini eggjaði hon til gongu- og
rennitúrar, greiðir hann frá.
– Eg slapp frá at hugsa um tann
partin, og læt tað í hennara hendur.
Hevði eg verið gamal drongur, so
hevði eg helt víst ikki farið til
lækna í góðari tíð, so tað havi eg
henni at takka, sigur hann.
Kendi at bønirnar lættu um
At verða tilvitaður um tað andaliga,
hevur eisini verið umráðandi fyri
Guttorm í sjúkragongdini. Hann
kennir tað, sum at hægri maktir
hava verið við honum hesa tíðina,
og hevur kent stóran lætta avm at
vita at fólk biða fyri sær, greiðir
hann rørdur frá.
– Eg havi eisini biðið nógvar
bønir sjálvur, og eg eri ómetaliga
takksamur yvirfyri Várharra og
teimum sum biða fyri mær, sigur
hann.
Nýggi føðingardagurin
Guttorm fekk nýggju, frísku upp
runakyknurnar í kroppin aftur
17. august 2016, og hetta kallaðu
læknarnir nýggja føðingardag
hansara. Hann hevði hesa tíðina í
huga fjøllini og seyðin, sum skuldi
rekast heima í føroyum.
– Hetta er sovorið, sum drívir
verkið og eg mátti koma í form til
tað. Eg gekk á fjalli sum vanligt tá
fjallstíðin kom, og orkaði líka væl
sum hinir mennirnir, sigur hann.
Tá hann lýtur aftur á tilgongd
ina, er hann ovfarin yvir, hvussu
væl viðgerðin hevur gingið.
– Eg havi ikki tikið eina tablett
fyri pínu, ella havt nakran svøvn
leysa nátt við stúran, sigur hann.
– Um eg nú sleppi út at røra meg
tríggjar ella fýra ferðir um vikuna,
so er tað gott. Rørslan vísur mær
eisini, at tað nú gongur framá, tá eg
síggi at rennitíðirnar verða alsamt
betri, sigur hann.
Hetta við rørslu skuldi verði eitt
tilboð til allar sjúklingar, tí tað er
ofta rørsluni at takka, at fólk fáa
tað so gott sum tey gera. Tað er
umráðandi, at fólk skilja lekjandi
ávirkanina hon hevur á kroppin,
heldur Guttorm Sørensen.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Tað er kamp
viljin, sum er
umráðandi.
Ein má stríðast
ímóti sjúkuni,
tí tað er ikki
bert uppgávan
hjá læknanum
at gera meg
frískan. Tey gera
sjálvsagt sín
part, men eg skal
sanniliga eisini
gera mín part«
GUTTORM SØRENSEN