hósdagur 16. mars 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
9
– Eg havi altíð havt hendan
hugin at síggja ein fjøld røra seg.
Eg veit ikki um tað er tí eg eri
uppvaksin við havið, ella vanur
at síggja seyð flyta seg, men tað
er fasinerandi at síggja ein skarða
fara saman avstað. Tí dámar mær
væl at skapa tiltøk og geva fólki
møguleika at royna seg, sigur hann.
Orkan minkar
Guttorm hevur runnið síðani
1990, og 25 ár seinni, veturin
2015 kendi hann á sær, at orkan
ikki var tann sama. Hann tók
tá d-vitaminir, og hetta hjálpi
uppá manglandi orkuna. Eitt ár
seinni, í januar 2016 rennur hann
vestri í Vágum og hann klárar
seg eitt sindur verri enn væntað,
men hugsar tá at hann møguliga
aftur hevur trot á d-vitaminum
í kroppinum. Úrslitini eru ikki
nøktandi komandi kappingarnar,
sum hann luttekur í. Guttorm
kennir tó onki til manglandi orku í
gerandisdegnum, men bert tá hann
rennur.
Eftir eina kapping á Grækaris
messu í fjør, tá 15 kvinnur leggja
hann afturum, og hann mátti
ganga nakað av teiginum, sigur
kona hansara, at nú skal hann fara
til lækna.
Guttorm verður sendur á
Landssjúkrahúsið, og mergprøvi
verður tikin.
Meðan tey bíða eftir svari uppá
prøvan fara hjúnini, saman við
øðrum familjum í rennifelagnum
Treysti, til Cardiff í Wales at renna
hálvmaraton – men har gong
ur aftur illa við renningini hjá
Guttormi.
– Eg kláraði ikki eingongd at
fylgja konuni. Vit fylgdust teir
fyrstu 15 kilometrarnar, og síðani
sigi eg, at hon skal fara undan, tí
Eg havi altíð havt hendan hugin at
síggja ein fjøld røra seg. Eg veit ikki
um tað er tí eg eri uppvaksin við
havið, ella vanur at síggja seyð flyta
seg, men tað er fasinerandi at síggja
ein skarða fara saman avstað«
GUTTORM SØRENSEN
Framhald á næstu síðu