hósdagur 16. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
8
PERSÓNSSØGA
ANNIKA KUNOY IM
H
já Guttormi Sørensen,
sum tey flestu kenna
sum Gutti, hevur ítrótt
urin altíð havt stóran
áhuga – serliga fótbóltur, kapp
róður og langrenning. Sum ungur
plagdi at hyggja at langrenning í
sjónvarpinum, og skriva millum
tíðirnar niður á pappír.
– Tað var av reinum áhuga fyri
einstaklinga ítrótti og úthaldni,
sigur hann.
Lívið til skips
Guttorm varð føddur í Klaksvík
í 1968, og flutti síðani norður til
Hvannasunds, har hann búði øll
síni barnaár.
– Tá man búði í Hvannasundi,
lá tað í kortunum, at man skuldi
verða fiskimaður. Abbi, pápi og
pápabeiggjar vóru allir fiskimenn,
so eg var við í tí lívinum frá byrjan
av, sigur Guttorm Sørensen.
– Eg fór at rógva út eftir 9.
flokk ein vetur, og so ringdu teir
frá Borðoyanes, sum skuldi yvir
á Flemish Cap. Eftir eitt sindur av
stríði við foreldrini slapp eg avstað,
bert 16 ára gamal, og tað var ein
góður skúli, at vera á Flemish Cap,
sigur Guttorm Sørensen.
Eina dagin Guttorm fór aftur á
bátadekkið, gleið hann og loftaði
sær við vinstru hond, sum brotnaði.
Hann brúkti brotnu hondina í meir
enn ein mánað umborð, eftir at
læknin, sum helt hann hevði gø,
legði hana í gøreim, men Guttorm
bleiv síðani skurðviðgjørdur og
gekk við gipsi í 15 vikur. Seinni
brotnaði sama hondin aftur, og
varð enn einaferð løgd í gips.
Renningin byrjaði
í Danmark
Hondin varð ongantíð tann sama
aftur, og tí steðgaði lívið umborð
eisini. Fyrst í hálvfemsinum vóru
tíðinar í Føroyum eisini við at
verða verri, so hann valdi at fara
niður til Danmarkar í handilsskúla.
– Eg fór avstað púra blankur, eg
kendi ongan, og visti onki annað
enn at eg skuldi í skúla, sigur hann.
Guttorm, sum var vanur at
sparka fótbólt og íðka nógv, kendi
eitt tómrúm innaní, nú hann ikki
vandi. Á stólinum framman fyri
hann á handislskúlanum sat ein
drongur í einum grønum jakka,
og á jakkanum stóð »Vejle Idræts
forening«. Guttorm spyr síðani
floksfelagin hvat hetta var fyri
felag, og stutt eftir varð hol sett á
rennikarrieriuna hjá Guttormi.
– Tað bleiv eitt tómrúm, tá eg
ikki hevði fótbóltin. Tí byrjaði
eg at renna, og hevði tá sum mál,
at eg skuldi venja fram ímóti
oyggjaleikunum í Álandi í 1991.
Síðani tá havi eg verið við til allar
oyggjaleikirnar sum luttakari og
seinni sum venjari og leiðari.
Renningin í Føroyum
Guttorm flutti heim aftur til Før
oya at búgva veturin 1996, og byrj
aði summarið eftir at skipa fyri
rennikappingum á stevnunum.
Serliga týdninagrmikið var tað,
at børnini eisini sluppu at renna,
greiðir hann frá.
– Eitt tað fyrsta eg gjørdi var
at gera býarrenningina sjónliga.
Teigurin, sum fyrr var rundan
um býin, var nú inni í býnum.
Fleiri av teim í dag heilt góðu
rennarunum í Rennifelagnum
Treysti eru sprottin burturúr hes
um stevnukappingunum, sigur
Guttorm Sørensen.
Í 1998 verða trý rennifeløg í
landinum, og tá fekk frælsi ítrótt
urin sersamband í ÍSF, og hetta gav
rúmari fíggjarligar ræsir. Seinni
fekk Treysti eisini hølir og kontór
í badminton høllini í Klaksvík, og
tá vaks limatalið nógv.
Guttorm hevur eitt ágrýtni sum
fáur, og hevur við rennifelagnum
skipað fyri tiltøkum og kappingum
runt landið. Tað er kenslan av at
fólk verða glað, og at man gevur
nakað til nærumhvørvið, sum
dregur hann, greiðir hann frá.
Rennarin Guttorm Sørensen hevur kappast í renning síðani 1990. Fyri
einum ári síðani, eftir at hava orkað verri at runnið í eina tíð, fekk hann
staðfest krabba í merginum. Renningin hevur havt ein ómetaliga týðandi
leiklut gjøgnum alla viðgerðina, og Guttorm er vísur í, at tað er kropsligu
rørsluni at takka, at hann toldi viðgerðina so mikið væl, at hann ongantíð
tók pínustillandi, ella varð órógvaður av svøvnloysi í sjúkragongdini
RENNARIN
FÓR Í KAMP
VIÐ KRABBAN
Guttorm Sørensen:
Eg vendi mær
til læknan,
knýti nevan og
sigi ‘yes, kom
avstað! Eg var
klárur til dyst,
og dystin skuldi
eg nokk klára.
Eg havi ongantíð
stúrt fyri at
skula í kamp við
krabban«
GUTTORM SØRENSEN