Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. mars 2017 sosialurin 33 3 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1928: Har var gott at dansa... Sosialurin skrivar 31. januar í 1928 um dansiferðir: »Føroyingar eru farnir at ferð­ast kringum norðurlond sum dansarar. Fyrsta ferðin var sjálvsagt til Noregs, onn­ ur til Danmarkar. Eins og fagnaðurin var mik­il í Noregi, so var hann ikki minni í Danmørk. Tað sigst, at teir á hesi ferð vóru bjóð­aðir til Svearíkis, men stund­in varð tei dansandi so stokk­ut, og ter noydduast at sena avboð. Nú ganga tíðindir um enn eina dansi­ferð í summar til Dan­markar, sum skal skipast væl øðrvísi enn hin fyrsta. Dans­ar­arnir skulu í tveimum, trim­um ella fleiri 6-áringum rógva fram við Danmarkar leyv­skrýddu stendir og leggja at landi í ymsum stórbygdum og rína hin føroyska dansin. Høv­uðsvitjanin fellur sjálv­ sagt í Áarósa. Oman­fyri­standandi mynd er frá dansiferðini sein­asta vet­ur í Keyp­manna­havn, tá ið »Thaldur« leggur frá landi við dansarunum, sum vóru væl fagnaðir. Tað prógv­ar best hin stóra manna­múgv­ an, sum komin var at siga teimum farvæl. Har var gott at dansa...« Kemme er tann fyrsti sum doyði í ferðsluni SOSIALURIN 1928 S tor Automobilulykke! So­leið­ is skrivaði Sosialurin 4. sep­ tem­b­er í 1928: »Natten til Søndag er der sket en fryg­t­elig Automobilulykke paa Vej­strækn­ingen Fuglefjord – Gøte. Automobilet, hvori befandt sig to Per­son­er foruden Chaufføren, styrt­ede ud af Vejen og væltede. Chauføren, Søn af H. P. Weihe, Lam­hauge, Clement, almindeligt kald­et »Kemme«, døde øjeblikkelig. De to Passagerer, Sønner af J. F. Skib­enes, Skibenes, fik store Kvæs­ tel­ser, den ene fik sit Ben knækket. Ulykkens Aarsag samt Kata­stro­ f­ens nærmere Omstændigheder vi­ des ikke endnu. Men er der ikke Anledning til al­ le­re­de nu at sætte en Stopper for, at der fremtidig bygges smalle Lande­ veje? De to Automobilulykker paa Vej­strækn­ing­en Fuglefjord – Sol­ munde­fjord, er af saa alvorlig Kar­ ak­ter, det det er slaaet fast en Gang for alle, at de smalle Landeveje er Døds­veje« Kalksvíkingurin í Vestmanna, Birgir Waag Høgnesen, hevur starvast í Miðlahúsinum síðani 2007. Starvsøki hansara er søla og ráð­gev­ing. Tá hann byrjaði í Miðalhúsinum kom Sos­i­al­urin út fimm ferðir um vikuna. Men skjótt kom Rás2 afturat, Sosialurin fór niður í tríggjar útgávur um vikuna. So kom Vikublaðið, Føroya Myndakalendari og siðani var hann eisini við til skiftið frá portal. fo til in.fo. Hann hevur soleiðis verið við til allar hesar broytingar. Fyrstu tíðina fekst hann mest við leysasølu. Síðani at kalla burtur av við lýsingar á Rás2. Birgir hevur hollar roydir sum ráðgevi. Hann er útbúgving tryggingarráðgevi og starvaðist hjá Føroya Lívstrygging í út við 13 ár Starvsfólk: Birgir Waag Høgnesen Brunakyndarin enn leysur Sosialurin skrivar soleiðis í juni í 1950: »At brunin á »Hotell Føroyar« var í­fest­ur av mannaávum ivast eing­in í. Mistonktur er danin Bjarne Christ­en­sen. Hann varð tikin og sett­ur til for­hoyr. Men úrslitið varð, at hann slapp leys­ur. Politimeistarin meinti kort­ ini, at »indisiini« vóru so fell­andi fyri hann, at hann kravdi hann hildn­an fast­an í 14 dag­ar aftr­at. Hes­um vildi tó tann virkandi dóm­ar­in ikki geva við­hald, hóast hann eyð­sýn­liga dró á til báðar síð­ur. Eing­in skal verða dømd­ur uttan brot­sgerð­in er full­prógv­að. Sum stend­ur til í dag er Bjarne Christ­ensen fram­veg­is mis­tonkt­ ur, og ótti er á fólki fyri, at hann í »pyro­mansk­ari girnd« skal seta eld á av nýggjum. Hvussu stórur óttin er, vísir hetta, ein mað­ur segði okkum: Hann og kon­an vóru farin til song­ar. Knapp­liga verður hann vakt­ur av kon­uni. Hon rykkir hjart­kipt í arm­in á hon­um og sig­ ur: – Tú, trýrt tú, at vit kunnu leypa nið­ur av alt­an­ini, um eld­ur verð­ur settur á hús­ini? Kønir løgreglumenn koma við »Tjaldr­i­num« fyri at fáa fat­ur í bruna­kynd­ar­a­num – pyro­man­i­ num.« Hendan myndin av Hotel Føroyum er frá 1952. Toftirnar av niðurbrenda hotellinum hómast aftan fyri gula bygningin hjá Niels L. Arge. Hvíti bygningurin høgrumegin og og guli bygingurin hjá Niels L. Arge eru í dag partar av bygninginum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Kongabrúnni Hendan mydin er av bili, sum er far­ in út av Leir­víks­vegn­um. Kanska í 1930'u­num. Maðurin í ljósa frakka­ num er Vilhelm Nielsen í Havn 7 Fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum, sum kravdi mannalív, hendi sunnunáttina 2. september í 1928 á Varmakeldueiði. Tað var Klæmint Weihe í Lamba, sum doyði