hósdagur 16. mars 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
6
Tónleikaútgávur
• Jealous, 2007, stakfløga.
• An Invisible Gun, 2007 album
• Peter Pan, 2010, stakfløga.
• Maria's Donkey, juli 2014, stakfløga.
• Change of Frame, 2016, stakfløga.
• Funeral, September 2016, album.
Filmar og sjónvarp
• Mús,2008-2009 (sjónvarpsrøð): leikrithøvundur, reportari og redaktørur.
• ORKA & YANN TIERSEN Live in Rennes, 2008 (post production), Leikstjóri og editor.
• Mítt Rúm, 2009 (stuttfilmur), leikrithøvundur, filmsleikstjóri og editor.
• Waves - A Portrait of Maria á Heygum, 2010 (portrett filmur).
• Sigarett, 2010 (stuttfilmur) Leikrithøvundur, leikstjóri, sjónleikari og editor.
• A Hipstory, 2012 (stuttfilmur) Leikrithøvundur og leikstjóri.
• True Love, 2013 (stuttfilmur) Leikrithøvundur og leikstjóri.
• Skuld - 2014 (stuttfilmur) Leikstjóri.
• Dalur – 2015 (stuttfilmur) Ein av leikrithøvundunum og leikstjóri.
fyri ikki at vera góð nokk. Kanska
havi eg bara lært at spæla víðari. Eg
havi ikki lagt so nógv í, um onnur
ikki hava hildið tað verið nóg gott.
Øll menniskjur hava nógv evnir,
um vit bara lata tey framat, sigur
Heiðrikur á Heygum.
Eins og flest onnur, ið gera nak
að alment í Føroyum, so hevur
hann eisini møtt teimum atfinn
ingarsomu røddunum, ið hava
lyndi til at finnast at honum, og tí
hann tekst við.
– Eg havi altíð verið treiskur. Um
fólk ikki halda eg dugi okkurt, so
havi eg sagt, at eg skal vísa teimum.
Tey eru nógv, ið hava funnist at
mær. Eg havi tó aldrin skilt hví fólk
hava trongdina at niðurgera onnur.
Men eg havi sett mær fyri, at eingin
skal køva mína rødd. Eg havi nakað
at siga, og eg trúgvi upp á tað, sigur
Heiðrikur á Heygum avgjørdur.
Vakra við listini
Sum ein av virknastu listamonn
unum á føroysku listapallinum
seinastu tíggju árini, hevur Heið
rikur á Heygum latið eitt stórt tal
av verkum úr hondum. Spurdur
hvussu tað er at síggja sína verk,
verða tulkað av øðrum, er hann
skjótur at svara, at tað er ein kelda
til gleði.
– Tað er altíð deiligt, at fólk
kunnu fáa okkurt annað burturúr
mínum verkum enn tað, ið eg
hugsaði, tá ið eg gjørdi tað. Tað er
tað vakra í list, at fólk síggja seg
sjálvi í verkunum ella okkurt tey
hava uppliva. Tá verður tað ikki
bara mítt verk, men eisini teirra. Á
tann hátt rørir man við fólk, og fær
tey at hugsa um nøkur ting, greiðir
Heiðrikur á Heygum frá.
Hóast hann hevur tikist við
list í nógv ár, so skulu føroyingar
ikki verða bangnir fyri, at hann
knappliga hvørvur, tí tað trýtur
ikki við hugskotum.
– Eg fái nýggjar tankar hvønn
dag, og verði troyttur av øðrum, so
eg má framleiða áðrenn eg gerist
troyttur av tankunum. Tað er tað
sama við øllum listafólkum. Vit
mugu duga at siga við okkum sjálvi,
at nú er nokk arbeitt, hóast man
heldur man kann gera nakað betri,
tí annars kemur aldrin nakað út,
sigur Heiðrikur á Heygum.
Hetta við, at man aldrin er heilt
nøgdur við úrslitið, er ein kensla,
ið Heiðrikur á Heygum metir flest
øll fólk kenna frá sínum egna
gerandisdegi.
– Man er harður við seg sjálvan,
og vil altíð gera tað betri. Eg haldi
vit øll hava tað soleiðis. Um man
skrivar eina bók, málar ein málning,
ger eina máltíð ella okkurt heilt
annað, so er har altíð ein kensla
av, at hatta ella hetta kundi gerast
betri. Tann kenslan hvørvur aldrin,
sigur Heiðrik á Heygum.
Pengar ikki ein drívmegi
Tá Heiðrikur á Heygum leygar
kvøldið tók móti FMA virðislønini
sum besti sangari innan popp/
rokkbólkin, var tað seinasta viður
kenningin av mongum seinnu
árini.
Sum leikstjóri vann hann eina
FMA virðisløn í 2016 fyri video
lagið til sangin Rain hjá Eivør,
hann hevur vunnið fleiri Geyta-
virðislønir fyri sínar filmar, hann
hevur havt listaframsýningar í
Føroyum, Danmark og Týsklandi
og hevur vunnið útlendskar
filmskappingar.
Við so nógvum viðurkenningum
hevur ungi havnarmaðurin megn
að tað, ið mong fólk tráa eftir alt
teirra lív, men tá prátið fellir inn
á viðurkenning og pengar, slær
Heiðrikur á Heygum fast, at tað als
ikki fellur honum í hug, tá hann fer
undir eina verkætlan.
– Tá ið eg fái eitt hugskot, so
hugsi eg um hvussu eg best fái sett
orð á tað. Tað kann vera gjøgnum
film, tekningar, sang, málningar
ella annað. Eg royni at finna út av,
hvat er best fyri hugskotið. Hvat
eg fái mest viðurkenning ella
pengar fyri, er slett ikki partur av
tilgongdini, tí so missir tað sína
meining, greiðir Heiðrikur á Heyg
um frá, og leggur afturat.
– Hetta handlar nevniliga ikki
um pengar og viðurkenning, men
at fáa míni ting út. Tað at vera
kendur sigur mær einki. Um tað
var tað eg ynskti, so hevði eg fari
í X-factor. Men tað hevur ikki mín
áhuga. Eg eri áhugaður í at gera
list, og tað er tað, sigur Heiðrikur
á Heygum.
Sjálvur er hann sannførdur um,
at tað er nevniliga mangulin upp
á pengar, sum í stóran mun hevur
ment hann sum listamann.
– Tað eru hesar forðingarnar,
ið havt ment meg mest. Tað, at eg
ikki altíð hava ráð at gera hugskot
til veruleika, noyðir meg at vera
kreativur. Tað er tá ið onnur fara
niður við nakkanum, tí tey síggja
ongan útveg, at eg mennist mest.
Peningur kann steðga nógvum
kreativum vinnum, tí tað steðgar
nýhugsanini, sigur Heiðrikur á
Heygum.
Á pólska marknaðin
Samrøðan er við at koma at enda, tá
prátið fellir inn á framtíðarætlanir,
og Heiðrikur á Heygum avdúkar, at
hann hevur fingið eitt nýtt tilboð
um at marknaðarføra Funeral
uttanlands. Og hóast upplivingin
við enska felagnum enn situr fast
í minninum hjá tónleikaranum, so
er hann ikki bangin fyri at taka
kjansin.
Hesaferð er tað eitt pólskt plátu
felag, ið hevur sett seg í samband
við havnarmannin, um møguleikan
fyri at umboða hann á pólska
marknaðinum.
– Eg havi gjørt ein sáttmála
um at geva Funeral út í Póllandi.
Higartil er hon bara givin út í
Íslandi og Føroyum, so tá hesin
møguleikin kom, so hugsaði eg
hví ikki, sigur Heiðrikur á Heygum.
Sáttmálin inniber, at felagið
marknaðarførir fløguna og Heið
rik á Heygum í Póllandi. Tað
inniber, at løgini verða spæld í
útvarpi og sjónvarpi, umframt at
Heiðrikur á Heygum møguliga skal
spæla nakrar konsertir í eystur
evropeiska landinum.
– Vanliga geri eg alt sjálvur, so
um onkur hevur hug at gera hetta
fyri meg, so eru tey vælkomin til
tað, sigur Heiðrikur á Heygum.
Hann vissar tó um, at hann
hevur tikið við læru frá fyrra sátt
málanum.
– Eg havi fingið onnur at hyggja
gjøgnum sáttmálan fyri at tryggja
mær, at eg ikki aftur verður snýtt
ur, sigur Heiðrikur á Heygum við
einum brosi.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
– Eg havi altíð verið treiskur.
Um fólk ikki halda eg dugi
okkurt, so havi eg sagt,
at eg skal vísa teimum