Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017 SOSIALURIN 33 5 Menning Hóast talan var um eina heldur keðiliga hending, ið forðaði Heið­ riki á Heygum at geva tónleik út, so merkti tað ikki, at hansara egna menning sum tónleikari steðgaði. Tvørturímóti, so skínur hansara jaliga lyndi ígjøgnum, tá hann í dag tosar um tíðina, ið hevði fing­ ið nógv onnur at vent bakið til tón­ leikaheimin. – Tað var ein øgiliga klaustro­ fob­isk kensla ikki at sleppa at geva tónleik út, og eg kundi verið blivin svakur. Men eg visti, at eg ikki fekk gjørt nakað við sáttmálan, so eg spurdi meg sjálvan, hvat eg kundi gera í staðin, greiðir Heiðrikur á Heygum frá. Svarið fann hann í tón­leika­ umhvørvinum í Keypmannahavn, Berlin og Føroyum. – Eg fór at skriva sangir fyri kendar tónleikarar í hesum bý­ unum. Eg brúkti tíðina at menna meg og gerast betri at gera tað, ið eg dugdi. Man skal altíð duga at síggja tað positiva, eisini í keðiligum ting­ um, og eg eri glaður fyri menn­ ingina hetta tíðarskeiðið. Eg mentist nógv sum tónasmiður hesi árini, sigur Heiðrikur á Heygum. Ger alt Tað er tó eingin loyna, at Heiðrikur á Heygum hevur brúkt steðgin frá tónleikinum til nógv annað enn einans at skriva sangir. Umframt at vera tónleikari, so hevur Heiðrikur á Heygum nevni­ liga gjørt fleiri filmar, myndprýtt fløguhúsar, bøkur o.a., gjørt sjón­ varpssendingar, framleitt fleiri videoløg fyri føroyskar sangarar og víst síni listaverk fram á lista­fram­ sýningum. Harumframt hevur hann hetta tíðarskeiðið eisini tikið ymiskar útbúgvingar innan list. Sangkvinnan Guðrið Hansdóttir er millum teirra, ið hevur arbeitt nógv við Heiðriki á Heygum. Lista­maðurin hevur m.a. gjørt næstan allar fløguhúsarnar hjá songkvinnuni, gjørt fleiri videoløg hjá henni og hava tey havt ymiskt tónleikaligt samstarv. Hon metir, at tað neyvan er nakar annar føroyingur, ið hevur eins nógvar gávur sum Heiðrikur. – Eg kann ikki nevna nakran annan, ið ger eins nógv ting sum hann. Eg kenni hvørt fall ongan annan føroyskan tónleikara, ið ger videoløg, málar og teknar. Hann ger alt, sigur Guðrið Hansdóttir. Ymisk tungumál Heiðrikur á Heygum hevur eisini fingist við ymiskar listagreinar síðan hann var heilt ungur, og vísir hann á, at hansara skapanargleði stavar frá eini trongd at seta orð á tankar og kenslur. – Vit hava øll brúk fyri at seta orð á kenslur og tankar. Listafólk gera tað bara á ein annan hátt enn flest onnur fólk. Í staðin fyri at gráta ella flenna, so mála vit eina mynd, skriva tónleik, tekna eitthvørt ella gera okkurt heilt annað, sigur Heiðrik á Heygum. Spurdur um hvussu tað ber til, at hann er so virkin á fleiri økjum, og ikki bara miðsavnar seg um eina ella tvær listagreinir, vísir hann á, at tær ymisku listagreinirnar hava hvør sínar styrkir. – Tað eru ymiskir mátar at seta orð upp á ting innan listina, og tað er ymiskt hvussu væl tær ymisku listagreinirnar egna seg í ymiskum støðum. Tað er eins og við tungumálum. Tað eru nøkur ting, ið man fær sagt á fronskum, ið man ikki fær sagt á enskum, og umvent. Soleiðis upplivi eg listina. Eg brúki tað listagreinina, ið eg best fái brúkt at lýst mínar tankar, sigur Heiðrikur á Heygum. Fjøllistamaður Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk nevna Heiðrik á Heygum fyri eitt multitalent ella fjøllistamann. Talan er tó um eitt orð, ið sangarin sjálvur hevur eitt sindur torført at taka til sín. – Eg gangi út frá, at fólk meina tað positivt, sigur hann við einum brosi, áðrenn hann byrjar at hug­ leiða um hvussu øll menniskjur hava fleiri gávur. – Eitt barn syngur, teknar og vísir sínar kenslur og tankar á ymiskan hátt. Tá eru vit meira opin, men tað hvørvur við aldrinum. Vit menniskju hava ein tendens at lukka tað av, tí vit eru bangin – Tað var ein øgiliga klaustrofobisk kensla ikki at sleppa at geva tónleik út, og eg kundi verið blivin svakur Um man skrivar eina bók, málar ein málning, ger eina máltíð ella okkurt heilt annað, so er har altíð ein kensla av, at hatta ella hetta kundi gerast betri. Tann kenslan hvørvur aldrin« HEIÐRIKUR Á HEYGUM Framhald á næstu síðu